mánadagur 13. desember 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mánadagur 13. desember · Nr. 171
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Maðurin við síða og frísuta hár
inum og stóra og gráa skegginum
stendur og starir út í tóma luft
eina løtu. Hann er horvin inn í sín
egna hugaheim.
Bersøgni vísusangarin letur
tónarnar, hann hevur framført,
hanga stillisliga í luftini eina løtu.
Tað
er
fullkomiliga
kvirt.
Gravar tøgn.
Tøgnin verður skjótt undarlig.
Áhoyrarnir sita bara og gløða at
manninum á pallinum. Tað er, sum
tíðin steðgar eina løtu.
– Vegurin til heljar er torg
reiddur, letur so brádliga úr djúpu
og eyð mjúku røddini.
Hann er skjótur at leggja
afturat, at tað er vegurin til himm
als kanska eisini.
Ein lítið sannførandi lát ur hoyr
ist millum mongu áskoð ar arnar.
– Vegurin til himmals er breið
ari, er ein áhoyrari knappur at
svara aftur.
Maðurin á pallinum hyggur
fram fyri seg. Hann hugsar seg um
eina løtu.
– Javell, er stutta og lítið út
grein aða svarið.
Tað er byrjanin til eitt av hædd
arpunktunum. Byrjanin til sangin
‘Kom høvdingi frá Golgata,’ sum,
hóast meira rokkutur, verður fram
førdur eins meistarliga sum hinir.
Risin aftur
Hanus G. Johansen hevur fingið
fótin fyri seg aftur. Hann er risin
aftur úr tunga sálarliga aldu
dalinum.
Tað bendi framførslan í Norð
ur landahúsinum fríggja kvøldið í
øllum førum á. Við stórum sjálvs
áliti og sínari nærveru legði hann
grundina fyri einari fantast isk ari
konsert, sum evnaríku tón leika
snillingarnir Benjamin Petersen,
Magnus Johannesen, Mikael Blak
og Kim Hansen, ið spældu undir,
lyftu upp millum fremstu føroysku
framførslurnar seinastu nógvu
árini.
Tað eru bara gott og væl 10
mánaðir síðan, at Dimmalætting
kom buldrandi á gøturnar við
mynd av Hanusi G. Johansen
á forsíðuni. Stóru og svørtu
bókstavarnir staðfestu, at ein av
okkara fremstu tónlistamonnum
dugir illa at fáa sítt lív at virka.
Hanus loysti frá posa band inum og
segði frá, hvussu hann livdi í einum
tungum sálarlig um and róðri.
– Eg havi verið sera tunglyntur
síðan síðst í november. Eg havi ikki
brúk fyri hjálp! Eg havi brúk fyri
onkrum at búgva í! Teir kunnu
stinga hatta medisinið upp í reyv
ina, segði hann beint fram.
Hanus G. Johansen fekk sítt
heilt stóra fólksliga gjøgnumbrot
við útgávuni ‘Gaman og Álvara í
1988’. Hann hevði smíðað løg til
yrkingar hjá Poul F., sum skjótt
vunnu honum serstøðu millum
máttmestu tónaskaldini á før oyska
tónleikapallinum.
Hann hevur verið frammi í stutt
um millumbilum síðan, mill um
annað við Aldubáruni og yrkingum
eftir norska skald i ð Jakob Sande,
umframt fleiri serstakar løtur á
Summar festi valinum.
Tað hevur stundum brotið upp
um bæði sker hjá Hanusi hesi árini.
Tónlistamaðurin, sum vaks upp í
Klaksvík, hevur havt torført við
at fáa tilveruna at hanga sam an
fíggjarliga. Hann segði í Reflek
sjón, mentanarsendingini í Kring
varpinum, at hann hevur havt 33
ymsar bústaðir seinastu 29 árini.
– Eg eri heilt forbannað troyttur
av at skulu flyta alla tíðina, staðfesti
hann í send ingini.
Nú tykist sum, at hann hev ur
funnið fótafesti aftur. Við perlu
fløguni ‘Hørpuspælarin – Hanus
syngur Poul F.’ prógvar hann sínar
tónlistaligu gávur.
At føroyingar hava tikið til sín
klaksvíkingin við serstøku út
sjónd ini sum fólkaogn, prógvaðu
útgávukonsertirnar hesaferð.
Landsstýrisfólk, lærarar, ar
beiðs leys, tónleikarar, skúla næm
ingar, postboð, uppvaskarar og
fleiri onnur sótu undir liðini á
hvørjum øðrum og hvíldu í løtuni,
meðan Hanus var á pallinum.
Gloymdu seg burtur
Tað hevur verið lítið hugaligt at
sitið og hugt at føroyska sam
felags meldrinum seinastu mán að
irnar.
