Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. desember 2010 · Nr. 172 6 Sosialurin Eirikur Lindenskov Eitt stórt herðaklapp og ein risa framgongd til Kaj Leo Johannesen og Sam bands­ flokkin – og ein log andi beint á kjaftin til Jóannes Eides­ gaard og Javnað ar flokk in. Tað er høvuðs nið urstøðan av veljara kanning, sum Gransk­ ing ar depilin fyri Samfelags­ men ning hevur gjørt fyri Sosialin. Fólkaflokkurin fær eisini ein frammaná, meðan and­ støðu flokkarnir standa so at siga í stað. Úrslitið er stutt og greitt, at býtið millum samgongu og and støðu er tað sama. Men tað merkisverda er, at meðan Sam bandsflokkurin fær eina fram gongd upp á 10,1 prosent, so missa Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin til svar­ andi 10,1 prosent. Av teimum missur Javnaðarflokkurin tey 6,4 og Fólkaflokkurin 3,7. Í andstøðuni er skilið tað sama. Tjóðveldi gongur 1,3 prosent fram, meðan Sjálv­ stýrisflokkurin og Mið flokk­ urin ganga ávika vist 0,6 og 0,7 prosent aftur ­ ella 1,3 prosent til samans. Men tað merkisverda í hesi veljarakanning ­ fram um nakra aðra er, at tað tykist, sum um Sa m bands­ flokk urin dustsýgur sínar sam gongufelagar fyri at­ kvøð ur. Tað hevur hepnast Kaj Leo Johannesen sera væl í løgmanssessinum, og sambært teimum sjey veljara kann ingunum, sum eru gjørdar síðani valið í janu ar í 2008, hevur gongdin ver ið støðug, hóast tað ongan tíð hevur gingið so væl sum hesaferð, har flokkurin fær 31,1 prosent. Hjá Javnaðarflokkinum hevur gongdin somuleiðis ver ið týðulig í øllum hesum kann ingunum, hóast tað ongan tíð hevur gingið so illa sum hesaferð. Fyrstu átta mánaðirnar eftir valið stjórn aði Javnaðarflokkurin CHE samgonguni saman við Tjóðveldinum og Mið­ flokki num. Tað vísti seg bein an vegin, at hesum vóru veljararnir hjá Javn að ar­ flokkinum ikki glaðir fyri, tí í fyrstu kanningini eftir valið, sum varð gjørd í august í 2008, fekk flokkurin bara 14,2 pro sent, og flokkurin hevur lig ið har niður ímóti síðani, so tað tykist als ikki at hava hjálpt, at Jóannes Eidesgaard gav Tjóðveldinum krakk og tveitti seg í føvningin á Sam­ bands flokkinum. Afturgongdin hjá Fólka­ flokki num hevur ikki verið eins týðulig síðani seinasta val, sum hjá Javn að ar flokki­ num. Fólka flokkurin hev ur í hesum døgum stórar innan­ hýsis trupulleikar. Ein pro­ filur í tingmanningini hev­ ur vent flokkinum bakið, og tveir aðrir verða í hesum døgum ákærdir fyri brot á lóg ina um stjórnarskipan Før oya. Samgongan tykist ikki fáa tað stóra mótspælið frá andstøðuni, men hóast oyði­ mark ar gongd, so megnar Tjóð veldi at halda sína støðu sum stóri andstøðuflokkurin og alternativið til ein stjórn­ ar berandi flokk. eirikur@sosialurin.fo Eidesgaard fær e frammaná VELJARAKANNING Javnaðarflokkurin verður bumbaður aftur til 1932 og tykist ikki at hava nakran kjans at gera seg galdandi millum teir stóru, meðan Sambandsflokkurin stormar fram sum tann klárt ráðandi flokkurin í føroyskum politikki Eirikur Lindenskov Javnaðarflokkurin hevur havt sína stórheitstíð. Tað var á valinum í 1958, at Javnaðarflokkurin fekk gjøgnumbrotið við fólka­ pen sjón ini. Tá vaks flokkurin úr 19,7 prosentum til 25,8 og fór frá fimm til átta tingmenn. Við hes­ um gjørdist Javnaðarflokkurin størs ti flokkur, fekk løgmann og helt støðuna sum størsti flokkur næstu 20 árini. Hóast Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin onkur skifti í áttatiárunum vóru størri, so helt Javnaðarflokkurin sær í oddi num ­ og gjørist nógv størstur á vali­ num í 1990, tá flokkurin fekk 10 um boð vald á ting. Men í 1994, tá javnaðarfólk og fakfelagsfólk vendu flokki­ num bakið og stovnaðu Verk a­ manna fylkingina, fór flokkurin í knús. Hann misti helmingin av undirtøkuni og fekk einast fimm fólk vald. Í 1998 gekk betur, flokk­ urin vann sær tvey umboð afturat, men síðani hevur bara gingið aft­ ur, um enn ongantíð so illa, sum veljara kanningin nú boðar frá. Fyri at finna eitt so vánaligt úrs lit hjá Javnaðarflokkinum, so skulu vit leita aftur til tvey tey fyrs tu valini hjá flokkinum ­ í 1928 og 1932, tá flokkurin fekk góð 10 pro sent. Flokkurin er bumbaður 78 ár aftur í tíðina hvat undirtøku við vík ur. eirikur@sosialurin.fo Bumbaður aftur til 1932 KANNING Ikki síðani 1932 hevur tað gingið verri hjá Javnaðarflokkinum, enn úrslitið av hesi veljarakanningini vísir FÓLKAFLOKKURIN 20,1% 21,0% 19,3% 7,2% 23,3 8,4% 0,7% 0,0% SAMBANDSFLOKKURIN JAVNAÐARFLOKKURIN SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN TJÓÐVELDISFLOKKURIN MIÐFLOKKURIN MIÐNÁMSFLOKKURIN 16.4% 31.1% 13.0% 24.6% 7.2% 7.8%