Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173 Sosialurin Kjak Leingi hevur í miðlunum ljóðað, at umskipanir skulu fremjast innan løgregluna í Føroyum. Í flestu førum umskipanir við sparing fyri eyga. M.a. sentraliseringar á ávísum støðum. Grund­ leggjandi fyri ætlanirnar, er at vit sum borgarar lítið og einki kenna til hvat henda skal, og ikki minst, avleið­ ingarnar av átøkunum. Kom dátt við, nú eg um dagarnar frætti at her í Sandoynni, skal løgreglan niðurleggjast. Trúði ikki egnu oyrum mínum. Eitt er at vit hava livað við eini skipan, sum er sperd og undir tí støði, ið onnur hava. Eitt annað als onga løgverju at hava. Tí hóast vit enn eru partur av føroyska samfelagnum, kennist tað dagliga sum vit, smátt um smátt, verða sáldaði frá nú karráa sentrali­ seringin finnur samljóð við sparingunum. Tykist sum at tað at hava fast samband er innbygd fortreyt í huga­ heminum hjá teimum flestu, ið valdið hava. Og livir tú ikki upp til tað fortreytina, so hevur tú ikki møguleika at verða partur av góðu og tryggu tilveruni. Við øðrum orðum, tey sum hava, skulu hava meir og betur. Og har um hini, sum tíverri runnu sína rót, hinumegin gyltu møguleikarnar. Løgreglan hevur sín stóra leiklut, í at tryggja hvørjum einstøkum rætt til frælsa lívið sum menniskja. Vit eiga at hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit byrja at máa burturav so grundleggjandi rættindum. Kanska serliga í einum øki, sum ikki stendur sterkast, tá um rættartrygd og framkomna sivilisatión ræður. Kenni persónliga hvussu ógvusliga lítla sam­ felagið kann fara við sínum ábyrgdarpersónum, og meira enn tað einu ferðina, hevur undirritaði havt tørv á persónligu verjuni, sum løgreglan er trygd fyri. Harumframt hevur løgreglan ein virknan leik­ lut innan fyribyrgjandi átøk, frá ferðslutrygd til marknatætu. Fari tí at at heita á fútan, um at umhugsa støðuna av nýggjum. Tí um løgreglan í Sandoynni verður niðurløgd, verður avleiðingin at mest tilafturskomnu verurnar, styrkja sær virkisføri, við greiðari avmarking av frælsi hins einstaka til tryggu og lítaleysu tilveruna. Verjuleys! Páll á Reynatúgvu 15 oyru pr. kilowatttíma er rættuliga nógv hjá einari miðal føroyskari familju at rinda eyka, sum støðan er í samfelagnum. Vit skulu tí við hesum heita á tykkum, sum varða av SEV, um at endurskoða fíggjarætlanina fyri 2011 og tálma útreiðslurnar og tillaga rakstur og íløguætlan, heldur enn at hækka prísin. Tá útlitini eru ring ella ótrygg, noyðast húsarhaldini at repað seglini. Tað gera tey millum annað við at bíða við at gera íløgur og við at leingja afturgjaldstíðina fyri lán. Tað átti at verið so sjálvsagt, at SEV ger tað sama, heldur enn bara at senda rokningina víðari, samstundis sum fólk í hópatali verða send út í arbeiðsloysi. Vanligi lønmóttakarin í føroyska samfelagnum klárar ikki fleiri eykagjøld, og enn minni tey, ið einans hava ALS at dúga uppá. Fakfelgssamstarvið: Havnar Arbeiðskvinnufelag Føroya Pedagogfelag Føroya Lærarafelag Starvsmannafelagið Sjúkrarøktarafelagið Samtak: Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Føroya Fiskimannafelag Føroya Handverkarafelag Landsfelag Handverkaranna Heilsuhjálparafelag Føroya Skipara og Navigatørfelag Áheitan á SEV og kommunurnar, ið eiga SEV Undirritaðu feløg skulu við hesum heita á tykkum um at taka støðuna