mánadagur 13. desember 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. desember · Nr. 171
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Eg havi
spælt nógv
saman við
Poul F.
Joensen hjá
TB. Tað, at
vit skulu
kappast
næsta ár,
hugsi eg ikki
stór vegis um
Jón Johannesen,
TB
Tað vísir
seg, at vit
misnýta ov
nógvar upp
lagdar møgu
leikar. Tað
hevur verið
ein trupul
leiki í fleiri
dystum
Julian Johansen,
Kyndil
»Nú nýggjar reglur um drál eru settar í gildi,
sýnist hetta so fremjandi átak til álopsfrem-
jandi hondbolt at hava mist sína funktión. Nú
ber til at vera í drálstøðu so leingi at hetta
helst átti at veri avtikið. Nakað soleiðis føldist
hetta í hvussu er.«
Heimasíðan hjá H71
»Tá ið neistamenn skjóta 39 mál og strandin-
gar 35 mál, so eru sjálvandi nógv frálík álop
og nógv væl skotin mál, men spælararnir á
báðum liðunum sleppa alt ov lætt fram at
sjálvtøkuborðinum. Tú kundi ynskt tær eina
verjujólagávu frá neistamonnum leygardagin,
tá ið liðið spælir ímóti Kyndli.«
Heimasíðan hjá Neistanum
»07 Vestur letur ongan iva vera um,
at framtíð felagsins byggir á eitt sterkt
barna- og undóms arbeiði og lokalar leikarar
sum fylgja harav.«
Heimasíðan hjá 07 Vestur
Miðlarnir skriva...
uni holm Johannesen
Gunnar
Nielsen
og
Tranmere
Rovers taptu fyri Leyton Orient í
viku skiftinum.
Føroyski
landsliðsmálverjin
vardi málið á heimavøllinum. Gest
irnir, sum vóru eitt stig aftan fyri
Tranmere Rovers undan dystinum,
vunnu 21.
Leyton Orient var á odda 20 í
steðginum. Heimaliðið hevði fleiri
møguleikar í seinna hálvleiki, men
fekk bara eitt mál.
Tranmere Rovers er nú nummar
20 við 22 stigum. Trý onnur lið hava
sama stigatal.
Gunnar Nielsen og liðfelagarnir
vitja Swindon næsta vikuskiftið.
Í morgin er útsetti dysturin móti
Huddersfield í Johnstone’s Paint
Trophy á skránni.
Gunnar í niður
flytingar vanda
Fótbóltur Tað eru trý mál, sum skilja
Tranmere Rovers frá niður flytingar
strikuni í League One í løtuni
Einar verður
verandi
Einar T. Hansen spælir eisini við barndómsfelagnum í 2011.
Heimasíðan hjá NSÍ skrivar, at felagið hevur skrivað sáttmála
við landsliðsleikaran. Einar T. Hansen er 22 ára gamal. Hann
spældi 25 dystir í Vodafonedeildini í fjør, umframt dystirnar
í steypakappingini og Europe League. Einar T. Hansen hevur
mest røkt uppgávuna sum vinstri bakkur, men hann hevur
eisini fingið seg royndan í miðverjuni.
uni holm Johannesen
Vit spæla øll við.
Eitt føroyskt ella útlendskt felag boðar frá á sínari heimasíðu,
at ein ungur føroyingur er farin uttanlands at royndarvenja.
Portalurin er skjótur at varpa tíðindini út. Tað eru jú løtt og
áhugaverd tíðindi. Við stórari mynd verður skrivað um unga
føroyingin, sum fær seg royndan í donskum, skotskum ella
enskum fótbólti.
Fólk eru forvitin. Tey lesa, práta á arbeiðsplássinum, og vænta
sær nógv unglinginum, tá hann kemur aftur til Føroya.
Ungi leikarin, sum hevur verið til royndarvenjingar, fær
umrøðu og sjálvsálit. Kanska ov nógv sjálvsálit, uttan veruliga at
hava prógvað nakað sum helst. Tí hann fekk ongan sáttmála.
Eg, og fleiri onnur við, eru lopin í grøvina fleiri ferðir. Vit
vilja vera við, har tað hendir, og tí er upplagt at boða frá, at ein
føroyskur fótbóltsleikari royndarvenur uttanlands. Men tænur
tað nøkrum endamáli?
Todi Jónsson er ein av teimum fáu føroyingunum, sum hava
staðið seg í donskum fótbólti. Hann ivaðist ikki, tá Sosialurin
prátaði við hann fyri tveimum árum síðan.
– Eg meti tað vera ein stórur veikleiki. Bara onkur føroyingur
fer uttanlands at royndarvenja, so kanst tú lesa um tað á
Portalinum, Vikublaðnum ella aðrastaðni. Tað gevur teimum
beinanvegin eitt status, sum leggur óneyðugt trýst á leikaran. Tað
er rættiliga langur vegur frá royndarvenjing til succes. Ómetaliga
langur. Eg góðtaki umrøðu, um eg havi uppiborið tað. Men fert
tú sum føroyingur til eitt nú Liverpool í dag at royndarvenja, so
vita øll, hvør tú er, tá tú kemur heim. Og tá kemur trýstið uttanfrá,
segði Todi Jónsson á sumri í 2008.
Tað er ein sannroynd at fleiri unglingar duga illa at handfara
viðgongd. Tað tykist sum, at tá teir hava fingið luft undir
veingirnar, so missa teir samstundis sambandið við umheimin.
Vegurin frá grundini og upp á føroyska tindin er ótrúliga
lítil. Tilfeingið er lítið, og tí noyðast fleiri feløg at seta sítt álit á
unglingar, sum fáa nógva umrøðu og viðurkenning sum 19 ára
gamlir. Úrslitið er, at leikararnir stórtrívast í Føroyum, tí feløgini
kasta eina rúgvu av pengum eftir teimum.
Men at hava succes í Føroyum er evarska lítið á stóra
fótbóltspallinum. Fjølmiðlarnir hava hinvegin ofta hug at billa
leikarunum inn, at tað er stórt og eydnuríkt.
Hvar gongur markið hjá fjølmiðlunum? Er tað rætt, at vit
varpa ljós á føroyingar, sum fara uttanlands at royndarvenja? Ella
skriva um hvønn einstaka leikara, sum hevur longt sín sáttmála
við eitt føroyskt felag? Eru tað tíðindini, sum gagna fótbóltinum í
longdini?
Tað er í øllum førum spurningar, sum fjølmiðlarnir skulu seta
sær sjálvum.
KluMMA
Hvar gongur
markið hjá
fjølmiðlunum?
Savnsmynd