Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173 4 Sosialurin Í sambandi við roynd ir­ nar at fáa gongd aftur á skip virki, sum nú eru hildin uppat eftir at fiskavirking fór av knóranum, hevur Kaj Leo Johannesen, løg­ mað ur, beinleiðis heitt á fakfeløgini um at gera íløg ur í vinnuna. Í degi og Viku farna hós kvøld orðaði hann tað soleiðis: ....eg vóni at Ingeborg Vinther vil vera við, við sín um stóra pengakassa og vil taka pengar heim og brúka teir... Men hendan út­ søgn in hjá løgmanni, er rættiliga fallið for kvinn­ uni í Føroya A r beiðara­ felag, Ingeborg Vinther, fyri bróstið. Og sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, ávarar hon bein leiðis fakfeløg ímóti at seta pening í vinnulív, tí ofta hevur tað verið tann reini undirgangur fyri fakfeløgini og tey hava mist milliónir av krón um afturfyri at tey eru lokkað, ella hava følt seg kroyst til at gera íløg ur í skip og virki. Brúka ikki eitt oyra Stórur kassi Áki Bertholdsen ­ Føroya Arbeiðarafelag fer ikki at seta eina krónu í Fiskavirking ella nakað ann­ að vinnulív fyri at fáa gongd á aftur. Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Ar beiðara felag. Í hesum døgum verður roynt at fáa virki og skip á føtur aftur, eftir at Fiskavirking fór av knóra­ num. Í hesum sambandi hevur nógv verðið tosað um, hvør tað nú verður, sum skal skal seta pening í vinnulívið fyri at fáa gongd á aftur. Og í hesum sambandi verð ur eisini róð framm­ undir, at fakfeløg skulu seta pen ing í skip og virki fyri at fáa hjólini at mala aftur. Eitt dømi um hetta eru upp l ýsingar í Kringvarpinum um, at bæði Havnar Arbeiðs­ kvinnu felag, og Havnar Arbeiðs man nafelag, eru við í eini ætlan um at endurreisa virkið hjá Fiskavirking í Havn. Og í Degi og Viku hevur Løg mað ur beinleiðis heitt á Føroya Arbeiðarafelag um at spýta pening í fiskivinnuna. Púra avgjørd Men tað verður av ongum! Tað staðfestir ein púra av­ gjørd Ingeborg Vinther. Hon sigur, at tað kemur ikki upp á tal, at Føroya Arbeiðarafelag fer at seta pen ing í nakað vinnulív. Tvørtur ímóti ávarar hon arbeiðarafeløg kring land ið ímóti at seta pening í vinnu­ ligt virksemi. ­ Tað skuldi verðið steðg­ að, sigur Ingeborg Vinther. ­ Fakfeløgini hava sanni­ liga stuðlað vinnulív kring landið, men tað hava tey mang an ikki fingið nógv burt ur úr. Tvørtur ímóti hava verka­ fólk kring landið mist millió­ nir av krónum av tí at tey hava sett pening í vinnulív, sum er farið á húsagang. ­ Eitt nú hevur verkafólkið á Eiði sett 1,6 millión í virk­ semi á fiskavirkinum í bygd­ ini, men tað er steðgað. ­ Verkafólkið í Vági hev ur sett 900.000 krónur í skip, uttan at tað hevur skapt nakað serligt arbeiði á landi og í Hvalba hava ar beiðar a­ feløgini eisini minst nógvan pening, sum tey hava sett í flaka virkið í bygdini fyri at skapa arbeiði í bygdini, sum síðani er farið á húsagang. ­ Soleiðis hava verkafeløg brúkt sín pening fyri at skapa arbeiði. Men tað var mang an betri ógjørt, tí ofta hev ur tað verið til onga nyttu. Verður av ongum Ingeborg Vinther spyr, hvat Løg maður hevði hugsað sær. ­ Hugsar hann fyri sær, at vit skulu seta pening úr eftirlønargrunninum ella sjúkragrunninum í føroysku fisk iv innuna. ­ Ella pening úr verk fals­ grunni n um? Ingeborg Vinther stað­ fest ir, at tað verður av ongum, tí eftirlønargrunnurin skal brúk ast til tað endamál, hann er ætlaður til – og onki ann að. Og verkfalsgrunnurin er lívs neyðugur fyri felagið, tí uttan hann, verða okkara krøv ikki tikin í álvara, tí ar­ beiðs gevarin veit, at vit eru ikki ment at fara í verkfall. ­ Hava vit ikki ein sterkan verk falsgrunn, hevur ar­ beiðs gevarin ikki virðing fyri okkara krøvum. ­ Tað er ikki bara at lov prísa fríu mark nað ar­ kreftu num og so vænta, at fakfeløgini skulu trað­ ka til, tá ið á stendur, sig ur forkvinnan í Føroya Ar­ beiðara felag. aki@sosialurin.fo ÍLØGUR Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag er provokerað av eini áheitan frá løgmanni um at Føroya Arbeiðarafelag skal seta pening í Fiskavirking fyri at gongd á vinnulívið aftur Arbeiðsfólk kring landið hava mist milliónir Tað verður av ongum KoRtanei - Tað skuldi verðið steðgað, at arbeiðarafeløg brúka sín pening at seta í vinnulív, heldur Ingeborg Vinther. Hon ger púra greitt, at Føroya Arbeiðarafelag fer ikki at hjálpa til at fáa skip og virki hjá Fiskavirking á føtur aftur