Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. desember · Nr. 171 26 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge – St. James Park, Newcastle Tað eru tveir tímar til dysturin byrj­ ar, og tað er bítandi kalt í veðrinum, men longu eru fleiri hundrað fanat isk Newcastle viðhaldsfólk møtt upp, fyri at geva Mike Ashley eini greið boð. Á odda gongur ein stuttur, tættur og skallutur maður um tey 30 árini. Hann geilar hini viðhaldsfólkini upp og rópar: »Mike Ashley – Far út úr okkara felagið!« Stutt undan dystarbyrjan koma rópini úr hvørjum horni á St. James Park. Nýggi venjarin, Alan Pardew, fær onga móttøku. Tað er ilt at síggja hvussu Mike Ashley, ið er á stadium, skal koma burtur úr hesi støðuni. Eitt korter seinni kemur svarið. Eitt fríspark verður sent inn í Liverpool brotssteigin og umvegis høvdið á Andy Carroll, leggur Kevin Nolan Newcastle á odda. Brátt tagn aðu rópini um Mike Ashley. Nú var bara stuðul til leikararnar at hoyra. Í hálvleikinum gjørdist áfast mill um viðhaldsfólk hjá Newcastle og Liverpool. Eitt løgreglufólk fer umkoll í rokanum. Stutt eftir koma fleiri løgreglufólk uppí og fáa skilt viðhaldsfólkini at. Í seinna hálvleiki kemur Liverpool upp á javnt, og dysturin kann nú fara báðar vegir. Dysturin hellur spakuliga til fyri muns fyri Newcastle, tá nýggi venjarin velur at skifta 19­ára gamla Nile Ranger inn í álopið. Hann skapar Liverpool verjuni nógv ar trupulleikar. Yvirtakið hjá New­ castle umseta Joey Barton og Andy Carroll til mál ímóti dystarenda og tryggja Newcastle øll trý stigini. Uttanfyri St. James’ Park er kava kríggj millum Newcastle og Liverpool viðhaldsfólkini, og løg­ reglan má koma ímillum at skilja partarnar, áðrenn leikur gerst ov álvar samur. Í løtum síggja gøturnar uttan­ fyri St. James’ Park út sum ein skúlagarður. Á tíðindafundinum eftir dystin er greitt, at er Liverpool venjarin, Roy Hodgson er kroystur. Hann setur seg í heita stólin og sær alt annað enn fegin út. Fyrsti spurningurin er um vánaligu gongdina á útivølli. Liverpool hevur bara vunnið ein dyst á útivølli, síðani Roy Hodgson kom til í summar. Hatta er ein einfaldur spurn­ ingur, men tað er ringt at geva eitt einfalt svar aftur. Tú má spyrja meiri nágreiniligt, sigur Roy Hodgson heldur óður. Soleiðis heldur tíðindafundurin fram og ongin kann verða í iva um, at Roy Hodgson er ein kroystur maður í Liverpool, sum liggur á ein­ um 9. plássi. Dagurin á St. James’ Park byrj­ aði við óðum Newcastle viðhalds­ fólkum, men eitt gott úrslit kann gera allan munin. trondur@sosialurin.fo Newcastle vann við nýggjum venjara Fótbóltur Í vikuni fekk vældámdi venjarin hjá Newcastle, Chris Hughton, sparkið. Uttanfyri St. James’ Park mótmæltu viðhaldafólkini avgerðini hjá illa lýdda Newcastle eigaranum Mike Ashley, men nýggi venjarin fekk eina góða byrjan, tá Liverpool kom á vitjan. Sosialurin var á St. James’ Park leygarkvøldið. Alan Pardew fekk eina dreymabyrjan uppá nýggja venjarastarvið í Newcastle United Mynd: Polfoto dreymabyrjan Enska Barclays Premier League nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Arsenal 16 10 2 4 34-18 32 2 Manchester City 17 9 5 3 24-13 32 3 Manchester United 15 8 7 0 35-16 31 4 Chelsea 17 9 4 4 31-12 31 5 Tottenham 17 7 6 4 25-22 27 6 Bolton 17 6 8 3 30-24 26 7 Sunderland 17 5 9 3 20-18 24 8 Newcastle 17 6 4 7 27-26 22 9 Liverpool 17 6 4 7 21-22 22 10 West Bromwich 17 6 4 7 24-29 22 11 Blackpool 16 6 4 6 24-29 22 12 Stoke 17 6 3 8 21-22 21 13 Blackburn 17 6 3 8 22-27 21 14 Aston Villa 17 5 5 7 19-28 20 15 Everton 17 3 9 5 18-20 18 16 Birmingham 17 3 9 5 17-20 18 17 Fulham 17 2 10 5 16-20 16 18 Wigan 17 3 7 7 13-28 16 19 Wolverhampton 17 4 3 10 18-30 15 20 West Ham 17 2 6 9 15-30 12 Dagsins leikari: Andy Carroll skoraði eitt flott mál og legði upp til hini bæði málini. Hann var vandamikil allan dystin ígjøgnum. Hann kann blíva tann næsta superstjørnan hjá Onglandi, sum hann hevur spælt í ár.