Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. desember · Nr. 171 6 Sosialurin Randi Jacobsen Fríðrikur Sivertsen av Viðareiði var bara 16 ára gamal, tá i hann fór úr skúlan­ um. Hann tók 9. floks og fór so til skips. Tað var í 1980. Sama ár stóð hann dugnasakpsroyndina á kvøldskúlanum. Tvey ár hevur hannn hesi árini arbeitt á landi, men øll árini hevur hann siglt. Síðan 1992 hevur hann verið við Fiskakletti, stýrimaður síðan 1997. Setti sær mál Fyri trimum árum síðan fann hann uppá at fara upp á skúla. – Í fyrstani var tað nokkso tungt, ti eg hevði ikki gingið í skúla í so nógv ár. Men eg kom skjótt í gongd, tí eg hevði sett mær eitt mál. Lívsins skúli er góð barlast, sigur Fríðrik Sivertsen, sum nú býr í Havn. Fyrst gjørdist hann skipari, og nú skipsførari. Hann sigur, at hon hevur fingið góð úrslit til próv­ tøkuna nú. Teir vóru 17, sum í dag hava verið uppi í navigasjón. Teir kastaðu lut um raðfylgjuna, nær teir skuldu upp til roynd, og lutakastið sendi Fríðrik fyrst til. Hann kom út aftur við einum 10­tali. – Nú fari eg at leita mær eftir arbeiði. Eg fari at royna frálandavinnuna, tí har er lættast at fáa starv við míni bakgrund, og tann vinnan søkir eisini eftir fólki, sigur Fríðrik Sivertsen. Fríggjadagin fáa nýggju skipararnir or skipsførararnir prógv síni handað á Vinnu­ háskúlanum. Randi Jacobsen Tað hevur verið bíligari at keypt lambskjøt úr eitt nú Ný Sælandi og ður Falkalndsoyggjunum enn úr Íslandi men næsta úr flýgur kiloprísurin av lambskjøti úr teimum olondunum uppeftir. Lambskjøtið úr Ný Sælandi verður dýrari, tí veturin har hevur verið vána­ ligur, og mett verur, at 2,8 mió. nýlembd lomb doyði. – Tað er so nógv, at tað svarar til alla nýtsluna av lambskjøti í Føroyum í 35 ár, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari í Mikladali. Enn er prísurin ikki hækkaður, men tá ið nýggj vøra kemur í februar, hækkar kiloprísurin væntandi við 15 krónum fyri kilo. Av tí at minni lambskjøt verður á marknaðinum, fer lambskjøti úr Flakslands­ oyggjunum eisini einar 15 krónur upp fyri kilo. Øskurokið í fjør hevur haraftrat ávirkað útflutn­ ingin av lambskjøti úr Íslandi, og av tí sama dýrkaði tað lambskjøtið eisini. Randi Jacobsen Seinastu árini hevur mistnøgd verið mill­ um politistarnir í Norðurøkinum, tí teir aðru hvørja viku hava koyrt út frá Runavík g aðru hvørja viku út frá Klaksvík. Nú er aftur ein broyting gjørd. Tá ið politistarnir í Runavík komu til arbeiðs í morgun, fóru teir beint í bilarnar og koyru til Klaksvík. Politistøðin í Klaksvík verður nú teirra arbeiðspláss burturav. Politistarnir vóru ikki komnir fram til Klaksvíkar í morgun, tá ið boð komu inn um herverk í Søldarfirði. Málið varð sent til politiið í Klaksvík. Heverk varð framt í gamla skúlanum í Søldarfirði, sum Handilsskúlin á Kambs­ dali leigar. Har verður javnan framt her­ verk, sigurIngibjørn Eldevig, sýslumaður í Eysturoynni. Lambskjøtið verður nógv dýrari Illveður í Ný Sælandi í ár hevur havt við sær, at lambskjøtið hækkar eini 15 krónur fyri kilo 46 ára gamal tikið skipsføraraprógv Tað var ikki lætt hjá Fríðriki Sivertsen at fara á skiparaskúla við bara 9. floksprógvi frá 1980. Men lívsins skúli er góð barlast, og í morgun tók Fríðrikur prógv sum skipsførari Fríðrik Sivertsen fer sum nýklaktur skipsførari at leita eftir arbeiði í frálandavinnuni Mynd: Jens Kristian Vang Politiið koyrir út frá Klaksvík Frá í dag arbeiðir politiið í Norður­ økinum hvørja viku út á Klaksvík. Sýslumaðurin í Eysturoynni situr mest­ sum einsa­ mallur á støðini í Runavík Jørgen Jørgensen sigur, at prísirnir á innflutta lambskjøtinum fara upp, tí ið nýggj vøra aftur kemur til landið Mynd: Jens Kristian Vang