fríggjadagur 10. desember 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JólaRákið
Sosialurin • 10. desember 2010 17
make-up handil. Umframt útbúgv-
ingina sum make-up artistur, er hon
eisini stylistur og kosmetologur. Og
við drúgvum starvsroyndum, eitt
nú frá Mac í Magasin á Kongens
Nytorv, sum makeup artistur hjá
TV2 og sum viðurkendur frílansari
við
nógvum
kendisuppgávum
í Dan mark, metti fyritøkan, at
grund ar lagið var í lagi.
Skeið og limaskapur
Make Up Store er ikki bara ein
handil, har til ber at keypa vør-
urnar. Fyritøkan mennir alla tíð-
ina nýggj ting, og stórur dentur
verður lagdur á tann partin, sum
eitur vegleiðing og undirvísing í at
brúka make-up.
Tað verður bæði undirvíst og
smikað til dagligt niðri í handlin-
um, men eisini í erva, har tær hava
innrættað eina salong til skeiðs-
virksemi av ymsum slag. Bæði fyri
einstaklingar og bólkar, so sum
bindiklubbar og limir í Make Up
Store klubbanum.
Tær greiða frá, at øll kunnu gerast
limir í Make Up Store klubbanum.
Fyrimunurin er tá, at tú fært tilboð
og nýggjheitirnar áðrenn onnur,
um framt at tú verður boðin við til
serlig limatiltøk.
Fyrsti næmingurin hjá Miriam
verður tó læraralærda systirin og
makkarin Hanna, sum altíð hevur
havt stóran áhuga fyri make-up,
men sum nú kemur í læru hjá
Miriam.
So framyvir nýtast vit ikki at
leita okkum út um landoddarnar
eftir júst tí rætta bláa litinum til
neglirnar ella eyguni. Kongagøta
hevur heilt vist eisini kongablátt á
hillunum.
__________________________
Rigmor Dam
Myndir: Jens Kr. Vang
FAKTA
Make Up Store er ein hin skjótast
vaksandi svenska fyritøkan við
omanfyri 170 handlum í 22 londum.
Hvønn mánað lata 2-4 nýggir handlar
upp kring heimin.
39 ára gamli sviin, Mika Liias, er
maðurin handan Make Up Store.
Merkið varð upprunaliga ætlað
professionellum make-up artistum.
Men eftirspurningurin frá øðrum
gjørdist so stórur, at røðin so líðandi
víðkaði kundaskaran til eisini
at umfata til at røkka øllum frá
professionellum til teenagaran.