fríggjadagur 10. desember 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin • 10. desember 2010
JólaRákið
Sexologurin hevur eina missión: Føroyingar
skulu tosa opið um sex!
Elin í Stórustovu lyftir tungu føroysku
dýnurnar uppfrá á nýggjari heimasíðu við
eggjandi íblástri um sex, leikur og vælveru
”Sum var tað ein jarðskjálvti, ið fór
ígjøgnum meg, fekk hann meg at koma
sum ongantíð fyrr!! Eg sá túsund litir
framman fyri mær, hóast eg blundaði.
Bleiv heilt svimbul, og pulsurin var í
topp! Hann koyrdi á og kom við einum
rópi av greði og nøgdsemi! Hann gav
mær ein ordiligan smekk í endan og
tivaði sum eitt ørt...”
Brotið omanfyri er úr søguni ”Tann
ókendi”. Hon er um eina kvinnu, sum
steðgar upp í bilinum seint á kvøldi. Ein
fremmandur steðgar og hjálpir. Afturfyri
tekur hann hana hart og krevjandi
aftanífrá á myrka førara setrinum. Á
føroyskum!
Nýskrivaðar erotiskar søgur er bara
ein partur av tí, sum nýggja heima síðan
elin.fo hev ur at bjóða.
Elin í Stórustovu, sexologur, sum
flest øll kenna frá ung dóms send ing um í
útvarp in um, hevur tikið stig til síðuna,
sum er um sex, væ l veru, leikur og
par lag.
– Endamálið er at fáa før
oy ing ar, og serliga kvinn ur
nar, at kenna og menna seg
sexu elt. At leið beina fólki
til eitt betri sex lív, bæði
við hvørj um øðr um og
einsa møll,
for telur
Elin í Stóru stovu,
sum hevur nom
ið sær út búgv ing
sum sexo log ur
og par ráð gevi
hjá navnframa
danska
sexo
log in um, Joan
Ør ting.
Krydd sum kitlar
Eitt
eyðkenni
við
síð uni er parturin um
sex leikur.
Sambært
Elini í Stóru stovu kunnu
sex leikur
hava
stóran
týdn ing fyri par lagið sum
heild, og ser stak liga fyri
kvinn urnar, sum ynskja at finna inn til
sín veru liga sexualitet.
– Mannfólk, sum onki kenna til sex
leikur, føla seg ofta hóttar av sexleikum.
Teir halda, at eftir gjørdu lutirnir koma
í staðin fyri teirra egnu livandi amboð.
Men veruleikanum eru tær bert eitt eyka
krydd, sum ger, at kvinnan fær meira
burtur úr, sigur Elin í Stóru stovu.
Týskir snillar
Hon greiðir frá, at nógvar kvinnur lata
sær lynda við vánaligt sex, tí tær hava
lært at vera fittar og skikki ligar og tær
skamma seg um sexuali tetin.
– Og tað er synd, tí við at arbeiða eitt
sindur miðvíst við at læra seg sjálvar
at kenna kropsliga, ber til at blóma
kynsliga, sigur Elin í Stóru stovu.
Hon fegnast almikið um, at tað í dag
eru kvinnur, sum framleiða og designa
sexleikur í einum feminin um sniði, sum
kvinnurnar kenna seg sjálvar aftur í.
– Nútímans leikur eru nógv ele gant
ari enn tær gomlu, sum mann fólkini
komu dragsandi heim við av Istedgade –
sovorðnir risastórir kjøtfarvaðir týskir
plastikkmurtar við æðrum og hárum á
bollunum. Totalt tørn of fyri kvinnuna,
sigur hon og flennir.
Opnar ungar kvinnur
Sum skilst hevur Elin í Stóxrustovu alt
gott at bera sexleikum, sum hon eisini
hevur við til fyrilestrarnar, sum hon
heldur kring landið. Tá hevur hon eitt
stórt arsenal av leikum, sum hon setur
fram á borðið at vísa áhoyrarunum.
– Kvinnurnar eru sera opnar og posi
tivar, tá tær hoyra um og sleppa at
síggja hesar ymisku leik urnar. Eg havi
ikki upplivað, at tær verða illa við.
Tvørturímóti eru tær yvirraskaðar av
sniðinum og lit unum, sum leikurnar eru
úr í dag, sigur Elin, og staðfestir, at tey
ungu eru nógv fríari enn tey tilkomnu,
tá tað ræður um sex leikur.
Eitt nú vísir hon á, at sexleikur
eru púra natúrligar hjá teimum ungu
Føroyskt