Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173 16 Sosialurin Uni Arge Vanliga verða flokkar revs­ aðir fyri at hava valdið, ser ­ liga í truplum tíðum, og Javn aðar flokkurin fær eis ini av at vita í seinastu velj ara­ kanningini, sum Sosialurin al manna kunn gjørdi miku­ dagin. Flokkurin hevði fing ið einans 13 prosent av at kvøð un um, um val var í dag, og skríð ur tí í skæðuni eftir seks ár við stýris vølin í Tinga nesi. Øðrvísi er við Sambands­ flokkinum. Hann gongur heili 10 prosent fram samanborið við seinasta val, úr 21 pro­ sentum upp í 31 prosent. Hví so er, er ikki trupult at rokna út, heldur Øssur Winthereig, journalistur. – Vit mugu bara viður­ kenna, at talan er um eina løg manseffekt. Kaj Leo Jo­ hannesen stendur sum ein savnandi og fittur løgmaður, sum vil øllum tað besta, og tað dámar okkum. Hini lands stýrisfólkini, eisini lands stýrisfólkini hjá Sam­ bands flokkinum, standa fyri nið ur skurðum, sjuski og kanska dugna loysi. Men Kaj Leo er tann sami. Hann og Dan mark standa fyri tí trygga, sigur hann. Øssur Winthereig heldur tó ikki, at samgongan skal spenna bringuna ov langt fram orsakað av saml aða pro­ sent talin um hjá Sam bands­ flokkinum, Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum. Hetta talið, góð 60 prosent, sigur nevni liga ikki nógv um undir tøk una fyri sjálv ari sam gong uni, heldur hann. – Flytingarnar millum sam gonguflokkarnar kunnu eins væl siga, at har er ónøgd við tað, sum flokkarnir standa fyri og gera. Væl kann eisini hugsast, at summi stuðla til dømis Fólka flokk­ in um, men halda ikki, at hann er rætt ari leið í sam gong­ uni. Eg haldi ikki, at Kaj Leo Jo hanne sen kann taka saml­ aða prosenttalið hjá sam­ gong uni sum eitt herðaklapp til samgonguna, men eitt herða klapp til hansara er tað heilt vist, sigur Øssur Winth­ ereig. Má vera greiður Afturgongdin hjá Javnaðar­ flokkinum er so álvarslig, at undirtøkan hevur ikki verið minni síðan 1932. Hetta man svíða ikki sørt í flokkinum, og spurningurin er so, hví hann verður revsaður so dyggi liga. Summi hava nevnt, at hann er sum lús ímill um tvær negl í samgongu við tveimum borgarligum flokkum, og at hann í Fíggjarmálaráðnum hevur verið ímyndin um bæði sparingar og afturhald í lønarsamráðingum. Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, nevndi eisini mikudagin, at javnaðarveljarar enn ikki eru komnir yvir, at flokkurin var í CHE­samgonguni. Øssur Winthereig hevur eitt stutt boð upp á afturgongdina hjá Javnaðarflokkinum: – Í somu løtu flokkurin veit, hvat hann vil og mein­ ar, og torir at standa við tað, so verður betri hjá Javn­ aðarflokkinum, sigur hann. Alt bendir á, at Javnaðar­ flokkurin fór at formulera fyri sær sjálvum og øðr­ um, hvørjum hann stend­ ur fyri, samstundis sum velj ara kanningin varð al­ manna kunn gjørd. Løg­ mað ur fekk ið hvussu er snarboð frá flokk inum um, at hann nokt aði at skerja vælferðina meira, og flokkurin pussaði á hendan hátt sínar fjaðrar mót vegis kjarnuveljarunum í heilsu­ verkinum, á almannaøkinum og í skúlaverkinum. Støðugur flokkur Tjóðveldi tykist sambært velj arakanningini at liva eina seiglívaða tilveru. Flokk urin hevur heilt síðan 1998 staðið seg væl á øllum valum, og hóast hann sum and støðu­ flokkur kundi væntast at ging ið nógv fram, so eru ótryggu tíðirnar ikki við flokk in um. Kortini gongur hann fram úr 23,3 prosentum upp í 24,6 prosent. Øssur Winth er eig heldur hetta vera áhuga vert. – Tað er áhugavert, at með ­ an hinir flokkarnir sveiggja, so sveiggjar Tjóð veldi ikki og eigur fjórða hvønn veljara í landinum, sig ur hann. Støðugleikin hjá teimum smærru flokkunum er týðil­ igur. Sjálvstýrisflokkurin fær 7,2 prosent í kanningini, ið er tað sama sum á valin­ um í 2008. Miðflokkurin gong ur eitt vet aftur, úr 8,4 prosentum niður í 7,8 pro­ sent, ið tó má metast sum støð ugt. Fólkaflokkurin dett­ ur úr 20,1 prosenti niður í 16,4 prosent, kanska orsakað av rumbl inum um Poul Michel­ sen og mót gang inum í grann­ skoðara málinum, har fyrr­ ver andi lands stýris menn hjá flokk inum kunnu enda undir ákæru. Hvussu er og ikki, so er tal an bara um eina kanning, har óviss an um tølini kann vera stór. Øss ur Winther eig heldur, at óviss an í tølunum kann vera eini fimm prosent báðar vegir, og so kundi hann fegin hugsað sær at hoyrt Granskingardepilin og Fynd, ið hava gjørt kanningina, greitt frá nýggja háttinum at gera velj ara kanningar við teldu posti. – Eg ivist ikki í, at gongdin, sum vísir seg í kanningini, er røtt. Men eg kundi hugsað mær at hoyrt meira um hátt­ in at gera kanningina og tey, sum ætla at velja blankt ella als ikki ætla at fara á val. Tílíkar upplýsingar hava stór an týdning, tá metast skal um eina veljarakanning. Her hevur framløgan av kann ingini ikki verið nóg góð, held ur Øssur Winthereig. FÓLKAFLOKKURIN 20,1% 21,0% 19,3% 7,2% 23,3 8,4% 0,7% 0,0% SAMBANDSFLOKKURIN JAVNAÐARFLOKKURIN SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN TJÓÐVELDISFLOKKURIN MIÐFLOKKURIN MIÐNÁMSFLOKKURIN 16.4% 31.1% 13.0% 24.6% 7.2% 7.8% Framgongd hjá Sambandinum stendst av savnandi løgmanni Sambandsflokkurin gongur fram við 10 prosentum í seinastu veljarakanningini. Øssur Winthereig, journalistur, heldur, at flokkurin skorar upp á løgmanseffektina. - Kaj Leo Johannesen stendur sum ein savnandi og fittur løgmaður, sum heilt vist vil øllum tað besta. Tað vilja fólk hava, heldur hann Kaj Leo Johannesen er ein fittur og savnandi løgmaður, sum heilt víst vil øllum tað besta, og tað er tað, sum fólk vilja hava, heldur Øssur Withereig, journalistur