Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 1

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 173 · 17. desember 2010 4 VIKUSKIFTI Samrøða Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com – Eg varð eisini sendur til Zarepta nøkur summar. Har varð mítt viðbrekna sinni skrætt sundur av nøkrum vælmeinandi, men snævurskygdum og pedagogiskt turrgeldum prædikumonnum, sum hóttu við helvitis ævinliga eldi, um eg ikki trúði ávísum tingum, og fylgdi teirra abstraktu lærusetningum. Soleiðis lýsir Sjúrður Skaale í teksta savninum »Tá Jesus gjørdi nek­ aran hvítan«, hvussu hann upp livdi barnalegurnar á Zarepta. Og summar­ legurnar settu síni spor í Sjúrð Skaale. Í formælinum í somu bók skrivar hann: – Tá eg aftur fekk tey mentalu bein­ ini undir meg, fór eg at skíggja bæði Brøðrasamkomuna og religión sum heild. Sjúrður Skaale er eitt slag av einum átrúnarligum bastardi. Hann kemur frá eini familju, sum er sett saman av bæði babtistum, kirkjufólki, pinsum og ateistum. Seinastu árini hevur hann verið ein av ídnastu kjakarunum í virðis kjakinum í Føroyum. Í tekstasavninum »Tá Jesus gjørdi nekaran hvítan« skrivar Sjúrður Skaale um, at trúgv bæði kann vera positiv og negativ. Ein reyður tráður í allari bókini er, at tað góða eisini kann vera ringt, og at tað ringa eisini kann vera gott. Stuttliga og skeiva heitið á bókini sipar eisini til, at eingin fatan er absolutt ella endalig. Alt broytist við tíðini ­ eisini okkara fatan av hvat kristindómur er, og hvussu hann skal livast. Óskiljandi hugtøk Tú skrivar um snævurskygdar og peda gogiskt turrgeldar prædikumenn á Zarepa í tíni nýggju bók. Kanst tú greiða nærri frá, hvat tú meinar við? Eg vil, áðrenn eg sigi meira, fegin leggja dent á, at tey fyristøðufólk og leið arar sum eg minnist frá Zarepta, vóru millum fittastu fólk. Tað er eingin ivi um, at tey gjørdu alt í allar bestu mein ing. Men tá eg sigi, at nakrir av leiðar­ unum vóru pedagogiskt turrgeldir, so er tað, tí teir mangan ikki hugsaðu um hvussu tað, teir søgdu, kundi ávirka eitt viðbrekið barnasinni. Tað tóktisk sum um, at summir leið­ arar á legunum høvdu sum mál, at so nógv børn sum gjørligt skuldu verða »frelst«, tá vikan var av. Hvussu bóru leiðararnir seg at? Hjá summum var mátin ógvuliga ein­ faldur: Fyrst ráddi um at gera børnini til vitað um vandan fyri at fara til hel­ vitis – og síðani siga, at trúði tú tí, sum stendur í Bíbliuni, so slapst tú undan hesum. Taktikkurin var altso fyrst at skapa ótta – og síðani at bjóða fram bjarg ingina undan hesum sama ótta. Tað var kanska ikki hugsað so, men soleiðis upplivdi eg tað. Og av tí, at leg­ ur nar bara vóru í eina viku, skuldi alt hetta gerast innan heilt stutta tíð. Sum sagt: Meiningin var heilt sikk­ urt góð. Tá í tíðini høvdu nógv fólk eina púra ítøkiliga fatan av helviti sum eitt stórt eldhav, ið fólk máttu bjargast und an. Tí hildu kanska nøkur, sum tað stundum varð sagt, at »tað er betri at forskrekkja fólk inn í himmalin, enn at rura tey í svøvn ávegis til helvitis«. Hvussu vilt tú lýsa pedagogikkin hjá leiðarunum? Uppá flestu mátar var hann góður. Tað vóru jú, sum sagt, fitt og vælmeinandi fólk. Men nógv av børnunum vóru als ikki von at hoyra um »deyða« og »ævinleika« og »frelsu« og »trúgv« og »æviga glatan« og onnur hugtøk, sum tey nú skuldu taka støðu til, tí tað, heilt bókstaviliga, galt lívið. Og tað er her eg haldi, at peda­ gogikkurin var heilt av leið. Tí øll hesi abstraktu og óskiljandi hugtøkini vóru brúkt av teimum vaksnu, sum vóru tey størsta sjálvfylgja. Sannleikin er, at eingin – heldur eing in vaksin – skilir hesi hugtøkini. Menn iskjað livir í tíð og rúmi. Tað eru okkara treytir, og vit skilja einki av tí, sum er hinumegin tíð og rúm. Vit kunnu gott brúka orðini. Tað er lætt at siga »ævigt fortapilsi«. Men einki menniskja kann gera sær eina mynd av eini pínu, sum blívur við og blívur við og blívur við og aldrin, aldr­ in, aldrin – veruliga aldrin nakrantíð – heldur uppat. Einki – absolutt einki – menniskja fatar hetta. Men tá eitt barn hoyrir ein vaksnan tosa um »himmalin« og »helviti« og »ævinleikan« so heldur barnið, at tann vaksni skilir hesi orðini. Barnið roynir at skilja tað sjálvt – men klárar tað ikki. Tað er ikki góður pedagogikkur. – Eg hEvði Eina Hugmynd av gudi sum Ein fittan, gamlan abba, sum var góður við børn. gud var tann góði og illimaður tann óndi. mEn á ZarePta broyttist myndin av gudi. nú var gud brádliga Ein óndur maður, sum sEndi lítlar drEingir til Helvitis at brEnna, um tEir ikki trúðu tí, sum stóð í bíbliuni, sigur sJúrður skaale um barnalEgurnar á ZarePta síðst í 1970'unum. mEn nú Er Pedagogikkurin mEira framkomin, hEldur hann Tá Gud bleiv óndur