Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. desember · Nr. 171 12 Sosialurin Tekniska nevnd hevur nú samtykt nýggjan buss­ sáttmála við Gundurs Bussar, og nýggja farstøð í Kirkjubø. Á eykabýráðsfundi miku­ kvøldið samtykti býráðið at taka undir við teknisku nevnd at gera sáttmála við Gundurs Bussar um ein 7 ára sáttmála á kr. 18.9 mill. Tilboðið er væl lægri enn upp­ runatilboðið, m.a. tí at farið er yvir til smidligari og bíligari bussar, sum eisini eru betri egnaðir til okkara tronga vegakervi. Høvuðsbroytingin í nýggja sáttmálanum er, at nú er bert talan um ein høvuðsveitara við tveimum undirveitarum, í mun til 3 ymiskar høvuðsveitarar. Ferðaætlanin fyri Havnina er í høvuðsheitum tann sama, men bussambandið til bygdirnar í kommununi verður betri. Tænastan verður betri m.a. við 14 spildur­ nýggjum bussum, nýggjari elektroniskari teljiskipan og GPS útgerð. Við hesi betraðu útgerðini er ætlanin m.a. at fáa eina betri kunning og eina javna ferðafólka­ teljing, sum við dagførdum hagtølum kann menna buss­ leiðina til júst tann tørvin, ið kommunan hevur. Tilgongdin til samtykta sáttmálan hevur verið drúgv, og sum forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórs­ havnar býráð, og tískil av­ varðandi av bussleiðini, fari eg at nýta høvið til at takka øllum teimum, sum hava verið við til at fáa málið um bussleiðina ígjøgnum; umsiting, sáttmálapørtunum, býráðslimum, teimum sum hava røkt bussleiðina sein­ astu árini og øðrum. Sáttmálin um bussleiðina hevur verið ein tungur burður at fáa uppá pláss, og ringt hevur verið at gjørt øllum borgarum til vildar. Tað er heldur eingin loyna, at politisku bylgjurnar hava gingið høgt í hesum spari­ tíðum, og bussleiðin hevur staðið fyri skotinum; men tá samanum kom, eydnaðist tað at sannføra býráðslimir um, hvussu ómetaliga stóran týdning, ið bussleiðin hevur fyri kommuna. Serliga í hesum tíðum, tá ið fólk verða rikin út í arbeiðsloysi, er gott at hava eina álítandi, ókeypis bussleið. Ein partur av samlaðu tørvsloysnini er bussleiðin í Havn, sum fekk øktan títtleika frá 2 til 3 ferðir um tíman, seinast ábøtir vórðu gjørdar á bussleiðina. Samstundis er umráðandi, at búfólkið í bygdunum fáa tað bussambandið, sum tørvur er á. Serliga hevur tað verið tey heimanfyri, á Velbastað og í Kirkjubø, sum hava havt eina sera vánaliga bussleið; sum er ein leivd frá fyrrverandi Kirkjubøar kommuna, ið ivaleyst helt seg gera tað so gott, við at binda seg til ein langtíðar sáttmála heilt fram til 2010. Men sjálvandi skulu tey heimanfyri ikki hava eina nógv verri bussleið, enn onnur í kommununi, hóast pjøssað hevur verið upp á gamla sáttmálan. Nú kunnu tey tí gleða seg til at verða javnstillað við aðrar borgarar í kommununi. Somuleiðis verður betrað um bussambandið til Kolla­ fjarðar og Kaldbaks í tí við nýggja bussáttmálanum. Eisini hevur tekniska nevnd samtykt at fara undir at byggja eina farstøð í Kirkjubø, og hesum tekur býráðið væntandi undir við á býráðsfundi hóskvøldið. Í farstøðini verða alment wc, við bestu møguleikum til rørslutarnaði, bíðirúm til bussferðandi og hvílirúm til bussjaførar. Henda ætlanin hevur verið leingi áleiðis, men her hava eisini ymsir snávingarsteinar verið, m.a. fornfriðingarmyndu gleikar, men nú tykist tað mesta at verða komið uppá pláss. Tó er eftir at fáa fatur á undirlendinum frá Búnaðarstovuni, men hetta eigur ikki at vera nøkur forðing. Havandi í huga tey túsundtals ferðafólk, sum koma til bygdina um árið, so eigur ein góð fatan at vera hjá Búnaðarstovuni fyri, hvussu týdningarmikið tað er við eini farstøð í Kirkjubø er, sum partur av ferðavinnumøgu­ leikunum í bygdini. Nýggj bussleið, og nýggj farstøð í Kirkjubø Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, og forkvinna í teknisku nevnd Tórshavnar býráðs Kjak Bygdaráðið stendur fyri skotum, tá fáa tit rís, tá tit hava tað uppiborið. Eg haldi, at tá tit eiga rós, skal tað eisini fram í ljósið við tøkk. Vit hava fyribils trý mál at takka tykkum fyri. Fyrst at tit varðveittu gamla skúlan, so hann einaferð kann gerast eitt hús, sum goymir fornar lurtir. Tað er gleðiligt at hava eitt so vakurt hús mitt í gamla býlinginum »Garðsenni«. Har fólkafundur er á bygdastevnum og so jólatræið í myrku árstíðini. Byggifelagið, Roest, er komið sera væl frá uppgávuni. Fara vit so vestur á Heyggj, í nýggja býlingin »Oman Liða« ella kanska rættari »Helluskøvur«, nei, eg veit ikki, hvat navn tit seta á, so hava tit gjørt eitt veldugt spælipláss, við góðum leikum, við grillplássi og borðum, har ein kann hvíla beinini og fáa sær ein sjálv­ gjørdan bita. Mær er sagt, at ætlanin er at gera eitt væl útgjørt húsvognapláss við brúsum, wc, og el, við hetta sama økið. Óført, at hetta skal koma í Hvalba. Og ikki er liðugt enn. Ung í arbeiði eru við at gera eina gøtu runt Heyggsvatn. Byrjað varð í fjør, og eru tey komin sera langt í ár. Kanska verða tey liðug næsta ár ella 2012. Tá vit nú síggja, hvussu vakurt alt hetta er vorðið, er ynskiligt, at tit ikki steðga her, men gera gøtu inn við Kjógvavatni og niðan á vegin, sum gongur undir trøðini hjá Danjal í Nesi. Ja, kanska eisini fram við Dalsá og heilt inn til Fossin. Eg haldi, eg tori at siga fyri flestu bygdafólk okkara, at tit eiga stóra tøkk uppiborna. Haldi bara á fram á hesi leið. Tøkk til Hvalbiar bygdaráð Manne Næs