Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173 6 Sosialurin Randi Jacobsen Mikudagin var sjórættur settur fyri at fáa frágreiðing um hendingina, tá ið útróðr­ ar bátu rin Oddny sakk norð­ ur úr Kalsoynni. Bara skiparin, Jógvan So fus Vilhelmsen varð av­ hoyrd ur. Teir vóru tríggir menn, sum fríggjakvøldið beint fyri mid nátt fóru av Klaksvík við Oddny. Skiparin greiddi frá, at hann hevði skips føra ra papp­ ír, sum hann ongantíð hevði brúkt, men hann hevði ver­ ið við Oddny fór í driftina í 2008. Pápin og pápabeiggin áttu bátin. Jógvan Sofus Vil­ helm sen førdi bátin hetta seinasta árið. Gott skip Útróðrarbáturin Oddny hev­ ur eingi brek av týdningi havt. Báturin varð smíðaður í 1947 og var sostatt 63 ára gamal. ­ Tað er eingin høgur aldur fyri eitt slíkt skip. Oddny var í góðum standi, segði Jógv an Sofus Vilhelmsen. Hann upp­ lýsti, at Oddny var til árligt eftir lit stutt fyri, at hann sakk. Teir sigldu norður gjøg­ num Kalsoyarfjørð. Veðrið var hampiligt, eitt sindur av aldu, so teir sigldu spakuliga. Klokkan hálvgum níggju vóru teir á fiskileið, men har var lítið at fáa. Tí fóru teir long ri vestureftir, og tá bar til. Út á seinnapartin hoyrdi hann eitt ljóð frá kjøl pump­ uni. Tað ljóðaði sum, at reim­ in gleið eftir. Hann fór niður, reinsaði pump una og tømdi kjølin fyri sjógv. Vindurin var tá vaksin, og teir gjørdu av at fara til lands. Skiparin segði, at hann javnan fór niður í maskin­ rúm ið. Tað ger hann altíð. Alt var í lagi. Alarmur Klokkan seks um kvøldið fór ein alarmur í gongd. Alarm­ ur in boðaði frá, at meira enn gott var av sjógvi var í kjøli­ num. Skiparin valdi tá at sløkk­ ja skipið, og hann leyp nið ur í maskinrúminum og sá, at nógvur sjógvur við. Pump­ an orkaði ikki at fáa vatn­ støðu na í kjølinum at lækka. Hjá honum var ógjørligt at síggja, hvar lekin var. ­ Eg rópti tá á hinar menn­ inar, vit tendraðu hjálpi­ motorin, startaðu pumpu­ na á dekkinum, men hon fekst ikki at taka sjógv úr kjølinum, sjálvt um vit royn­ du fleiri ferðir, segði Jógvan Sofus Vilhelmsen. Frammanundan hevði hen da pumpan riggað. Teir royndu alt, men einki bar til. Sjógvurin vaks, og tólini blivu vát. Dynamoin fór at bleik tra. Teir sløktu øll óneyð ljós, tí teir vistu, hvussu skjótt streymurin gekk undan. Sendu út neyðarkall Fyrst royndu teir at rópa neyðar róp yvir VHF­in, men hann var ov veikur. Tí sendu teir neyðarkall yvir DSC. Hetta var klokkan 19. ­ Samstundis ringdi eg við míni fartelefon til Tórshavn Radio og segði, at vit tóku sjógv inn og kláraðu ikki at halda lens. Neyðarkallið hoyrdu onn­ ur skip. Næst vóru Ame tyst og Jaspis. Skiparin hevði fartelefonnummarini hjá skiparunum á teimum skipu­ num og fekk tosað við teir. Ein tíma eftir, at neyðar­ kallið varð sent út, var Ame­ tyst hjá Oddny. Illveður Teir á Ametyst hugsaðu sær, at stjóra menninar á Oddny yvir á Ametyst, men tað bar ikki til. Menninir á Oddny høvdu fyri reikað seg til at skula fara í bjargingarbátin. Teir høvdu latið seg í yvirlivilsisdraktir og pakkaðu eitt sindur av pro vi anti niður. Ametystlegði fyrst at á stýri borðs síðu hjá Oddny, og ein maður slapp tá umborð á Ametyst. Men vindurin vaks, og Ametyst legði seg tí framman fyri, og tá sluppu hinir báðir menninir yvir á Ametyst. Skiparin var seinast ur av Oddny. Tá stóð sjógvurin um dúrk ið á Oddny. Kenna ikki orsøkina Eingin veit, hví Oddny fór