fríggjadagur 10. desember 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 Sosialurin • 10. desember 2010
JólaRákið
Í Kongagøtu er rokaligt í dag.
Svart málaði handilin er á tremur
við papp kassum við vørum og út
gerð, sum verður sett upp á serlig
ar hillar til endamálið.
Ein svenskur serfrøðingur er
komin til landið at leggja lag á, nú
hand ils ketan Make Up Store letur
upp í Føroyum. Eig ar ar nir mugu
fylgja strongu regl un um fyri inn
rætting og skipan av gerand is
deg num, tí altjóða brandið krevur
nevniliga, at óansæð, um tú fert inn
í ein Make Up Store í London, Rom
ella Havn, er konseptið, tilboðini,
nýggjheitirnar,
lýsingarnar
og
vøru úrvalið júst tað sama.
Ein heimur av litum
Elskar tú at spæla spæla tær við
litir og glimmur, so verður nýggi
sminkuhandilin í Kongagøtu eitt
paradís fyri teg. Eyðkenni við
røð ini Make Up Store er risastóra
úrvalið av litum, sum kunnu setast
saman alt eftir tørvi.
– Vit fevna um alla litrøðina,
líka frá løttum gerandis til galla
og drag queens, sigur 26 ára gamla
Hanna Reinert Davidsen, sum
sam an við 36 ára gomlu systrini,
Miriam Reinert Olsen, hevur tikið
stig til handilin.
– Tað, sum eg haldi vera so stutt
ligt við røðini er, at til ber at kombi
nera vørurnar og litirnar. Tú kanst
blanda øll tingini saman, skapa
tíni egnu look og brúka tað, sum
tú vilt. Til dømis kanst tú brúka
eygna skuggarnar á varrunum og
kinna reytt á eygunum, forklárar
Miriam Reinert Olsen, og skoytir
uppí, at røðin er til øll fólkasløg,
kyn og aldursbólkar, og at tey altíð
læra kundan at brúka smyrslið.
Manglaði í Føroyum
Miriam er júst flutt heim til Føroy
ar aftur eftir fleiri ár í danska
make up umhvørvinum.
Hon og systirin hava altíð sakn
að ein sminkuhandil við góðsku
makeup, breiðum úrvali og miðal
prísum í Føroyum. Og tær vita, at
nógvar føroyskar kvinnur keypa
seg fátækar í makeup frá Mac og
Make Up Store, tá tær fara niður
ein túr.
Førleikarnir lokkaðu
Vanliga vilja stóru altjóða merkini
onki hava við Føroyar at gera. Vit
eru ov smá og fá, so tað loysir seg
snøgt sagt ikki, at lata upp deild
her á landi.
Kortini eydnaðist tað Miriam,
eftir tógvið stríð, at lokka víða
gitna altjóða makeup brandið til
Føroyar.
Tað, sum gjørdi munin, so tey
til endans góvu seg var, at Miriam
Reinert Olsen er so serstakliga væl
skikkað at reka ein professionellan
Lív og
litir í
Konga-
gøtu
Føroyskar pyntidukkur fáa eitt rættiligt spælipláss at
boltra sær á, nú altjóða vakurleikarøðin Make Up Store
letur upp í Havn
GG: Handilin læt upp
fyrst í desember!