mánadagur 13. desember 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. desember · Nr. 171
14
Sosialurin
Í dag fyllir Óluva Skaale 70
ár.
Óluva er ættað úr Vági,
og er dóttur Marius og Fridu
Absalonsen.
Í 1964 bleiv hon gift við
Jóannesi Skaale, sum hon
hitti á Læraraskúlanum. Tey
fingu fýra børn – Magna,
Sjúrð, Guttorm og Eydnu
– og hon hevur nú níggju
ommubørn.
Óluva fekk í 1965 starv á
Specialskúlanum, sum skúlin
fyri brekað tá kallaðist, og at
hjálpa fólki við mentalum
og kropsligum breki ella
fólki, sum á annan hátt vóru
komin tvørt fyri, gjørdist
hennara
lívsstarv.
Skúlin
flutti og skifti navn fleiri
fleiri ferðir, men Óluva varð
verandi, og tá hon í 2005 fór
frá, hevði hon verið í sama
starvi í 40 ár.
Óluva gekk uppí hetta
starv við lív og sál, og var
sera væl dámd av bæði næm
ingum, foreldrum og starvs
feløgum.
Hon var kend fyri at hava
sterka trúgv uppá, at eisini
fólk, sum vóru illa fyri, tá
hon fekk tey undir hond,
kundu fóta sær, um tey fingu
rætta stuðulin. ”Óluva er so
góð við sínar næmingar”,
varð ofta sagt, og tað mann
hon hava verið, tí mangan
nýtti hon frítíðina til at geva
næmingum eyka undirvísing
heima hjá sær sjálvari, og í
nøkrum førum hevði hon
næmingar búgvandi heima í
upp til fleiri ár.
Síðani hon fór frá, hevur
eisini mangan verið heitt á
hana um at taka sær av ein
staklingum, sum hava havt
tørv á einum persóni við tí
hegni, treiskni og tolni, sum
skal til fyri hjálpa fólki at
endurvinna mistar førleikar.
Hóast nógv tann størsti
parturin av arbeiðsorkuni
hjá Óluvu er farin til hennara
næmingar, so er tað ikki
hetta, sum hon er kend fyri
alment.
Kend gjørdist hon, tá hon
skrivaði uppskriftirnar til
kókibókina Matur og Mat
gerð, sum hon gav út saman
við Mariusi Johannesen í
1974. Henda bók, sum varð
endurprentað fyri 6. ferð
í ár, er millum mest seldu
bøkur nakrantíð í Føroyum,
og útgávan hevði við sær, at
Óluva seinni gjørdist Føroya
fyrsti sjónvarpskokkur.
Hon er eisini kend frá út
varpinum. Hon dugir væl at
siga frá søgum, og tað gjørdi,
at hon síðst í 1970’unum var
við til at gera barnaútvarpið
í nøkur ár. Hon hevur eisini
umsett nakrar barnabøkur
til føroyskt.
Óluva er útifólk. Hon
hev ur altíð gingið heldur
enn koyrt, hon nýtir nógva
tíð í garðinum, og henni
dám ar væl at ganga túrar í
fjøllunum. Hon er framvegis
krops liga væl fyri, nú hon
fyllir 70, og størsti parturin
av hennara tíð og orku fer
nú til ommubørnini.
Tá Óluva fylti 60 varð
stórur føðingardagur hildin,
men hesaferð verður einki
hald. Óluva er burturstødd
føðingardagin.
Nøvn
Óluva Skaale 70
Svenning Tausen finst at
míni
viðmerking
um
at
varð veita dialektirnar, dia
lekt, sum hann skrivar í
gásar eygum. Altso, eru dia
lektirnar
ikki
verdar
at
varðveita? Skulu allar Føroy
ar snakka sama standardi
seraða óektaða mál? Hann
hevði óivað vart um sína, um
tað kom til stykkis.
Skulu vit taka útgangs
støði í nútíðini ella í for
nøldini?
Skulu
vit
taka
út gangs støði í miðlu num
(Kring varp inum,
Dimma
lætting, Sosialinum, Oyggja
tíð indi, Kvinnu og portal
i n um), har sum vit finna
nú tímans
veruliga
mál
brúkið? Ella skulu vit taka út
gangs støði í fornum kvæð um,
hvørs málbrúk slett ikki er til
longur? Dømi um kvæðamál:
”Nú skal stilla stavargrein,
ei skal nið ur falla, um tann
Ásmund
Aðals son,
tann
Húnakong at kalla.” (Ás
mundur Aðalsson) og ”Elin
gongur til strandar oman,
sínum borðum skeyt, fagur
var sá knørrin, for bryggj uni
fleyt.” (Harra Pætur og Elin
borg). Mann kann neyvan
kalla hetta nútím ans mál
brúk.
Svenning Tausen vísir
heldur ikki teimum mál
frøðingum, sum sita í dag,
stóra virðing. Hvat er tað
fyri nakað? Menn við góðari
útbúgv ing
og
nógvum
roynd um. Hann nevnir Chr.
Matras og Jóhan Hendrik
WintherPoulsen sum teir
stóru menninir innan mál
frøði. Chr. Matras hevur
verið gamal maður, tá eg
var fødd. Jóhan Hendrik
WintherPoulsen kenni eg
har aftur í móti og veit, hann
hevur gjørt dygdar arbeiði
fyri føroyska málið, ikki at
gloyma frálíkur orðasmiður.
Atfinningarsami Svenn
ing Tausen nevnir nøkur
dømi, eitt teirra er: ”til og úr
Føroyum”. Hvørsfall næstan
er horvið úr málinum, so ”til”
er farið at stýra hvønnfalli,
”hvønn fert tú til?”. So ”til
Føroyar og úr Føroyum”.
Eitt annað dømi er lýsingin
”Okkara maður, pápi, abbi,
langabbi
doyði
í
gjár...”.
Svenning
Tausen
heldur,
”okkara” skal standa aftast, og
tað skal standa ”mín maður”.
Um Jógvan í Lon Jacobsen
hevur sagt, at baklandið
skilti tað (havi ikki hoyrt
tað), so eri eg púra samd; ikki
bara baklandið, men øll skilja
meiningina við hesi lýsing.
Aftur intoleransa, hvussu
kann mann øsa seg upp um
petitessur sum hetta?
Móðurmálsorðabókin
er ”málbíblia” okkara ífylgi
Svenning Tausen. Gott nokk
er móðurmálsorðabókin eitt
gott og stórt verk. Men gud
dómlig? Neyvan. Og orða
bókin má vera eitt verk, ið
broytist við tíðini. Hetta tí
málið altíð hevur avspeglað
sína samtíð og fer væl eisini
at gera tað framyvir, um vit
vilja tað ella ikki.
Gud forbarmi tú seg
Kjak
Hanna P. Vang