Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. desember 2010 · Nr. 172 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Á psykiatrisku deild á Lands­ sjúkrahúsinum búgva 20 fólk, sum ikki hoyra heima har, men sum onga aðrastaðni hava at fara. – Hetta eru fólk, sum er liðugt viðgjørd og sum kundu flutt út í morgin, høvdu tey nakað at fara til, staðfestir Tórmóður Stórá, leiðandi yvir lækni á psykiatriska depl inum á Lands sjúkra hús­ inum. – Men tað hava tey ikki og tað eru ikki virðiliga um­ støður at bjóða teimum, legg­ ur hann afturat. Tí harmar tað hann, at Rósa Samuelsen nú hevur slept ætlanini at byggja íbúð­ ir til hesi og at hesar íbúðir skulu byggjast í Sanda vági ístaðin. Hann staðfestir, at at lækna fakligi serkunnleikin er ikki eftirspurdir, áðrenn av gerð in varð tikin um at flyta verkætlanina til Sanda­ vágs. Tað var ikki fyrrenn mál ið hevði verið frammi í Sosial­ inum, at Psykiatriski depilin fekk málið til ummælis. Og Tórmóður Stóra á stað­ festir, at læknafakliga er ong­ in ivi um, at tað einasta rætta er at halda fast um ætlanina at byggja íbúðirnar í Havn. Trupulleikin ikki loystur Hann vísir á, at í veruleik­ anum er talan um eitt gamalt mál. Tað var heilt afturi í 2001 at málið um at byggja bú­ stað ir til sinnisveik tók seg upp. Tá var niðurstøðan, at tørv urin var størstur í Suður­ streym oy og fakliga tilmæli var, at tað fyrsta sambýli til sinnisveik skuldi byggjast í Suðurstreymoy. Fyrireikingar vórðu sett ar í verk, men tá ið upp skot ið kom á borðið, hildu politik­ ar arnir, at tað varð ov dýrt. Ístaðin fyri vórðu eini hús keypt í Sandavági og gjørd um til sambýli til sinnisveik. Tórmóður Stórá veit ikki, hví valið akkurát fall á Sanda vág. – Men tað var framvegis semja um, at okkurt máttu gera í Havn og semja var eisini um, at endamálið skuldi vera at útvega bústaðir til, sum búðu á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. – Vit vóru samd um, at hetta var tað mest átrokandi mál ið at loysa. – Tað vóru næstan 20 sinnis veik, sum høvdu búð á psykiatriska deplinum í 20­ 30 ár, og vit hildu, at tað var átrokandi at útvega teimum mannsømilig kor. – Tað sigur seg sjálvt, at tað hoyrir ikki nútíðini til, at fólk hava fastan bústað á eini psykiatrisku deild. Tað er eitt grundprinsipp í nýmótans sálarfrøði. – Nú hava tey so búð har í 30­40 ár og málið er fram­ vegis ikki loyst. – Men tey kunnu ikki fara hvar sum helst, tí eftir at hava búð so leingi á psyki­ atrisku deild, sigur tað seg sjálvt, at tey eru ikki før fyri bara at flyta í eina íbúð. Held­ ur hava teiy brúk fyri onkr­ um slagi av pensjonati. – Samstundis hava tey búð so leingi í Havn, at tað er her, tey føla seg heima og kenna umtøðurnar. – Nógv av teimum hava eis ini so vánalig minnir úr síni heimbygd av tí, at tey eru sjúk og eru blivin happað, at tey vilja ikki aftur út á bygd, men vilja verða verandi í Havn. – Tí trúgvi eg onki upp á, at tey vilja flyta til Sandavágs. Tórmóður Stórá stað­ fest ir, at verða ibúðir bygd­ ar í Sandavági, verð ur trupulleikin, sum lækna­ fak liga varð mettur at verða mest átrok andi, framvegis ikki loystur. – Psykiatriska deild fer fram vegis at verða heimið hjá 20 sinnisveikum, sigur hann. aki@sosialurin.fo 20 fólk sleppa ikki av sjúkrahúsinum ÍBÚÐIR TIL SINNISVEIK Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, spurdi ikki læknafakliga serkunnleikan, áðrenn hon tók avgerð um at strika ætlanina at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn og flyta tær til