fríggjadagur 10. desember 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JólaRákið
Sosialurin • 10. desember 2010 11
jólabakstur
Her eru tvey hugskot sum sameina jólabakstur og ljós. Tað
skapar nevniliga ein heilt serligan dám, tá livandi ljósini
standa í nýbakaðu køkuni.
Gott til illveðurskvøld, eftir ein
lang an dag í kavanum ella eftir
jóla gávu keyp - ella bara sum ell-
ars. Tað er upplagt at hava børn-
ini við, tá tú bakar og pyntar
bolla jóla træið.
Bollar t.d eftir hesi uppskriftini:
1,5 dl kaldari mjólk
1,5 dl av kókandi vatni
1 pk av bleytari ger
1 tsk av salti
50 gr av sukri
1 dl av olju
umleið 1 kg av mjøli
Blanda mjólkina og vatni og upp
loys gerina í vætuni. Blanda salt,
sukur og olju uppí. Knoða mjøli í
so við og við. Set at ganga í umleið
30 min.
Bollajólatræ:
Ger 16 bollar 15 rundar og ein av
langan til bul á trænum.
Legg bulin upp og niður niðast á
plátuni. Legg síðani 5 bollar tvørt
urum plátuna yvir bulinum. Síðani
leggur tú 4 bollar, síðani 3, síðani 2
og at enda ein einsamallan, sum er
toppurin á trænum. Legg teir ikki
ov tætt, tí bollarnir skulu ganga
eina ferð afturat. Lat ganga í 20
min, og baka at enda í 180 stigum í
einar 1015 minuttir.
Tá træið er kólnað aftur, skal tað
pyntast við glasing.
Blanda 2 súpiskeiðir av flormelis
við grønari fruktfarvu.
Blanda 2 súpiskeiðir av flormelis
við reyðari fruktfarvu.
Blanda 4 súpiskeiðir av flormelis
við einum sindri av kókandi vatni.
Síðani gert tú tilvildarligar rípur
av glasing í ymsum litum um alt
træi men ikki bulin.
Tá træið er nóg pyntað, blandar
tú kakaopulvur í restina av hvítu
glas ingini kanska mugu nakrir
drop ar av vatni í afturat. Smyr á
bulin, so hann verður brúnur. Um
tú vilt, kanst tú eisini gera rípur á
træið við kakao tað gevur eyka
smakk. Set at enda lagkøkuljós í.
Hita kakao og píska róma at hava
afturvið.
Træið kann etast, sum tað er, men
til ber eisini at kloyva bollarnar og
smyrja smør ímillum.
Vælgagnist!
Tú skalt brúka:
Til bollar:
1,5 dl av mjólk
1,5 dl av kókandi vatni
1 pk av bleytari ger
1 tsk av salti
1 dl av olju
50 gr av sukri
1 kg av mjøli
bakipappír
Til pyntingina:
10 súpuskeiðir av flormelis
Nakrar dropar av reyðari frukt
farvu
Nakrar dropar av grønari frukt
farvu
eitt sindur av kókandi vatni
1 súpuskeið av kakao
lagkøkuljós
Prei:
Royn eisini at gera stjørnur,
jóla menn ella annað við
bollum og glas ing. Bert
hugflogið setur mark ið.
Bollajólatræ