at leka. Skipið var í góðum standi. Jógvan Sofus Vil­ helm sen nevndi sum ein møgu leika, at skipið kann hava siglt á onkran reka. Hann hevði tó einki merkt til tað. Hann hevði hoyrt onkran nevna, at slengrikjølurin kann vera blivin leysur og hev ur slitið nakrar boltar leys ar. Men tað er alt bara giting­ ar. Eina løtu lá Ametyst tætt við, og teir eygleiddu Oddny. Vind ur in bara vaks, og aldan var síð. Tá ið Triton kom, varð Ame tyst biðin um at fara inn við monnunum, tí eingin fekk gjørt nakað kortini. Ætlanin hjá Triton var at bíða eftir betri og og ljósari veð ur og tá royna at bjarga bátinum, men klokkan eitt um náttina sakk Oddny. Verður liggjandi Umboð fyri Tryggingarfelag Før oyar var í rættinum, og tá ið hesin maðurin varð spurd­ ur, hvat tryggingin ætlaði at gera við skipið. ­ Vit lata hann liggja, segði tryg g ingarmaðurin. Eingin tyrla Oddny liggur á 60 favna dýpi, og illa ber til at fáa bátin uppaftur. Ákærin setti spurningin, um skipið kann skaða um­ hvørvið, men upplýst var, at bara 1500 litar av olju vóru um borð. Skiparin var spurdur, um ein tyrla kundi havt bjargað teim um. Jú, fyrr um kvøldið hevði ein tyrla tikið teir, men har var eingin tyrla. Triton hevði onga tyrlu, stóra bjarg ing­ ar tyrlan var skrúvað sunur, og hin minna tyrlan var ikki nóg væl útgjørd til eina slíka bjarging, segði skiparin. Raskir menn Beint eftir vanlukkuna fekk mann ingin á Ametyst nógv rós bjargingina av teimum trim um monnunum í myrkri og illveðri. Eftir sjófrágreiðingina var prátað eitt sindur úti á gong ini. ­ Eg haldi, at tit á Odd ny eisini vístu sera góðan sjó­ mans skap, segði skip a køni maðurin frá Skipa eftir­ litinum við drúgvum roynd­ um. Hendingin við Oddny tók hart upp á teir tríggjar menn inar. Serliga teir fyrstu dagar nir aftaná vóru svárir at koma ígjøgnum. Eingin teirra hevur verið á sjónum aft ur. Oddny verður liggjandi á havsins botni Ongantíð verður gátan loyst, hví útróðrarbáturin Oddny sakk leygarkvøldið 30. oktober. Báturin liggur á 60 favna dýpi Randi Jacobsen Í sambandi við, at álit varð lagt fram um nýggja kommu­ nu skipan varð nevnt, at mill um tey mongu ósettu komm un u læknastørvini var starv ið í Eiðis læknadømi. ­ Tað er rætt, at vit ikki hava ein fastan kommunu­ lækna í starvi, men vit hava tveir fastar avloysarar, sum koma her upp á skift sættu hvørja viku, sigur Rólant Poul sen, borgarstjóri á Eiði. Annar avloysarin, Knud Jacob sen, hevur líka síðan 1981 regluliga avloyst í Eið­ is læknadømi, og hin, Jens Davidsen byrjaði, tá ið Mag­ nus á Stongum fyri tveimum ár um síðan valdi at gevast sum kommunulækni. Báðir eru givnir við at ar­ beiða sum kommunu lækn ar í Danmark fyri burturav at arbeiða í Føroyum. ­ Teir eru báðir falnir væl til her og luttaka í til­ tøku num í bygdini. Knud Jacob sen skilir hvørt orð og tosar eisini føroyskt. Jens Davidsen roynir eisini av øllum alvi at læra seg før­ oyskt. So vit eru væl fyri við læknum, sigur Rólant Poul­ sen. Eiðis læknadømi fevnir um Eiði, bygdirnar í Sunda kommu nu og Funning. Hava góðar læknar Hóast starvið sum kommunulækni í Eiðis læknadømi ikki er sett, hevur læknadømi eina góða skipan við tveimum føstum avloysarum Oddny var ein 63 ára gamal útróðrarbátur, nú hann sakk. Tað er eingin aldur fyri ein bát sum hendan úr eik Í 30 ár hevur Knud Jacobsen verið fastur avloysari sum kommunulækni í Eiðis læknadømi