fríggjadagur 10. desember 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 Sosialurin • 10. desember 2010
JólaRákið
BØKUR BØKUR BØKUR
Til tey svongu
Oddvørsa
buffet
stjørnur
Kókibók
Oddvør Skarðhamar
Oddvørsa buffetstjørnur
eru 88 uppskriftir, valdar við umhugsni,
gjørdar við nærlagni, serveraðar við tokka til tær
upplivingar, ið góður matur gevur.
Hesaferð hevur Oddvør Sjarðhamar valt uppskriftir til sjálvtøkuborðið, ið hon
sum kunnugt er víðagitin fyri. Sætt forkelilsi.
Væl gagnist.
Til tey sunnu
Lætt og
leskiligt
Kókibók
Jóhanna á Tjaldrafløtti & Elisabeth
Akursmørk
Eins og í hinum bókunum ynska høvundarnir at geva tær spennandi og lættar
uppskriftir til rættir, tú kanst eta við góðari samvitsku.
Bjóða til brunch ella buffet við alskyns smærri rættum, so sum brunch
pannukøkur við nøtum í siropi, sushi, grønmetismuffins, laksamousse,
høsnasalat við jarðberum og eina spennandi nøtusteik við rabarbuchuteny.
Tá so tjúkku kavaflykrurnar balla kvøldini inn, kanst tú borðreiða við heitari
fiskasúpan ella eina øðrvísi kjøtsúpan við góðum focacciabreyði afturvið.
Til tey poetisku
Vaknandi
Sigri Gaini
”Vaknandi” er fjórða yrkingasavnið eftir Sigri
Gaini og kanska tað vakrasta. Tekstirnir eru
kenslubornir og snúgva seg í høvuðsheitum
um kærleika, og hvørja ávirkan hann hevur á
frásøgufólkið.
Til tey krígshugaðu
Í Waffen SS –
søgan um Sverra
Djurhuus
Søguligt tilfar
Óli Olsen
»Nú krígsins kaldi veruleiki fór at ganga upp
fyri okkum, vóru fleiri, sum ynsktu seg heima aftur.=20 Men vit vóru harðliga
vandir, og nú var ikki at bakka.=AB
Sverri Djurhuus (19202003) var ættaður úr Kollafirði, men búði í Havn.
Stríðsárini var hann, har harðast leikaði á – í Waffenn SS – og mangan toygdi
deyðin seg eftir honum.
Á vígvøllinum vóru eisini aðrir føroyingar. Teir verða umrøddir í
høvuðspartinum: "Aðrir føroyingar í SS"
Til tey klóku
Søgan um
jødarnar
Søguligt tilfar
Sonne Smith
Bókin byggir á útvarpssendingar hjá Sonna
Smith, har hann prátaði við Hans Holm,
lektara, um øll heimsins lond og fólk. Søgan
um jødarnar varð endursend í 2009 og kemur nú út í bók.
Til tey kriminellu
Norska løva
Krimisøga
Jógvan Isaksen
Færøernes Mellem og Realskole er ein vakran
dagin í mai 1935 á útferð í Lamba fyri at síggja
og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu,
sum fór á land nýggjársaftan 1707. Á útferðini
hvørvir ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75
ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa
greiðu á málinum. Hóast Hannis ikki hevur nógv álit á, at tað skal lukkast at
finna fram til nakað so nógv ár seinni, tekur hann av. Brátt er hann fløktur inn í
eina røð av ósvaraðum
spurningum og deyða.
Søgan um
Jødarnar
Sonne Smith