hjá føroyska løntakaranum í størsta álvara, og at gera tykkara til, at halda aftur við at leggja eykagjøld fyri streym á húsarhaldini Líka síðan Rósa kom í lands­ stýrissessin hevur hon tikið stig til mál, ið ONGIN torir at taka støðu til og har ongin TORIR at koma við jaligum viðmerkingum – óansæð um tey eru samd við Rósu ella ei. Hon verður sáplað niður, tí at almannamál eru alt ov viðkvom til, at nakar torir at geva Rósu eitt einasta herðaklapp fyri hennara royndir at fáa loyst teir trupul­ leikar, hon er sett at loysa. Ongin torir at nerta ei heldur at hava eina aðra meining/hugsan enn tann alment góðtikna, tá tað kemur til tey gomlu, tey sinnisveiku, tey menningartarnaðu – ella lat meg taka øll í ein bólk: Tey veikastu í okkara samfelag. Ongin torir at siga sína meining, tí vit eru eitt so lítið samfelag, og tí kemur man altíð at traðka onkran á tærnar, tá øll kenna øll, og øll ”eiga” onkran kæran innan henda bólk. Eg veit ikki hvat Soffi Egholm veit um Sambýlini í Sandavági? Veit hon hvussu væl tað gongur, og hvussu væl tey trívast bæði á Sambýlunum og í nærum­ hvørvinum? Eisni sjálvt um tað er ein lítil bygd? Veit hon, hvørji tilboð tey hava, og veit hon hvussu skjótt tað er at koyra til onnur tilboð, sum ikki eru á Vágoynni? Hevur hon nakra HÒMING av, hvat tey, sum búgva á hesum Sambýlum, meina? Tað skuldi verið lagað manni at spurt búfólkini har, tí tey duga so sanniliga at svara fyri seg – og spyr eisini tey avvarðandi um, hvat tey halda, teirra kæru hava fingið burturúr, síðan tey komu til Sandavágs. Verði so karvandi óð, tí eg haldi, at Soffi Egholm blandar alt saman í ein vavgreyt. Hvat veit hon um t.d verkstaðið í Sørvági, og hví verður tað næstan brúkt sum høvuðsargument fyri ikki at byggja her vesturi? Hevur hon nakað sum helst at tosa útfrá? Hatta verkstaðið hevur verið til í nógv ár. Løgið at Soffi Egholm ikki hevur gjørt vart við seg fyrr, um tað er so skelkandi, mannminkandi, niðurgerandi og ósømiligt. Men eitt Verkstað í Sørvági hevur sum so als onki við byggingina í Sandavági at gera...tí tá verður ikki neyðugt at koma á Verkstaðið í Sørvági, um Sinnisbati hevur ímóti at menningatarnaði og sinnisveik skulu blandast, sum Soffi sigur. At tað er best at dragsa alt til Havnar...tjaa, tað hava vit hoyrt ferð eftir ferð...men har eri eg persónliga so als ikki samd við Soffi Egholm. Tey sum búgva her vesturi, eru eftir míni persónligu meinig væl integrerað í nærumhvørvinum. Tey hava fleiri tilboð at fara til, tey hava arbeiði, og eg trúgvi, at tilboð, ið ikki eru á oynni, eru líka nógv brúkt av teimum, sum búgva her vestri, sum av teimum, sum búgva í Havnini. Tað tekur hóast alt bert hálvan tíma at koyra her vesturi frá. Persónliga má eg siga, at eg bara havi hoyrt um nøgdsemi hjá teimum sum búgva her vestri. Hetta er ein lítil oyggj har øll kenna hvønn annan. Har tú heilsast og prátar tá tú hittir fólk og sjálvsagt verður spurt, hvussu tú hevur tað, og hvussu gongur. Tey eru altíð fyrikomandi og prátingarsom. Og tá eg spyrji hvussu tey trívast, siga tey altíð hvussu glað tey eru at tey fluttu vestur. Taki hattin av fyri Rósu Samuelsen, at hon fær gongd á hesa bygging, sum tosað hevur verið um í so nógv, nógv harrans ár, men sum ongin enn hevur fingið skil á. Elsa M. Davidsen Rósa fingið sinnini í kók – enn einaferð