mánadagur 13. desember 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 13. desember · Nr. 171
Sosialurin
Ítróttarblaðið
um hjartað um, at næsta fjallið er
meir enn hálvgingið.
Ivaðist eitt sindur um býtið
Tá ein skal varpa ljós á eina søgu,
sum er eina og eina fimtings øld
gom ul, so ger ein sær eisini nakrar
tank ar um hvussu bókaverkið skal
skipast.
– At tað skuldi gerast talan um
trý bind, var heldur ikki nakað, sum
var greitt beinavegin. Eg drálaði eitt
sindur við tí. Eg hugsaði við mær
sjálvum, at tað fór neyvan at bera
til at savna alt í eitt bind, møguliga
tvey bind, møguliga trý bind? Av
royndum veit eg, at tilfarið hevur
hug at hópa seg upp, men tað kom
lutfalsliga seint, at eg gjørdi av at
skipa hendan leistin, greiðir Suni
frá. Fyrsta tíðarskeiðið er ikki so
ræðuliga hendingarríkt.
– Fá feløg eru stovnað tá, og tær
skipaðu kappingarnar komu ikki
fyrr enn seinni. Tað er rættiliga
langt ímillum teir tilburðirnar, sum
hava søguligan týdning hesi fyrstu
70 árini. Hetta gjørdi so, at eg valdi
at strekkja hesa bókina fram til
1960. Tað er meira tilfar at fara eftir
í teimum báðum næstu bókunum,
sum fevna um tíðar skeið ið 1960-
1990, og frá 1990 og fram til okkara
dagar, slær Suni fast. Suni undir-
strik ar tó, at tað kortini gjørdist
nóg nógv at fara eftir til ta fyrstu
bók ina.
Marni Mortensen
finnur úrslitini
Tað hevur eydnast Suna at finna
tilfar, sum ikki hevur verið frammi
áður.
– Eg var ikki so vísur í, at tað
fór at eydnast mær at finna tilfar,
sum ikki hevur verið frammi áður.
Vit hava fingið øll úrslitini, og tað
er í sær sjálvum stuttligt. Tað hev-
ur ongantíð verið lætt at fáa øll
innan hýsis úrslitini í FM-høpi.
Øll tey funnu úrslitini eru tó ikki
nak að, ið eg sjálvur havi funnið.
Marni Mortensen frá faroesoccer.
com hevur arbeitt við hesum í eitt
nógv longri tíðarskeið, enn eg havi
sjálvur. Tað hevur verið talan um
eitt ógvuliga krevjandi ar beiðið.
Ein trýr, at tað er bara so líkatil at
blaða í nøkrum bókum og gerða-
bókum, og spyrja seg fyri handa
vegin og hinvegin, og so man alt
óivað falla uppá pláss, men tað er
tí verri ikki so einfalt, tí úrslitini eru
ikki so væl frágingin allastaðni. Vit
hjálptust so í felag at fáa teir sein-
astu brikkarnar uppá pláss, fortelur
Suni í takklæti fyri tann stóra og
týdn ingarmikla leiklutin hjá Marna
Mortensen.
Uppstillingar eru við
Tað sum eisini er við til at lyfta
bókina, bæði søguliga, fót bólts liga
og grafiskt er, at Suni hevur lið-
upp stillingarnar hjá øllum føroya-
meistarum í bestu fótbóltsdeildini
millum 1942 og 1959 á einari talvu,
sum hevur ein grønan vøll sum
bakgrund. Suni hevur eisini útvegað
hvussu føroyska landsliðið hevur
stillað upp í landsdystum ímóti
Hetlandi og Íslandi millum 1930 og
1959. Beint uppiyvir tað grafiska
yvirlitið við liðuppstillingum eru
úrslitini frá »Meistaradeildini«, sum
besta fótbóltsdeildin nevndist mið-
skeiðis í 20. øld, umframt ta endaligu
støðuna fyri hvørt kappingarárið.
Grafiska arbeiðið hjá Barbaru
Biskop stø er eisini avgjørt við til at
lyfta bókina, staðfestir Suni.
Heydrich í Gundadali
í 1923?
Millum mongu spennandi frá sagn-
irnar í bókini hjá Suna Merkistein,
er ein serligur tilburður frá 1923.
Týski krússarin og skúlaskipið
»Berlin« lá við bryggju í Havn. Hetta
var um ólavsøkumundið hetta árið,
og tveir dystir vóru spældir millum
HB og menn frá »Berlin«. HB vann
fyrra dystin 3-2, og tann seinna
dystin 5-2. Heili 700 áskoðarar
vóru til tann fyrra dystin, og 500
áskoð arar vóru til tann seinna
dystin. Ein 19 ára gamal unglingi
var mynstr aður umborð á tí týska
krússaranum. Reinhard Heydrich
æt tann ungi maðurin, sum gott
20 ár seinni skuldi gerast illa gitin í
heims søguni, sum eitt hitt ringasta
bølmenni nakrantíð. Heydrich var
dugnaligur ítróttarmaður, serliga
sum fiktari, og Suni heldur tí, at
tað er væl hugsandi, at Reinhard
Heydrich hevur spælt við ímóti
HB. Á felagsmyndini, sum er tikin
uttanfyri »Reinerts Kafé« – har
sum Frelsunarherurin heldur til
nú – sæst ein ungur maður, sum
er ógv uliga meinlíkur Reinhard
Heyd rich. Ein sjáldsom anekdota,
sum Suni hevur funnið fram til, og
sam stundis eitt dømi um tað stóra
nærlagnið, sum liggur aftanfyri
bóka verkið um ta føroysku fótbólts-
søguna. Suni Merkistein hevur lagt
enn ein ítróttarligan bókavarða, og
vit eru sera mong, sum við stórum
spenningi kunnu síggja fram til
summarið og ljósari dagar, tá Suni
leggur bókina fram um tað næsta
tíðarskeiðið, sum er frá 1960 til
1990.
heris@sosialurin.fo
sum glæsiligt bókaverk
Tað hevur verið talan
um eitt ógvuliga krevjandi
ar beiðið
Suni Merkistein við nýggju
bókini »Teir reystastu
dreingir í Norðum»
Mynd: Jens Kristian Vang