mikudagur 15. desember 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. desember 2010 · Nr. 172
20
Sosialurin
Ársinsjólahandil
Jólagávur í 110 ár
Í handlinum Maria Poulsen Bú
nýti hava tey fyrireikað seg væl til
jólini. Har er alt at fáa frá alskyns
jólapynti til jólagávhugskot í
øllum prísklassum.
Maria Poulsen Búnýti í Tórs
gøtu man teljast millum elstu
handlar í landinum og ein býar
mynd í Havn. Handilin stav
ar upprunaliga frá 1900, tá
Ludvig Poulsen, maður Mariu
Poulsen, sum stovnaði sína egnu
blikksmiðjufyritøku í 1890, byrj aði
at selja køkslutir, posta lín og glas.
Síðan 1906 hevur handilin hildið
til á somu adresssu í Tórs gøtu.
Hóast handilin er 110 ára
gamal, hevur hann alla tíðina
verið dag førdur við tí nýggjasta
innan bú nýti á marknaðinum.
Har eru nógv kend merkir sum
t.d. Raadvad, Rosendahl, Royal
Copenhagen, Titan, Villeroy &
Boch, Adax, Georg Jensen, Bodum
og HolmeGaard. Handilin hevur
eitt stórt úrval av ferða taskum,
handtaskum og kuffert um av
øllum sløgum.
Til jóla er handil á tremur við
jólapynti sum t.d. jólaligum eskj
um, nissufigurum, jólakúlum,
jóla hjørtum,
kalendaraljósum,
jóla træs stjørnum, jólaklokkum,
jóla krúss um og nissum við lan
ternum til fýr fats ljós.
Jólagávuhugskotini
tróta
held ur ikki, har er alt innan bú
nýti sum t.d. skálir, gløs, salt og
piparkvørnir, feittskiljarar, ljósa
stakar, grýtur, pannur og kasse
rollur.
Øll eru vælkomin í handilin
at síggja okkara stóra úrval av
jólapynti og gávuhugskotum,
sigur Súsanna á Dul, handils
leiðari í Mariu Poulsen Búnýti.
12