Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. desember 2010 · Nr. 172 22 Sosialurin Jólablaðið Snorri Brend Uttanríkisráðið tekur nú aftur kristnu jólini til náði á ársins jóla­ korti, skrivar Kristeligt Dagblad. Hóast krossin í flagginum, eina statsstuðlaða kirkju og fyltar kirkjur jólaaftan, hevur uttan­ ríkisráðið í mong ár sent eina ikki­ kristna jólaheilsan til flestu lond uttanfyri Europa. Síðani 1998 hevur ráðið brúkt ta meiri neutralu heilsanina “season’s greeting” (heilsanin í árstíðini) á enskum. Men nú er Danmark alment aftur vorðið eitt kristið land, tí jólaheilsanin í ár er tann kristna heilsanin “Merry Christmas” ­ ella á føroyskum: gleðilig jól. ­ Tá eg verði spurdur um mín favorittsálm í sambandi við jólini, so ivist eg ikki eina løtu. Heilt frá barnaárum hevur tað verið sálmurin “Tað sótu seyðamenn á vakt”, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar komm­ unu. Hendan jólasálmin lærdi eg í Søldarfjarðar skúla fyrstu árini, eg gekk í skúla har. Óli Hansen, Óli lærarin, sum vit kallaðu hann, gekk høgt uppí at læra okkum skúlabørnini ymiskt uttanat, og millum annað hendan jólasálmin lærdi hann okkum. Vit lærdu fleiri aðrar jóla­ sálmar, men hesin jólasálmurin brendi seg fast í mítt barnasinni – hann gav/segði mær nakað serligt, sum festi røtur. Akkurát, hvat tað var sum gjørdi tað, dugi eg ikki heilt at siga, men sum bóndasonur úr lítlari bygd, so kendist eg við ymiskt av tí, sum verður nevnt í byrjanini av sálminum. Har verður nevnt um seyðamenn, fylgið, lamb, hundar o.s.fr., og hetta var við til at gera sálmin so íheimligan og viðkomandi. Sum eg vaks til, so fann eg út av, at sálmurin byggir á jóla­ evangeliið frá Lukasi. Gongdin í fýra teim fyrstu ørindunum av sálminum, er meinlík við gongdina í jólaevangeliinum, og tað ger, at hesin jólasálmurin inniheldur akkurát tað, sum tað heila snýr seg um á jólum. At enda í sálminum stígur úr skaldinum tøkk og gleði um tað, sum hendi jólanátt, og eftir mínum tykki, ger tað sálmin so fullkomnan. – Tí sigi eg, at “Tað sótu seyða­ menn á vakt” hevur tað í sær, sum ein jólasálmur eigur at hava. Innihaldið hevur talað til mín, tá eg var smádrongur, og talar eisini til mín, nú eg eri vaksin, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. MERRY CHRISTMAS Jólini aftur á almennu heilsanini Danska uttanríkisráðið ynskir aftur samstarvsfelagum sínum uttanfyri Europa »Merry Christmas« Hetta er mín jólasangur Magnus Rasmussen: Tað sótu seyðamenn á vakt 2. Tað sótu seyðamenn á vakt og goymdu sínar smalur, alt fylgið hevði stilt seg lagt, ei lamb í líðum spælir, sjálvt varnir hundar durva smátt, í dølum valdar dimma nátt, um heimin Harrans friður. 2. Tá lýsir bjart um fjallagrein, og fram ein eingil trínur, hans mál var milt, hans rødd var rein, hans andlit fagurt skínur; til hirðarnar hann talar so: «Eg beri tykkum fagnarboð, alt fólkið kann seg gleða. 3. Ein frelsari nú føddur er, í dag til tykkum sendur, hin Harri Krist hann navnið ber, í Dávids stað - ókendur; men prógv fullgott tit skulu fá: í fjósi lágt á krubbustrá eitt lítið barn tit finna.» 4. Brátt syngur einglaflokkur blítt: «Halleluja, hosianna! Guðs friður yvir verøld vítt! Guðs tokki millum manna! Og heiður veri himladrott'!» Men hirðarnir sær skunda brátt sín frelsara at skoða. 5. Takk fái fyri jólaboð, tú einglaherur ljósi! Takk, Guð, sum elskar okkum so! Takk, barnið føtt í fjósi! So lítillátin, Harri mín, tú vart, - um heim nú heiður tín ótaldar tungur bera. 6. Sum hirðarnir eg fara vil mín frelsara at finna; hans kærleiki mær hjálpir til tann frið, ið eg vil vinna. Hans jólaboð er besta troyst; av syndaskuldum sál mín loyst mót himli seg kann hevja. 3. Mikkjal Dánjalsson á Ryggi SIGANDI – Vit lærdu fleiri aðrar jóla­ sálmar, men jólasálmurin “Tað sótu seyðamenn á vakt” brendi seg fast í mítt barnasinni – hann gav/segði mær nakað serligt, sum festi røtur, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu Tað sótu seyðamenn á vakt Nýggjasta jólakortið frá danska uttanríkisráðnum sær soleiðis út í ár Svínoyingar, sum búgva aðrastaðni høvdu leitað sær norðurum at vera við til haldið. Onkur teirra kom eisini innaftur við, so teir høvdu bert sett sær fyri at verið við til at tendra træið, og gera sær onkur smá ørindi á ognum teirra. Tað, sum eisini gjørdi løtuna hugna liga var, at Klaksvíkar Horn­ orkestur hevði sent nakrar spæl­ arar við, umboðandi tær ymisku stemmurnar, so spælt varð úr Reyðu Bók. Hóast Klaksvíkar Hornorkestur hevur verið í Svínoy og spælt fyri mongum árum síðan, so var tað forkunnugt at hoyra lúðraljóð í sambandi við, at jólatræið varð tendrað í Svínoy. Hetta er ikki á hvørjum degi. Óluva Klettskarð helt eina frálíka røðu, har hon millum annað nam við siðir kring jól og jólahald og at Svínoy fyrr var kend sum ein góða ”dansi­bygd”, eins og Haraldsund var kend sum Kyndilsmessu­bygd. Soleiðis dugdu teir gomlu at hugna sær á so ymiskan hátt ­ hvørt til sína tíð. Hornorkestið breyð sær har­ aftrat til at spæla nøkur løg í kirkj­ uni. Tað var ikki hálvtalað orð, so sótu øll í kirkjuni, og undirfagrir tónar ljóðaðu. Løtan endaði við, at sungið og spælt varð gleðilig Jól. Ein hugnalig løta við horntónleiki á høgum stigi, sum man vera nakað langt í millum í Svínoyar kirkju. Fámæltu svínoyingarnir takkaðu fyri hugnaliga kvøldið og ynsktu gleðilig jól. Sama gjørdu gestirnir úr Klaksvík, takkaðu fyri og hildu leiðina omanaftur til Rituna, sum hógliga setti okkum innaftur í Sund. – Ein frálíkur seinnapartur úti í Svínoy vóru øll samd um, endar Dávur Winther frásøgn sína Hugni og jólatræ úti í Svínoy Seinnapartin fríggjadagin var nógv fólk samankomið í Svínoy, tá jólatræið varð tendrað. Við á ferðini var Dávur Winther úr Klaksvík, og hagani hevur hann sent okkum hesa frásøgnina: BlÁSTUR Limir úr Klaksvíkar Hornorkestri settu dám á hendingina, tá jólatræið 2010 varð tendrað úti í Svínoy Mynd: Dávur Winther