Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. desember 2010 · Nr. 172 16 Sosialurin Kjak Í 1983 staðfesti tann ungi guvernørurin í Arkansas, Bill Clinton, at støðið í skúlaskipanini í tí fátæka statinum var væl lakari enn í restini av USA. "Og tað er har, setast skal inn", segði hann. "Fyrst og fremst grundskúlin og síðani hægri skúlar skulu lyftast upp á eitt hægri støði. Tað er lykilin til allan framburð. Eru vit ikki stinn í teimum grundleggjandi førleikunum, kunnu vit ikki gera framstig á øðrum økjum." Tann umfatandi ætlanin var í fleiri stigum: M.a. skuldu lærarar hava hægri løn. Næmingar skuldu til regluligar royndir. Eisini lærarar skuldu til regluligar royndir. Og síðst, men ikki minst: Tað var liðugt við heilt smáum skúlum! Skuldi tað bera til at geva næmingunum mennandi avbjóðingar, so kravdust stórir skúlar! Reformurin elvdi til stríð við nógvar partar - men tað bar á mál, og úrslitini komu eisini. Fyrr í ár vitjaði mentanar- nevnd løgtingsins á Prince Edward Island, har vit tosaðu við leiðandi fólk um tær stóru og sera væleydnaðu broytingarnar, sum har eru gjørdar í barnaskúlanum. Og eisini tey gjørdu púra greitt, at ein avgjørd fortreyt fyri øllum var, at smáir skúlar vórðu lagdir saman í størri. Skal tað vera fjølbroytt, má tað vera stórt! Eitt mugu vit semjast um Nýggja pisakanniningin vísir enn einaferð, at Føroyar eru har, sum Arkansas var í 1983: Langt aftan fyri grannarnar. Og tað er eingin ivi um, at politiska skipanin hevur sín stóra part av ábyrgdini. Eitt er, at vit ikki seta í verk djørv, nýskapandi átøk. Verri er, at vit ikki ein gang megna at gera tað, sum er so neyðugt, at tað virkar heilt banalt at siga tað: At leggja smáar skúlar saman í stórar skúlar! Ikki tí tað er eitt mál í sjálvum sær. Heldur ikki fyri at spara. Men tí tað er ein fortreyt fyri veruligum, pedagogiskum og fakligum broytingum. Í Dimmalætting fríggja- dagin hevði Páll Isholm eina frálíka kronikk, har hann vísti á, hvussu púrasta burtur úr vón og viti tað er, at vit hava allar hesar smáu skúlarnar. Eg skal ikki endurtaka tað her, men bara staðfesta, at verandi skipan ger okkara skúla nógv verri, enn hann kundi verið. Fakliga verri, pedagogiskt verri, sosialt verri. Fólkaatkvøða Men málið um skúlasaman- legging er eitt syndarligt dømi um, hvussu tung, stirv- in og órationel tann politiska skipanin er. Sum er kann fólkaatkvøða vera í øllum teimum bygdum, har ein lítil skúli verður sam- anlagdur við ein størri skúla, soleiðis at bygdin "missir" skúlan. (Eg skrivi "missir" í gásareygum, tí veruleikin er, at eingin missir nakran skúla.) Høvdu fólk í bara einari bygd atkvøtt ímóti saman- legging, hevði verið trupult at gjørt nakað sum helst. Og tað eru jú onnur atlit enn dygdin á skúlanum, sum kundu gjørt, at fólk vóru ímóti. Tí kom landsstýriskvinnan í vár í tingið við einum uppskoti, sum hevði til endamáls at taka rættin til fólkaatkvøður burtur, og at taka burtur forðingina fyri, at skúlaflokkar kunnu um- skipast, tá teir eru stovnaðir. At samtykt hetta hevði ikki verið nøkur skúlasaman- legging - tað hevði bara tikið forðingarnar av vegnum, so hol kundi verið sett á prosessina. Eingin stýring Men í sjálvum tingsalinum sá landsstýriskvinnan, at upp- skotið hevði ikki meiriluta, og tók tað aftur! At hugsa sær: Ein minist- ari bakkaði frá sínum egna politikki í sjálvum parlamenti- num, tí andstøðan í hennara egnu samgongu - og hennara egna flokki! - var so stór. Tað var ræðuliga pínligt. Og tann sokallaði "stjórnar- leiðarin", Kaj Leo, hvørs upp- gáva er at samskipa og skapa disiplin, ja, hann lat bara alt flóta. Síðani tá hava signalini verið, at skúlareformurin nokk skal koma - men at hann nú skal bíða eftir kommunureforminum. Pro- blemið er bara tað, at komm- unureformurin hevur fingið effinett somu lagnu sum skúlareformurin: Andstøðan í samgonguni blokkerar, og einki hendir. Altso: Skúlareformurin, sum samgongan blokkerar, skal nú bíða eftir komm- unureforminum, sum sam- gongan eisini blokkerar... Tað