mikudagur 15. desember 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 15. desember 2010 · Nr. 172
Sosialurin
Jólablaðið
Hetta er mín
jólasangur
Elinborg Joensen: Hin
vænasta rósan er funnin
– Mín yndis jólasálmur er nr. 130 í sálmabókini. Tað er Brorson,
sum yrkti hann í 1732, sigur Elin borg Joensen, sum býr í Hoy vík.
Hann snýr seg um, at hin vænasta rósan er kom in í heimin.
Fyrr var myrkt og vónleyst, nú er ljóst og vónríkt.
Men Brorson heldur tó, at kunnleikin um hesa rósu er rokkin
ov stutt. Enn eru fleiri, sum als ikki hava fingið tað við. Og so er
sálmurin eisini rannsakandi: Hví halda vit okkum so háar, hví
standa vit altíð so reystir - í stórleika festir (ø.5)? Heldur áttu vit
at leitað at eyðmjúkum støðum, tí tá fáa vit Jesus í talu.
Ikki eru reglurnar mangar, men Brorson fær sagt so ómetaliga
nógv í hesum sálmi. Vit mugu minnast til, hví vit halda jól. Eisini
vit, sum hava so nógv at stákast við undan jólum. Spell, um tað
bert var ein vakur innantómur pakki.
Í síðsta ørindi lítur hann inn at sær sjálvum og biður eina bøn
um ongantíð at missa hesa rósu burtur:
Lat verøld meg háða og aga,
lat tornarnar stinga og naga,
lat lakið tey yvir meg breiða,
eg rósuna altíð vil eiga.
Gleðilig jól!
Hin vænasta rósan er funnin,
á hvassastu tornum útrunnin.
Vár Jesus, tann rósan, hon gróði,
hvar fólk fast í syndini svóvu.
2. Frá heiður vár spiltist hin fríði
Guðs bílæt at bera til prýði,
lá verøld í villu og oyði,
í synd vit tá øll burtur doyðu.
3. Guð rósuna læt tá fram spíra
at reinska og bøta vár' dýra
í syndini sekaða gróður,
so aftur hann verða kann góður.
4. Øll verøld seg eigur at frøa
og lovsálmar mangar at kvøða;
men stutt er tann kunnleiki
nomin,
at rósan til jarðar er komin.
5. Tit harðvunnu tistlar og dáar,
hví halda tit tykkum so háar?
Hví standa tit altíð so reystir
í spillandi stórlæti festir?
6. O, leitið at eyðmjúkum støðum,
for Jesusi grátið á knøum!
Tá fáa tit Jesus í talu;
tí rósurnar vaksa í dali.
7. Mín Jesus, tú veri í vali
mær rósa og dýrgripur sæli!
Tær eitrandi lystir tú oyðir,
til kross tín meg blídliga leiðir.
8. Lat verøld meg háða og aga,
lat tornarnar stinga og naga,
lat lakið tey yvir meg breiða,
eg rósuna altíð vil eiga.
Brorson 1732/Ókendur týðari
Hin vænasta rósan er funnin
Í TALU
– Vit áttu heldur at leitað at
eyðmjúkum støðum, tí tá fáa vit Jesus
í talu, sigur Elinborg Joensen í Hoyvík
Gávu- og blómuhandilin Flora í
Klaksvík er staðið, har jólini byrja.
Ein handil sum ger nógv burtur
úr jólunum er gávu- og blómu-
handilin Flora í Klaksvík.
Handilin við Klaksvíksvegin er
pyntaður til jóla og er á tremur við
jólaprýði og tí sum hoyrir jólunum
til.
Jólini hjá Floru byrjaðu fyrsta
sunnudag í advent, tá handilin
skipaði fyri jólahugna við kaffi,
gløgg og tónleikaframførslu.
Í sambandi við jólini er nógv
nýggj vøra heimkomin. Har eru
jólagávuhugskot í hópatali og
gávu lutir til fólk í øllum aldri.
Handilin hevur fleiri lekkur merkir
og er eitt av teimum Green Gate. Í
Green Gate fart tú koppar, talerkar,
viskistikkir,teppir pútir og nógv
annað.
Fleiri nýta eisini høvi at senda
jóladekoratiónir ella hyazintskálir
sum jólaheilsanir til vinfólk og
kenningar.
Í jólamánaðinum eru fýra fólk
knýtt at handlinum, har tvær eru
útbúnar blómubindarar. Vit gera
brúðarbukettir, kransar, borðprýði,
dekoratiónir og onnur kreativ prýði
við blómum. Alt verður gjørt, sum
kundin ynskir. Hjá okkum er bert
hugflogið, sum setir mørkini, sigur
Rúna Reyðberg, sum eigur og rekur
gávu- og blómuhandilin Flora í
Klaksvík.
Flora – har
jólini byrja