Sandavágs Áki Bertholdsen – Tað er eitt sindur váði av Rósa Samuelsen at brúka ætlaða depilin fyri sinnisveik í Vági sum fyrimynd, nú hon ætlar at byggja íbúðir fyri sinnis veik í Sandavági. Tað heldur Tórmóður Stóra, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Hann vísir á, at dep­ ilin í Vági er er ein ný­ skipan og enn veit ong­ in, hvussu hann fer at hepn ast. – Veruleikin er, at enn veit ongin rættiliga, hvussu depilin í Vági skal skipast. Av tí sama er tað heldur ongin, sum veit, hvussu hann fer at hepnast. – Og áðrenn vit yvir­ høvur vita, hvussu hann fer at hilnast, er tað eitt sindur váði at kopi era hann aðrastaðni í land­ inum. Tórmóður Stóra sigur, at áðrenn modellið í Vági verður kopierað aðra­ staðni í landinum, eiga vit at heysta nakrar roynd ir úr Vági, sum vit kunnu endurskoða og taka við í viðgerðina, áðr enn vit byggja meir. Han endurtekur tískil, at ístaðin fyri at byggja í Sandavági, eiga vit at byggja íbúðirnar í Havn, soleiðis sum ætlanin alla tíðina hevur verið síðani í 2001 og sum loysa ein væl útgreinaðan trupul­ leika. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Tórmóður Stórá, leið andi yvirlækni á psyki at r­ iska deplinum á Lands­ sjúkrahúsinum, er samd­ ur við Sinnisbata í, at tað er óheppið at savna so nógv sinnisveik í eini lítlari bygd sum Sanda­ vági, soleiðis sum Rósa Samuelsen ætlar. Hann heldur, at tey verða ov sjónsk í bygdar­ myndini og tað hóvar teimum ikki. – Tey trívast best í størri plássum, har tey kunnu krógva seg í mongd ini, sigur hann. – Tað er væl kent úr sálarfrøðini, at sálarsjúk leita til býirnar, tí har er lætt ari at hvørva í mongd ini. Hann sigur, at tað kann vera, at tilboðini eru mong í Vágum. Men tað skal eisini havast í huga, at hjá sálarsjúkum er tað ikki nokk at hava til boð. Tað hevur eisini týdn ing, at tilboðini eru lætt atkomulig og tað skal ikki vera neyðugt at ansa eftir ferðaætlanum hjá bussum og annars brúka tíð at leggja til rættir fyri at brúka tey tilboð, sum eru, tí tað megna nógv av teimum ikki. Annars vísir hann á, at frammanundan eru sam býli í Sandavági til 10 bú fólk. Verða 16 íbúðir bygdar afturat, verða 26 pláss í Sandavági. – Eg stúri fyri, at av­ leið ingin verður, at sam­ býlini verða niðurløgd, so at vit ikki fáa 16 íbúðir afturat, men at tað fer at verða skorið burtur av, akkurát, sum tað er hent við plássunum á ellis­ og røktarheiminum í Suðuroy. Har verður ellis­ og røktarheim bygt í Vági til 24 pláss, men samstundis verða átta pláss niður­ løgd á Tvøroyri, so netto­ vinningurin er lítil. – Tað hava vit av gjørt ikki brúk fyri á psyki­ atriska økinum, sigur Tórmóður Stóra. Hann sigur, at tað, sum brúk er fyri, er fleiri plássum. – At so umstøðurnar ikki eru tær bestu í eina tíð, er so, hvat tað er, legg ur hann afturat. Hann ávarar eis ini ímóti at blanda menn­ ing ar tarnað og sálarsjúk saman. – Vit eiga at verða øgi liga tilvitað um at skilja bólkarnar sund­ ur, tí sálarsjúk vilja ikki uppfatast sum menn ing­ ar tarnað og menn ing ar­ tarnað vilja ikki upp­ fatast sum sálar sjúk. aki@sosialurin.fo – Eg trúgvi einki upp á, at tey sinnisveiku, sum hava búð á psykiatrisku deild í 30-40 ár, vilja flyta til Sandavágs, sigur Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Hann varð ikki spurdur um ætlanina at byggja íbúðir til sinnisveik í Sandavági, fyrenn tað hevði staðið í Sosialinum Váði av Rósu Betri tilboð í Havn IKKI SPURDUR Læknafakliga hava vit altíð mælt til at byggja íbúðirnar í Havn og tað gera vit framvegis