Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. desember · Nr. 171 4 Sosialurin Áki Bertholdsen - Okkara landstýriskvinna í almannaráðum beinleiðis lýg ur fyri opnari mikrofon. So bersøgin er Soffi Eg- holm, forkvinna í felagnum Sinnis bata. Seinastu tíðina hevur ein rætti lig kuldabrúgv lagt seg ímillum felagið Sinnisbata og landsstýriskvinnuna í al- manna málum. Tað er hent eftir at Sosialurin avdúkaði, at Rósa Samuel sen hevur strikað æt lanina at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn og at hon ístaðin hevur flutt alla verk- æt lan ina til Sandavágs. Hesum hevur Sinnisbati mót mælt í hvassorðaðum vend ingum. Tað hevur borið illa til hjá okkum í Miðla húsi num at fáa tos á lands stýris- kvinnuna um málið, men í Kringvarpinum leygar- kvøld ið staðfesti hon, at hon skilti ikki atfinningarnar frá Sinnis bata, tí tað var nettupp eftir tilráðing frá eini byggi- nevnd, har Sinnisbati er um boðað, at avgerðin um at flyta verkætlanina til Sanda- vágs, er tikin. Loddrøtt lygn - Hetta er loddrøtt lygn, sigur Soffi Egholm. Hon sigur, at Sinnisbati hev ur ikki upp á nakran sum helst máta verið við til at mæla Rósu Samuelsen til at bygg ja íbúðirnar í Sandavági. Hon sigur, at Sinnisbati hev ur bara fingið einstøk høvi til at ráðgeva Rósu Samuel sen um sjálvar íbúðir- nar. - Í hesum sambandi hevur Sinnis bati víst á, at tað er um ráð andi at hvør einstøk íbúð verður ein sjálvstøðug eind við egnari inngongd og ikki felags inngongd. - Higartil hevur Rósa Samuel sen bara tosað um at íbúðirnar skulu byggjast í Tórshavn og hetta hevur Sinnis bati verið samd við hen ni í, sigur Soffi Egholm, sum sjálv hevur umboðað felags skap in í bygginevndini, sum landsstýriskvinnan sip- ar til. Hon staðfestir einaferð enn, at avgerðina um at flyta íbúð ir nar til Sandavágs, hev- ur Rósa Samuelsen tikið, utt- an at tosað við Sinnisbata. - Fyrstu ferð, vit hoyrdu um at byggjast skuldi í Sanda vági varð í Sosialinum, sigur Soffi Egholm. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Tað má ikki henda, at íbúðir nar til Sinnisveik verða fluttar úr Havnini til Sandavágs. Tað heldur Sinnisbati, sum er felagið hjá teim- um sinnisveiku. - Vit krevja, at hesar íbúðirnar verða bygdar í Tórshavn og ikki í Sanda vági, sigur Soffi Eg holm, forkvinna í Sinnis bata. Felagsskapurin er eisini fortørnaður um grund gev ing ar nar, sum Rósa Samuelsen gav í út varpi num hjá Kring- varpinum leygar kvøld- ið fyri, hví tað er gott at byggja íbúðirnar í Sanda vági. Hon vísti á, at í Sanda vági kundu tey sin nis veiku fáa lut í teim um ymsu til boð u- num, sum eru í Vágum, eitt nu kundu tey ar- beiða á Verkstaðnum í Sør vági. - Hetta er sera skelk- a n di at hoyra, tí Verk- stað ið í Sørvági er eitt búðstaðarhús við verkstaði til fýra menn- ing ar tarnaðar brúkarar. - Hetta er ikki eitt verkstað til sálar sjúk fólk, men til menn ing- ar tar naði og hetta er eitt klárt tekin um at lands stýris kvinnan í almannaráðum ikki skilur munin ímill um “sálarsjúk” og “menn- ing ar tarnað”, sigur Soffi Eg holm. Hon sigur, at Sinnis- bati umboðar fólk við tung lyndi, skizofreni, psy kos um, ADHD, ang- ist, etingarólagi og øðr- um sálarligum sjúk um, og teirra avvarðandi. Hinvegin er tað Javni, sum umboðar fólk, sum við menningartarni og teir ra avvarðandi. - Hetta eru tveir ful- ko mu liga ymiskir bólk- ar, tí sálarsjúk eru ikki men n ingartarnað. - At blandar sálarsjúk og menningartarnað sam an í ein bólk á Verk- stað num í Sørvági, er sera mannminkandi, niður ger andi og ósømu- ligt og tað fer Sinnisbati aldr in at góðtaka, sigur Soffi Egholm. aki@sosialurin.fo Rósa lýgur SINNISVEIK Tað er loddrøtt lygn, tá ið Rósa Samuelsen, landssýriskvinna í almannamálum, sigur, at vit hava viðmælt ætlanini at byggja íbúðir til sinnisveik í Sandavági, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata NIðurgErðaNdI Hetta má ikki henda SINNISVEIK Sinnisbati krevur, at Rósa Samuelsen sleppur ætlanini at byggja íbúðir til sinnisveik í Sandavági og at hon tær verða bygdar í Havn Rósa Samuelsen, lands stýris- kvinna í almannamálum, skil ir ikki mótmæli hjá felag- num Sinnisbata ímóti æt- lan ini at byggja íbúðir fyri Sinnis veik í Sandavági. Royndirnar hjá okkum í Miðla húsinum at fáa orðið á landsstýriskvinnuna, hava ver ið til fánýtis. Men leygarkvøldið segði hon við Útvarpið hjá Kring- varpi num, at hon hevði fing ið eina tilráðing frá eini bygginevnd, sum eisini Sinni s bati er umboðað í. Ætlanin hevur verið at bygg ja íbúðirnar í Havn, men lands stýriskvinnan sigur, at tað hevur gingið so illa at fáa byggi loyvi frá Tórshavnar Kommu nu, at hon følir seg noyd da til at sleppa teirri æt lan ini og tí hevur hon um hugs að, hvar íbúðirnar so kun nu byggjast Í tilráðingini frá byggi- nevnd ini varð útgreinað, hvat landsstýriskvinnan átti at hava í huganum, tá ið hon um hugsaði, hvussu farast skuldi fram, fyri at játtanin upp á 16,2 milliónir kann koma teimum sinnis- veiku til góðar, soleiðis sum ætlað, nú tað ikki ber til at fremja verk æt lan ina í Havn. Rósa Samuelsen segði við Útvarpið, at hesa til ráð ing- ina hevur hon tikið til eftir- tektar. Hon sigur, at í hesum sam- bandi hevur ætlanin verið at byggja ein depil sum tann, ið verð ur bygdur í Vági. Og so er ongin annar møgu leiki enn at byggja í Sanda vági, tí har eru tvey sam býli frammanundan og tað eru onga aðrastaðni. Samstundis er eitt verkstað og svimihylur í Sør vági, sum tey sinnisveiku fáa høvi at brúka. Hon sigur eisini, at tað verður tórført at broyta ætlan ina at byggja í Sanda- vági, tí tað sær ikki út til, at tað ber til at fremja byggingina í Havn. - Fyri at játtanin skal koma teimum sinnisveiku til góðar, soleiðis sum æt lan- in er, haldi eg, at tað er rætt at byggja oman á tað, sum longu er, segði Rósa Samuel- sen. Rósa skilir ikki atfinningarnar Tað má ómøguligt henda, at Rósa Samuelsen flytir íbúðirnar til sinnisveik úr Havn til Sandavágs, har hon ætlar at blanda menningartarnað og sinnisveik í saman, tí tað er niðurgerðandi og mannminkandi, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata