fríggjadagur 17. desember 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Børnini hjá Mortani vóru:
Í fyrru giftu:
1. Olevina Sofia (1842-1844.)
Hon er deyð sum smágenta
2. Andreas (1844-1899), skriv
aður at vera timburmaður.
Hann varð í 1867 giftur í
Havnar kirkju við Anna Sofía
Olesdatter
(18331905)
úr
Norðradali. Tað áhugaverda
við henni er, at hon er søgd at
vera sjúkrasystir. Hetta má
hava verið á gamla hospitali
ta tíðina, tað vóru færri enn
10 starvsfólk har.
Tað áhugaverda er eisini,
at henda greinin í Mortensen
ættini er tann einasta, sum
sæst at hava reist sínum grav
steinar. Tí kunnu tey fáa eina
serliga umrøðu í hesi røð. Har
nakað er skrivað um onnur í
ættini, verður hetta knýtt at
hesum gravsteinum.
Tey
bæði
fingu
hesi
børnini:
a. Mortan (18681929) fødd
ur og deyður á Argjum. Kona
hansara var Poulina Fred
rikka Joensen (18621952),
ættað av Argjaboða.
Fólk av Argjaboða gera
framvegis vart við, at tey
eru ikki av Argjum. Tey eru
nakað fyri seg.
Tað vóru tá tvey hús
á Argjaboða. Poulina var
dóttir
Johannu
Cathrinu
Poulsdsatter f. 1830 í Havn
og Óla Jákup Joensen f.1831
á Skælingi. Hann er sonur
Jógvan Joensen av Skælingi.
Hann kom á Argjaboða
at vera hjá systir síni Rakul,
sum var einkja eftir Isak
Eriksen av Bø við Kirkjubø.
Tey bæði eru tey fyrstu sum
fólk vita um, sum hava sett
búgv á Argjaboða.
Eitt
av
børnum
hjá
Mortani var Andrea Sofía
Dimon (18911921), sum var
fyrra kona Justinus Dimon
f. 1893 á Tvøroyri. Tey fingu
eina dóttir, Johanna Elisa f.
1920, sum ikki giftist. Hóast
Andrea Sofía er deyð á
Tvøroyri, so varð hon grivin
í Havn 30. juli, her hon eisini
hevur fingið gravstein.
Um Justines er at siga, at
hann giftist upp aftur við
Julinu Jespersen av Tvøroyri,
og tey fingu eitt barn, Mervin
Dimon.
Justinus var sonur Ragnar
Jens Dimon f. 1860 á Tvøroyri
og Onnu Malenu Justinussen
f. 1857 í Havn.
Ragnar var sonur Jens
Jensen f. 1813, bóndasonur
úr Dímun. Hann flutti inn á
Tvøroyri og giftist við Ellen
K Jespersdatter f. 1826 av Bø
í Froðba.
b. Olevina Elisabeth (1870
1899), giftist í 1892 í Havnar
kirkju við Laurits Christian
Debes (18711959). Tey fingu
Sigrid Julia (18931954) og
Onnu
Sofía
(18941965).
Laurits giftist aftur seinni.
Laurits var kendur maður
í Havn. Tvey virki, sum vóru
millum tey stóru í Havn
fyrst í 1900, vóru skipasleipi
støðirnar hjá Liassi í Rættará
og Lauritsi í Mortanstovu.
Laurits byrjaði við verk
staði
til
skipabygging
í
Álakeri í 1904, har hann og
Elias leigaðu eitt størri øki.
Her kundu teir byggja bátar
upp til 20 tons. Laurits hevði
lært skipasmíð av súðu
bygdum bátum í Esbjerg, sum
vóru í sama stíli sum enskir
fiskibátar. Bátarnir vóru í
støddini 315 tons. Fram til
1918 hevði Laurits bygt 46
motorbátar, 3 størri seglbátar
og 25 róðrarbátar. Umframt
hetta vóru eisini gjørdar
umvælingar av skipum.
Á báðum skipasmiðjum
var nógv fólk í arbeiði, og
bygdu teir eisini bátar fyri
íslendingar.
Dygdarverk hevur verið.
Tað verða framvegis bátar
lýstir til sølu, sum eru bygdur
av Elias og Laurits.
Fyrsti bátur, Laurits bygdi,
var Dan, sum eisini var fyrsti
bátur, mjólkaforsýningin í
1908 nýtti at sigla inn á Skála
fjørðin og Sundalagið við
posti, farmi og ferðafólki.
c. Niels f. 1873. Giftist í 1895
við Mettu Manellu Helenu
Jacobsen f. 1869.
d. Frants Martin Morten
sen (18761942). Giftist í 1897
við Onnu Malenu Sofiu
Fredrikku Olsen Krog (1874
1933) av Sandi. Tey fingu
níggju børn. Dóttir teirra
Anna Elisabeth (19041930)
hevur gravstein. Sum tað
sæst er hon deyð ung.