er heilt komiskt. Annika og Helena hava ikki nóg stóran myndugleika til at kunna fáa sín egna politikk gjøgnum sína egnu samgongu og sínar egnu flokkar. Víst hava tær hótt við at seta sín sess uppá spæl - men tær gera tað ikki. Kaj Leo hevur sanniliga vald til at fáa disiplin í, men brúkar tað heldur ikki. Endamálið tykist vera at varðveita sessin - ikki at brúka sessin. Dómur yvir leiðsluna Ímeðan hesin syndarligi sjónleikur verður spældur, stríðist skúlaverkið við ein bygnað, har vit ikki fáa sum mest fyri pengarnar, og har næmingarnir ikki kunnu fáa tær avbjóðingar, teimum tørvar. Víst hava bæði skúla- stjórar, foreldur, lærarar og næmingar ábyrgd av Pisa- úrslitinum. Men úrslitið er sanniliga eisini ein dómur yvir eina politiska leiðslu, sum ikki ein gang klárar at gera tað, sum øll vita er neyðugt... So leingi hetta er støðan, kunnu politikarar illa krevja nakað sum helst av nøkrum øðrum. Situr sum gísli Mítt tilmæli til Helenu Dam á Neystabø skal vera, at hon ásannar, at ABC-samgonguni vantar leiðslu. Samgongan er ikki virkisfør og megnar ikki at fremja nakran reform á skúlaøkinum. So skal landsstýriskvinnan lata samgongu vera sam- gongu, flokkar vera flokkar - og síðani vita, um tað ikki finst ein meiriluti á tingi fyri seta skúlareformin á lunnar. Í løtuni situr hon sum gísli hjá síni egnu samgongu. Sjúrður Skaale Pisa-kanningin er ein dómur yvir politisku leiðsluna Skúlin er læstur fastur í fortíðini. Men skúlareformurin, sum samgongan blokkerar, bíðar eftir kommunureforminum - sum samgongan eisini blokkerar. Landsstýriskvinnan er gísli hjá síni egnu samgongu. Hvussu kunnu politikarar krevja nakað av nøkrum øðrum? Tað er óført reyp - onkur skrivar, at henda stóra verk- ætlan er komin í lag meðan javnaðar- og tjóðveldis- samgongan hevur sitið. Um eg stóð fyri hasi verkætlanani, hevði eg tagt sum mest, og bygt heimið í allari stillheit (helst um náttina), og so yvirraskað fólkið við einum heimi so stórum, at pláss varð fyri øllum á bíðilistanum. Tí hasum er einki at reypa av, tvørturímóti stór skomm, soleiðis sum vit fara við okkara gomlu. Heimið skuldi verið bygt fyri langari tíð síðani. Grundøkið varð keypt í 2005, og heimið verður vantandi ikki liðugt fyrr enn í 2012. Pláss verður fyri 64 fólkum, meðan o. u. 145 í dag standa á bíðilista í Suðurstroymoy. Hvat hevur man ætlað at gjørt við tað? Bara latið staðið til? Var í føðingardegi í gjárkvøldið, har ein kvinna greiddi frá um mammu sína. Hon er sjúk og liggur einsamøll heima; fær ikki gingið og dettur ofta. Pápin, sum er dementur og illa fyri, er júst sloppin inn á eitt heim. Einasta ynski hjá mammuni er at sleppa at verða saman við manninum. Hon vitjar hann dagliga og situr saman við honum allan dagin, men kann ikki búgva har, tí har er ikki pláss. Dóttirin hevur nú ætlanir um at flyta av landinum við teimum, tí hon hevur roynt alt tað, hon kann í Føroyum; millum annað hevur hon sjálv eisini verið noydd at verið heima í 2 ár og passa m a m m u n a . M a m m a n er tung at lyfta, og hetta hevur gingið út yvir handliðið hjá dóttrini, sum nú ikki orkar meira. Eru øll hugskotini við tí sokallaðu »viftuni« av tilboðum, sum eventuelt skuldi byggast uppi í Berja- brekku slept? Har skuldu verða vardar eldraíbúðir við felagsrúmi, har møguleiki skuldi verða fyri at eta og hugna sær saman? Steðgar alt hetta nú bara upp, tá ið gongd kemur á Boðanesheimið, sum ikki eingang nøktar tørvin í dag? Tað haldi eg at ein og hvør dugir at rokna út, at hetta er ikki nøktandi. Alt hatta tvætlið við »hvør ið eigur barnið«/ábyrgdarbýti, land ella kommuna, er líkamikið. Tað bar til at byggja brúgv, tá tosað bleiv um Tjóðpall, so verri enn so er tað ikki. Í hvussu so er má nakað álvarsligt henda innan eldraøkið, tað nyttar ikki bara at lata standa til. Áttu vit at havt ein »uppfylgingar- borgarafund« aftur? Áttu vit at havt ein "uppfylgingar- borgarafund"? Jóna Mortensen Ja nú hoyra vit so aftur, at spakin verður settur í til byggingina av Boðanesheiminum