fríggjadagur 17. desember 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173
Sosialurin
Dátt vóru boðini eg fekk
eitt mánakvøld fyrst í no
vembur.
Mín besti vinur síðan
barna árini
og
javnaldur
brád liga var farin.
Eg kom at kenna Herman,
tá eg sum smádrongur plagdi
at koma til Nordepils at
ferðast. Vit spældu saman
mestsum hvønn einasta dag.
Eg minnist enn túrarnar eftir
tunnelvegnum har vit leitaðu
eftir tómum fløskum og so
leiðis hugnaðu vit okkum úti
í vøkru náttúrini.
Tað kom eisini fyri at Her
man kom norður til Múlar
at ferðast og so gingu vit í
haganum ella fóru ein túr
á seiðaberg. Eingin vegur
var til Múlar tá, so tað mátti
gangast ímillum, og ikki altíð
líka tespiligt gonguveður var
heldur. Minnist enn ein túr
vit skuldu inn aftur í sund.
Tað var vetur og nógvur
kavi lá so eingin gøta var
sjón lig. Samtíðis var hálv
ódnarveður og kavarok, men
vit høvdu sett í okkum at vit
vildu avstað. Minnist abbi
mín hevði á orði: ”fólk fara
at halda, at tit eru útkoyrdir
”. Men vit vóru ungir so vit
hildu tað ikki fór at bila,
men túrurin gjørdist langur
nokk.
Herman fór til sjós skjótt
aftaná, at hann var fermdur.
Línubátur sjálvandi, tí hann
var vanur við at egna aftaná
skúlatíð fyri at tjena nøkur
oyru. Eg gekk eitt sindur
longri í skúla, so tað var
seinni at vit komu at sigla
sam an. Men annars vóru vit
sam an tá tað lá fyri.
Men so kom tað til, at vit
valdu hvør sín vinnuveg á
sjónum. Hann helt áfram
sum fiskari hvar eg valdi
farmavegin og sigldi út í
heimin. Men vóru báir heima
ísenn, so vóru vit saman. Har
annar var, var hin ikki langt
vekk, havi eg hoyrt sagt um
okkum og tað var so.
Herman var eisini sera
góður við hondum sín um.
Annahvørt tað var húsa bygg
ing ella onnur smíðing, evni
han hevði frá abba sínum.
Hann var altíð til reiðar tá
hann bleiv spurdur um hann
kundi rætta eina hond við
onkrum, antin at tekja ella
annað viðlíkahald.
Eg spurdi hann fleiri
fer hví ikki hann valdi at
útbúgva se innanfyri træ
verk, men hann svaraði altíð,
at honum ikki tokkaði langar
skúladagar aftur.
Men sum so mangan er
hent øðrum góðum fólkum
so kom lagnan upp í, og hann
gjørdist sjúkur. Ein sjúka
sum kemur sum tjóvur á nátt
og tekur valdi á sál og kroppi.
Sum fekk so stórt vald, at
tað var ov tungt at stríðast
ímóti.
Men eg takki fyri góðar
løtur og upplivilsir vit fingu
saman, tú Herman hevur givi
mær so nógva gleði og minnir.
Eg veit tú er komin eitt betri
stað at vera. Eg veit fullvæl
hvussu tú hevur haft tað
sálarliga tey seinastu nógvu
árini. Eg flutti til Danmarkar
so tað gjørdist langt ímillum
vit sóust, men eg fekk altíð
vitjan tá eg so var heima á
klettunum, og takk fyri tað
Herman.
Mína djúpastu samkenslu
sendi eg tykkum avvarðandi,
mamman Òluva, og systkini
Bodil, Erland, Pól, Jónfríð,
Ingibjørg og Jóhan Edvard.
Má Guð veita tykkum
troyst og ugga.
Friður verið við minnið
um Herman.
Hans Helge Ritter
Nøvn
Minningarorð um vinmannin
Herman Fuglø
11/12-1959-9/11-2010
Við Landavegin
í Hoyvík