Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 13. desember · Nr. 171 Sosialurin Uni Arge Tað tók sína tíð, men betri seint enn ongantíð, munnu tey hugsa, sum í 2007 skriv­ aðu álitið Málmørk um støð­ una hjá føroyskum máli. Í álitinum varð skotið upp at seta niður eitt breitt mál­ ráð, ið skal taka sær av øll um spurn ing um um før oyskt og eisini fáa myndug leika at løg gilda eitt nú føroyska stav set ing. Rumblið um stav­ raðið í løgtinginum endaði við, at limir í løg ting sins ment an ar nevnd snaraðu mál in um til at snúgva seg um hetta mál ráðið, og nú hevur Menta mála ráðið so sent feløgum og stovn um uppskotið um nýggja mál­ ráð ið til hoyringar. Sambært uppskotinum fer nýggja málráðið at fáa víðar heimildir, nógv víð­ ari heimildir enn tann ráð­ gevandi myndugleika, sum Føroyska Málnevndin hevur í dag. Málráðið fær heimild til at gera av málsligar spurn­ ingar, sum tað stendur í upp­ skotinum. Ráðið skal gera av spurningar um stavseting og stavrað, og ein tann fyrsta upp gávan, ið ráðið fær, verð­ ur at gera eina føroyska stav­ setingarorðabók. Málráðið fær tí veruligt vald og ikki bara tann vegleiðandi leik lut, sum verandi mál nevnd hev ur. Skriftnormurin Í uppskotinum hjá Menta mála ráð­ num verður víst á, at ein ávísur s k r i f t n o r m u r hev ur ment seg, síð an V. U. Hamm­ ers haimb í 1846 gjørdi før oyska skrift mál ið. Norm urin hjá Hamm­ ershaimb er vaksin fram hjá einstøkum persónum ella feløgum, ið hava verið virkin á ment anar økinum, og hann hev ur fingið útbreiðslu gjøg num eitt nú skúlabøkur, orða bøkur, bløð, miðlar, fag­ rar bókmentir, yrkisbøkur og annað. Málmyndugleikin hev ur so tikið undir við norm in um og styðjað upp undi r hann. Í viðmerkinginum til upp­ skotið verður staðfest: »Skrivihátturin er vorð­ in til sum siðvenja og sum málpolitisk átøk, ið mentafólk hava framt. Tað merkir, at stavsetingin er ongantíð ásett við lóg. Tað einasta átakið, sum tingið hevur ásett, var tá ið Skúlakommisjónin í 1954 sendi boð út til allar skúlar í landinum um at fylgja nøkrum rætt skriv­ ing arreglum, sum ein løg­ tings nevnd var komin til. Nevndin æt Rætt skriv ingar­ nevnd Føroya Løg tings. So­ statt vórðu rætt skriv ingar­ reglurnar broyttar hetta árið, og tað merkti óbeinleiðis, at myndugleikin staðfesti Hammershaimbs­normin.« Í viðmerkingunum verður sagt, at í dag verður tosað um at løggilda latínska stav raðið, men so verður lagt aftrat, at »enn er føroyska stavraðið ikki løggilt, tað byggir á siðvenju og verandi skrift norm.« Hetta vísir í veruleikanum, hví ósemjur um føroyskt so lætt kunnu stinga seg upp, og hví so trupult er at loysa tær trætur, ið áhaldandi eru. Skriftmálið er ein siðvenja og ikki nakar fastlagdur veruleiki, og tey, sum eru ímóti galdandi siðvenju, kunnu so royna at broyta hana, meðan hini sum fræg­ ast halda ímóti. Tá mál­ ráðið so kemur, verður ein og sami normur ætlandi løggildur. Meirilutin ræður Áhugavert er tí, hvussu Mentamálaráðið ætlar at seta málráðið saman. Fer ráðið at vera ført fyri at semjast um stavseting, stavrað og aðrar málspurningar? Menta ­ mála ráðið ætlar, at fimt an limir skulu velj ast í mála­ ráðið, sum so vel ur eina starvs nevnd. Í mál ráðið skulu ið hvussu er limir fyri Fróð skapar set­ ur Før oya, Før­ oya máls­ deild ina, Føroya Lær arafelag, Før oya Pedagog felag, Móður­ málslærara felag Føroya, Mál­ felagið, Kringvarp Føroya, LISA, Javn støðu nevnd ina, Rit høv unda fe lagið, Før­ oysk Miðlafólk, Før oya Ung­ dómsráð, komm unu feløgini, Vitan og Menta málaráðið. Sjálvt málráðið skal hava fund tvær ferðir um árið. Starvsnevndin, ið verður mann að við formanninum og næstformanninum og trim um limum aftrat úr málráðnum, hevur fund eftir tørvi, tó í minsta lagi eina ferð um mánaðin. Á sínum fundum tekur starvsnevndin støðu til málspurningar av øllum slag. Ein áhuga­ verd upplýsing í upp­ skotinum um sjálvt málráðið er, at av gerð ir, ið rá ð i ð tekur, verða tiknar við vanligum meiriluta. Hetta merkir, at ein tepur meiriluti kann gera av avgerandi mál­ spurningar, sum ein stórur minniluti er ímóti. Føroyska Málnevnd­ in hevur leingi víst á, at hon við verandi orku er ikki før fyri at fylgja við teirri máls­ ligu menningini í samfelag­ num. Nevndin hevur hjá Mentamálaráðnum gjørt vart við, at føroyski mál­ heim urin hevur ment seg ómeta liga nógv og fevnir um støðugt fleiri økir, eitt nú ungdómsmentan, sam­ skiftismentan, tón leika ment­ an, ítróttarmentan og ferða­ vinnu. Samstundis økist máls liga ávirkanin uttaneftir sera nógv hvønn dag, og mál­ nevndin vil tí hava sínar før­ leikar styrktar munandi. Tað verða teir so við tí heilt nýggja málráðnum, ið kemur í staðin fyri málnevndina. Málráðið skal løggilda stavseting og stavrað STAVSETING Føroyingar skriva í dag eftir stavsetingarháttinum hjá V.U. Hammershaimb, og stavraðið byggir á hendan stavsetingarhátt. Men hvørki stavseting ella stavrað eru nakrantíð staðfest við lóg. Tey hava bara fingið gildi av siðvenju og orsakað av átøkum hjá persónum og feløgum. Nýggja málráðið, ið Mentamálaráðið fer at seta, fær til uppgávu at løggilda bæði stavseting og stavrað