fríggjadagur 17. desember 2010síða 1
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 173 · 17. desember 2010
2
VIKUSKIFTI
Planet awards
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Miðlahúsið fer aftur í ár at finna tey
bestu í føroyskum tónleiki farna árið.
Seks Planetir skulu latast føroyskum
tónleiki. Heiðurslønir verða lætnar til
besta bólk/einstakling, besta sangara,
bestu songkvinnu, bestu fløgu, besta
sang og besta nýggja bólk.
Eisini verður eitt serligt Planet
herða klapp latið til onkran, sum avrikið
nak að serligt í føroyskum tónleiki.
Sum nakað nýtt verða eisini
heiðurs lønir lætnar fyri bestu føroysku
YouTube video og bestu føroysku tón
leika myndina. Kappingin um bestu
tónleika myndina frá 2010 er fyri øll,
og fólk eru vælkomin at senda myndir
til og øll kunnu senda myndir inn.
Myndir kunnu sendast til planet@
ras2.fo – vinnarin fær 5.000 krónur í
vinningi.
Live framførslur
Planet Awards bjóðar eisini stóra galla
veitslu eftir handaninar, og nógvir live
tónleikur verður eisini at hoyra kvøldið.
Higartil er kunngjørt, at ársins bólkur á
Planet Awards í fjør, Páll Finnur Páll,
fer at spæla live, eisini Anna Faroe,
stóra føroyska navnið í Danmark farna
árið, fer at framføra, og teir tríggir Filip
Mortensen, Petur Háberg og Uni Debes
fara eisini at spæla. Onnur fara eisini
hava liveframførslur – millum annað
fara nakrir av bestu trubadurunum í
Føroyum fara at spæla í niðaru hæddini
á Deep.
Atgongumerki til Planet Awards
2010 kunnu keypast í Miðlahúsinum
og í Baresso.
Rás2 sendir beinleiðis frá Planet
Awards frá kl. 21.00 mikukvøldið 29.
desember.
Besta
jólagávan!
redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Sjúrður Skaale / Jens Kristian Vang
2 Klumma: Besta jólagávan
2 planet awards 2010
4 IntErVIEw: sjúrður skaale
7 ZarEPta: leiðslan svarar atfinningum
8 tIPS: pyntiligt pynt til jólatræi
9 90 SEKund: jan christiansen
10 IntErVIEw: danjal á neystaBø
13 umafturafturum: høgni djurhuus
13 SKEmt: Í rangastrúpan
18 tIl arbEIðIS: pia jensen
19 tað hEndIr: konsertir, tiltøk og annað
20 mIðlamJarr: tað siga tey á faceBook og Í miðlunum
Friður á jørð og í menniskjum góður tokki...
Prestur læs vælkendu orðini, men sjálv
vildi eg onki annað enn at sleppa heim at
lata upp forvitnisligu gávuna, sum eg hevði
fingið eygað á inni í pultikamarinum.
Mamma kendi okkum og lat ikki jóla
gávurnar liggja frammi undir jólatrænum.
Hóast vit systkini væl vistu, at man ikki
skuldi lúra, áðrenn dunnan var etin og
mandlan funnin, vóru lítlu fingrarnir ofta
frammi og pilkaðu í eitt horn, ristu og føldu
uppá gávurnar.
Hesi jólini vóru serlig. Eg var 9 ár og
hevði fingið mín fyrsta pennavin (teir gjørd
ust nógvir komandi árini). Ein vinkona hevði
lánt eina skrivimaskinu frá pápa sínum, og
eg var so hjartans øvundsjúk. Ein skrivi
maskina var hægsta ynskið, men líka høgt,
sum hon var ynskt, líka lítið væntaði eg at
fáa hana. Tí hvar skuldi mamma finna eina
skrivimaskinu í Sørvági?
Mín sjónarringur rakk ikki serliga langt út
um Sørvág og Vágoynna.
Tá pakkarnir komu undir jólatræið var
tað ikki, sum hjá nógvum øðrum, (og sum vit
eisini gera nú) at vit sótu fitt og bíðaðu, til
vit fingu ein pakka og síðani hugdu áhugað
eftir, hvat beiggi ella systi fekk. Nei, vit
lupu á pakkarnar sum svangar leyvur eftir
einum bita av kjøti. Eftir 10 minuttir vóru
allar gávurnar pakkaðar upp, og vit vóru í
gleðisrúsi. So mikið av skili var tó í, at størsta
gávan var goymd til siðst.
Eg minnist kensluna, sum tað var í gjár,
tá eg fekk eygað á teir gráu tangentarnar.
Ein lítil grá skrivimaskina var í størsta
pakkanum, og gleðin var fullkomin.
Mamma hevði biðið syskinabarnið, ið búði
í Danmark, keypa skrivimaskinuna og taka
hana heim við til jóla.
Komandi mánaðirnar gjørdi eg ikki annað
enn skriva brøv og søgur. Pennavinirnir
fingu ikki eitt handskrivað bræv – alt var
maskinskrivað.
Eri rættuliga vís í, at henda jólagávan
hevði stóran leiklut í mínum komandi lívi. Tí
við hesi skrivimaskinu bleiv eg »skrivandi
Inna« og tí søgdu fólk við meg »Jamen, Inna,
tú skalt blíva journalist«. Ikki tí eg visti eitt
petti um, hvat journalistar gera, men tá øll
søgdu við meg, at tað var tað, eg burdi blivið
– ja, so var ikki at siga ímóti!
Skrivimaskinan varð væl brúkt, tá hon
andaðist eini fimm ár, eftir at hon var
útpakkað.
Spurningurin nú er bara, hvussu ein
finnur eina slíka jólagávu til sini egnu børn.
Ein jólagáva, sum stimbrar, vekjur áhuga og
gleði í nógv ár frameftir. Ikki lætt, men um
man ger, sum mamma mín og lurtar eftir
børninum – so er tað kanska ikki so torført
hóast alt!
INNIHALD
klumman
Inna
Törnroos
myND: anton højgaard
tónleikarar
verða heiðraðir
StórA gallatiltakið PLANEt AwArDS verður hildið í DEEP
í havn mikukvøldið 29. DESEmbEr, og tá verða tey bEStu
í føroyskum tóNLEIKI farna árið HEIðrAð. Páll finnur
Páll og anna faroe verða millum tey, sum SPæLA live
Guðrið Hansdóttir – ein av virknu songkvinnunum í Føroyum