Í 1909 var Føroya Fólka
háskúli fluttur úr Føgrulíð
til Havnar. Frants tók uppá
seg at flyta húsini. Hann fór
norður við monnum sínum
eftir ólavsøku. Tað gingu fýra
mánaðir at taka skúlahúsini
niður, flyta tey til Havnar
og at byggja tey upp aftur.
Hósdagin 9. desember byrjaði
skúlin aftur við háskúla
næmingum.
Minningarorð
um Frants
Við Frants er farin ein av
okkara góðu gomlu hand
verkarum. Frants á Argjum,
sum
hann
vanliga
varð
nevndur dagligari talu, var
ein framúr framburðshugað
ur maður, og arbeiðið kom
eisini bæði skjótt og væl frá
hondum hansara. Nógv eru
tey húsini, sum hann hevur
bygt, ikki bert í Havn, men
eisini á bygd. Hann var tí
kendur víða hvar.
Frants Mortensen hevði
sum fáur eitt opið eyga fyri
øllum teim smáu láturligu
hendingunum
í
lívinum.
Tað fløvandi smílið, sum
lýsti av honum, tá hann
segði frá tílíkum tilburðum,
virkaði so skemtingarsamt
og upplyftandi á sinnið, at
áhoyrarin altíð kendi seg í
góðum lag. Sjálvar søgurnar
vóru ofta so stuttliga fram
bornar, at tær kundu fáa
ein til at læa fyri seg sjálvan
aftaná bert við at minnast
tær aftur. Søgurnar høvdu
aldri persónligan brodd móti
nøkrum.
Í føroyskum framburðs
starvi hevði Frants Morten
sen verið við frá yngri árum.
Mangur vil nú sakna hann
og minnast hann við tøkk.
Frants gjørdist 65 ár.
e. Joen Jacob Mortensen
(18791916.) Hann var giftur
við Marionnu Mortensen
(18831972) um Sumba. Tey
áttu trý børn umframt tvey,
sum standa uttan navn á
gravsteini .
Í seinni giftu:
3. Jacob Mortensen f.
1848. Giftist í 1876 við Maren
Kristina Olsen f. 1847 í Havn.
4. Ole Mortensen (1850-
1920). Var giftur tvær ferðir.
Fyrru ferð giftist hann við
Maren Danielsen (18461873).
Tey bæði vóru trýmenningar.
Marin var nevniliga dóttir
Dánjal hjá Andrass á Argjum.
Tey fingu eina deyðfødda
dóttir.
Hann giftist aftur í 1878
við Johanna Nicolajssen úr
Havn.
Er umrøddur í seinasta
parti.
5. Daniel Pauli Mortensen
(1854-1950). Giftist í 1879 við
Marionnu Berg (18521931)
frá
Gjógv.
Verður
nærri
umrøddur í komandi parti.
Fekk barn uttanfyri
hjúnarlag
Í seinasta parti varð sagt, at
Mortan var giftur tríggjar
ferðir. Hetta er ikki rætt.
Men hann var 1864 sagdur
at vera pápi eitt barn uttan
fyri hjúnarlag hjá Elsebeth
Cathrinu Lindenskov (1822
1912). Barnið var Anna Chris
tina Maria Lindenskov. Hon
tænti eina tíð á Nesi, men búði
annars saman við mammuni
í Magnus Heinasonargøtu.
Hon búði her í hvussu er í
1925. Tískil eru eingir eftir
komarar eftir henni.
Mortan hjá Andrasi og hansara børn
Mortan hjá Andrass á Argjum fekk ein stóra ætt. Hann fekk eisini eitt barn, sum neyvan var ætlað
Olevina, dóttir Andreas og
Laurits Debes saman við
døtrum teirra Sigrid tv. og Fíu
MORTEN MORTENSEN
F. 14. JULI 1868
D. 10. AUGUST 1924
VELSIGNET VÆRE
DIT MINDE
POULINE MORTENSEN
F. 21. MARTS 1862
D. 11. DECEMBER 1952
ANDREA SOFIE DIMON
FØDT MORTENSEN
F. 20. AUGUST 1891
D. 28. JULI 1921
Fader, jeg vil, at hvor
jeg er, skal også de,
som du har givet mig
være. Joh. 17,24
ANNA ELISABETH MORTENSEN
F. 19. FEBRUAR 1904
D. 22. MARTS 1930
ANNA MALENE
MORTENSEN
FØDD OLSEN
Á SANDI
F. 9. NOVEMBER 1874
D. 28. AUGUST 1933
FRANTS MARTIN
MORTENSEN
FØDDUR Á
ARGJUM
F. 4. OKTOBER 1876
D. 22. FEBRUAR 1942
EG ERI
UPPREISNIN
OG LÍVIÐ. TANN
SUM TRÝR Á MEG
SKAL LIVA UM
HANN SO DOYR
Í komandi parti
verður serliga greitt
frá Palla á Argjum,
soni Mortan