mánadagur 13. desember 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 13. desember · Nr. 171
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Kappingarárið
hjá
EB/Streymi
og per sónliga gongdin hjá Daniel
Udsen fylgdust lið um lið. EB/
Streym ur fekk eina sera ringa byrj
an og Daniel Udsen gjørdist skadd
ur rættiliga tíðliga í kapp ingar ár
inum.
– Ringa byrjanin kostaði okkum
Føroyameistaraheitið. Tá alt kom
til alt vóru vit nær við, men mongu
mistu stigini tíðliga á árinum kost
aðu dýrt í síðsta enda. Hjá mær tók
tað eisini langa tíð, áðrenn eg fekk
víst nakað av tí, eg kann. Eg bleiv
skaddur, og brúkti tíð um at koma
fyri meg. Sjálvur haldi eg, at seinna
hálva var á eini leið, men eins og
eg ikki havi vunnið FM, so havi eg
heldur ikki víst, hvat eg kann yvir
eitt heilt kappingarár, greiðir Daniel
Udsen frá.
Tað er púra greitt, at maðurin
als ikki hevur slept Føroyum og
føroyskum fótbólti. Hann tosar
javnan við vinmenninar í EB/
Streymi, frættir tíðindi um leikarar,
sum hava longt og so aðrar, sum eru
knýttir at felagnum.
– Eg hugsi um nógv um, at vit
ikki vunnu Føroyameistaraheitið.
Eisini nú, eg eri komin aftur til
Danmarkar. Høvdu vit vunnið og
eg hevði spælt heilt fantastiskt, so
hevði støðan helst verið øðrvísi hjá
mær. Men nú gjørdust vit ikki Før
oyameistarar, og eg náddi ongan tíð
heilt upp á tað støðið, sum eg havi
verið á onkuntíð. Tí kenni, at eg
ikki havi gjørt burtur av mær, sigur
Daniel Udsen.
Tveir partar at
samráðast við
Danski miðvallarleikarin við før
oysku ommuni hevur, síðani hann
kom aftur til Danmarkar, tosað
javnan við Rólant Højsted, formann
í EB/Streymi.
– Nøkur onnur føroysk feløg
hava spurt seg fyri, men teimum
havi eg víst burtur. Komi eg aftur,
verður tað til EB/Streym, sigur
Daniel Udsen ivaleysur. Og lítið er
at iv ast í, at tey í EB/Streymi heldur
enn gjarna síggja Daniel Udsen aft
ur í blásvarta búnanum.
Trupulleikin er bara tann, at
Daniel Udsen ikki einans hevur seg
sjálvan at hugsa um.
– Tú kanst næstan siga, at eg skal
samráðast við tveir partar. Annar
er EB/Streymur, um treytirnar fyri
sáttmálan, hitt er unnustan, sum
býr í Danmark, sigur Daniel Udsen
skemtandi.
Unnustan lesur í Danmark og
hevur tískil ikki møguleika at flyta
við Daniel til Føroya.
– Sjálvur hevði eg eitt fantastiskt
ár í Føroyum. Bæði upplivingarnar á
fótbóltsvøllinum, men eisini sosialt.
Men tá eg fór til Føroya avtalaðu
unn ustan og eg, at talan var um eitt
ár. Persónliga vil eg tó gjarna aftur,
og nú royna vit at finna eina loysn
har, greiðir Daniel Udsen frá.
Hugsar um landsliðið
Ein annar faktorur, Daniel Udsen
eisini hugsar um, er sessurin á
landsliðnum.
– Tað er greitt, at eg havi betri
møgu leikar at vísa meg fram fyri
lands liðsvenjaranum í Føroyum
enn í tí felagnum, eg kom frá. Og
upp livingarnar á landsliðnum eri eg
ómeta liga fegin um. Eitt er at spæla
fyri fleiri túsund áskoðarum og í
móti leikarum, tú annars bara sært
í sjónvarpinum. Hitt er at verða
settur upp á prøva á hægsta stigi.
Per sónliga haldi eg, at tað var sera
stutt ligt at verða royndur soleiðis.
Ikki minst, tá tað gekk sum tað
gjørdi í móti Norður Írlandi, sigur
Daniel Udsen.
– Men, legggur Daniel Udsen
aftrat, tá eg ynski at koma aftur
til Føroya, er tað fyrst og fremst tí,
at eg hevði so nógvar góðar upp
livingar við EB/Streymi og fólk
unum kring felagið.
Ræðist ikki kappingina
Síðani Daniel Udsen fór aftur
til Danmarkar, hevur EB/Streymur
knýtt tveir leikarar at hópinum,
sum annaðhvørt mugu metast sum
av loysarar ella kappingarneytar
hjá honum. Bárður Olsen og Levi
Hanssen eru komnir aftrat, men
tað bara fegnast Daniel Udsen um.
– Eg eri bara glaður, tá eg hoyri,
at leikarar hava longt sáttmálan
og nýggir mans koma aftrat. Tað
styrkir hópin og økir um kapp ing
ina. Tað er gott og tað hava vit brúk
fyri í EB/Streymi, um vit vilja vinna
Føroyameistaraheitið, sigur Daniel
Udsen.
rolant@sosialurin.fo
Eg eri ikki liðugur við Føroyar
Fótbóltur Fær Daniel Udsen sín vilja, so spælir hann við EB/Streymi næsta kappingarár.
– Bæði EB/Streymur og eg fingu eina keðiliga byrjan, sum í síðsta enda kostaði okkum Føroyameistara-
heitið. Tí føli eg, at eg ikki eri heilt liðugur við Føroyar og føroyskan fótbólt, sigur danski føroyingurin
Daniel Udsen iðrar seg um, at hann ikki vann Føroyameistaraheitið við EB/Streymi í ár. Tað er eisini ein avgerandi orsøk til, at hann ætlar sær aftur til Føroya
Mynd: Álvur Haraldsen
FAKTA
Navn: Daniel Udsen
Føddur: 2. september 1983
Feløg: Hvidovre,
Albertslund, Greve,
FC Amager, FC Vestsjælland,
Vanløse og EB/Streymur
Dystir/mál fyri
EB/Streym: 22/8
Landsdystir: 5