Sparingarnar á eldraøkinum,
skrædlið hjá Eik Banka, rotin
skapurin í miðfyrisitingini í sam
bandi við løggildu grann skoð ar ar
nar, upp sagnirnar á Faroe Seafood,
vánaligu PISAúrslitini og nógv
annað hava sett dags skránna.
Føroyski tjóðskaparsligi stolt
leikin fær javnan ein undir vang an
í hesum døgum.
Tað er hinvegin fleiri ferðir
prógv að, at tað skal lítið til at savna
lítlu tjóðina.
Tað var, sum gjørdi Hanus G.
Johansen, og hinir á pallinum,
ein heiðurligan manngarð um
áhoyr ararnar. Lívsins spurningar,
illhugs arnir og óttin fyri komandi
tíðum vóru kveistraður til viks í
hálvan annan tíma.
Tú gloymdi deprimerandi til ver
una eina løtu.
Tað var kveikjandi at hoyra
Hanus syngja mergj aðu yrk ing
arnar hjá sumbiar skald inum.
Slíkar løtur festa av álvara í
aftur tjóðskaparsligu glóðina og
minnir okkum á, at Føroyar standa
einki aftan fyri onnur á ymsum
pallum.
Tað er alneyðugt at fáa stað fest,
at vit duga, tí tíðindaflutningurin
bendir ikki á tað í hesum døgum.
Endiliga nýtt tilfar
Tað eru heili 22 ár síðan, at Hanus
G. Johansen kom við fløguni
‘Gaman og Álvara.’
Hóast føroyingar hava fagn
að honum og trúliga sungið við
á hansara framførslum síð an, so
hevur hann verið lítið ný hugs andi
og slóð brótandi. Fólkini hava fingið
tað, tey hava ynskt sær. Sangirnir
‘Átjan’, ‘Saknur’ og ‘Á, kundi á tíðar
havi’ hava verið fólkaogn. Før
oyingar hava ongantíð fingið nóg
mikið av Hanusi G. Jo han sen.
Orsøkin er helst, at hann hevur
havt fáar framførslur, sam an borið
við fleiri aðrar tón leikarar og tón
leikabólkar.
Tað er hinvegin upp á tíðina, at
Hanus G. Johansen leggur nýggj
løg afturat rúgvuni, og soleiðis
verður aktuellur aftur.
Við nýggjum hvøssum upp gerð
um við átrúnaðin, kærleikan og
menniskjuni verða hansara kom
andi framførslur øðrvísi. Og tað ger
einki.
Hanus er Hanus
Framførslan nærkast endanum, tá
Hanus steðgar á eina løtu og stillar
guittarin.
Hann spælir nakrar tónar,
skrúv ar eitt sindur, og spælir so
aftur.
Soleiðis heldur hann á í gott og
væl 20 sekund.
– Ja, hatta var sangurin. Klappið
bara nú, letur skemtiliga úr honum.
Áhoyrarnir flenna í kíki.
Hanus er fullur í sjálválitið.
Hann er stuttligur og álvarsamur
á pall inum. Hanus er Hanus.
Hann hevur onga trongd at gera
seg upp, hava fýrverk, dans arar og
annað við á pallin fyri at ríka um
løtuna.
Hanus undirheldur við sínum
tónleiki og sjarmerandi lyndi. Og
tað riggar hamrandi væl.
uni@sosialurin.fo
“Sæl er tó fjøldin hin blinda,
ið sorgleys sum óviti fer,
men grim tykist skapningsins lagna
honum, ið gløggur er”
- Úr sanginum ‘Ei svarar úr loyndardýpi’
“Tó neyðar mannabørn siga:
algóði Gud setti os her
til æviga dýrd at vinna;
tað látur- og grátuligt er.”
- Úr sanginum ‘Ei svarar úr loyndardýpi’
“Hví skaptust ótaldar milliardir
til pínslu og heljarstríð?
Ei svarar úr loyndardýpi,
um vit spyrja æviga: hví.”
- Úr sanginum ‘Ei svarar úr loyndardýpi’
“Mín sál hevur granskað og funnið
bert rúmdar kulda og tøgn,
kent gosið frá veldigum víddum,
sæð enda á lívsins søgn.
Eina eg kólnandi stardi
á tíðinnar vónleysa hav:
sum brestandi bløðrur í skúmi
søkk lívið og knøttur í kav.”
- Úr sanginum ‘Hørpuspælarin’
“Góða ongantíð fer tú úr huga
um eg fari so víða um verð,
nátt sum dag kann títt yndi eg skoða,
djúpt í hjarta tú avmyndað er.
Bjørt og vøkur var Venus hin væna,
tá hon, nýfødd, í brimhjómi vóð,
sveipt í sólgulli elskhugsgudinna,
fyri mær, tó tú bjartari stóð.”
- Úr sanginum ‘Góða ongantíð fer tú úr huga’