fríggjadagur 17. desember 2010síða 1
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 173 · 17. desember 2010
9
VIKUSKIFTI
Hvat er tað besta við at
vera skúlalærari?
Tað, at fáast við børn og ung fólk er altíð
nýtt og spennandi. Eisini er tað so, at tá tú
velur lærarayrkið, er tað tí tær dámar at læra
frá tær. Læraralønin er ikki nakað at reypa
av, men summarferian er deiliga long.
Er tað »passaligt« at hava eitt stjóra
starv, tá man er kommunalpolitikari?
Eg hugsi, at flest øll størv eru »passalig«
tá tú ert kommunalpolitikari. Haldi tað er
umráðandi, at eitt býráð er so breitt umboðað
av politikarum sum gjørligt. Best er um javnvág
er í aldri, kyni, privat- og alment settum osfr.
Er tað tungt at sita uttan ávirkan
annað valskeiðið á rað?
Ja, tað er ræðuligt. Serliga hugtungt er at síggja,
hvussu illa kommunan verður stýrd fíggjarlig. Tað
gongur »stille og roligt« skeiva vegin, og tað pínur.
Konan hevur havt Yndi Fitness,
venur tú nógv har?
Konan hevði Yndi Fitness, og eg vandi
ongantíð, og tað geri eg heldur ikki nú.
Men rættari hevði verið at gingið har
2 til 3 ferðir um vikuna, tí tað er gott
fyri heilsuna – eingin ivi um tað.
Er tú hundamaður ella kettumaður?
Eg eri hvørki, men vit hava ein lítlan og
heldur feitan mops heima, ið er verðins
fittasti hundur. Mopsar eru so tilpas dovnir,
at tær nýtist ikki at ganga so langar túrar
við teimum. Annars eru hundalortar á
gongubreytini nakað av tí ringasta, eg veit.
Hvør er størsti eginleikin hjá konufólki?
Uff, torførur spurningur, men hjá mínari
konu er tað óivað at konufólk hava meira
hjarta við, tá tey hugsa og gera eitthvørt.
Hevur tú ongantíð havt ambitiónir um
at dríva »Kathrinu Christiansen« víðari?
Tíðin sum krambakallur hjá Katrinu Christian-
sen var ein deilig tíð. Tað at standa aftanfyri
diskin og práta við fólk at øllum »slag«, var
gevandi, og tú lærdi mangt, og harumframt
var tað sera stuttligt mangan. Men harífrá og
so til at dríva eina gamla krambúð er stórur
munur. Haldor, farbróður, arbeiddi um 60
tímar um vikuna í handlinum, og orðið feria
var líka ókent, sum onkur smábygd í Sibiria.
Tú er ein av teimum, sum etur morgun
mat á Hvonn hvønn leygarmorgun,
hvussu leingi og hví ger tú tað?
Arbeiðið forðar fyri, at eg eri har van-
ligar arbeiðsdagar, men ein leygar-
morgun uttan Sjómans heimið - nú
Hvonn – tá manglar okkurt.
Konan er rossakvinna, hví
er tú ikki rossamaður?
Hugsi tað hevur nakað við barna- og ung-
dómsárini. Elsa Maria hevur altíð havt áhuga
í rossum og djórum sum heild, tað havi eg
ongantíð havt. Havi ofta sagt við konuna, at
hon heldur skuldi verið gift við einum bónda.
Hvønn ítrótt dámar tær best at
síggja í sjónvarpinum og hví?
Enskan fótbólt, tí teir hungra eftir at fáa mál.
Teir liggja heldur ikki á vøllinum og grenja,
sum fótbóltsspælararnir við Miðalhavið gera.
Hvør er besta ferð tú hevur gjørt og hví?
Antin var tað ferðin til Gardarvatnið, ið flokk-
urin fór aftan á lokið Realprógv. Ella var tað
brúðleypstúrurin til Skotland nógv ár aftaná.
Tann fyrri túrurin var spennandi, har alt var
nýtt, og tú vart fullur av energi. Tað var »fest
og ballada« hvørt kvøld. Tann seinni túrurin
var meira róligur og sera, sera romantiskur.
Hvat er títt
nýggjársynski?
At familjan
hevur tað gott,
og at dótturin
kemur aftur úr
Argentina í øllum
góðum. Hon er
AFS studentur
í syðsta býi í
heiminum.
jan christiansen
Konan skuldi verið gift
einum bónda
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
Í ungum døgum var hann KrambaKallur hjá KaTHrinu CHrisTiansEn, og hann er drúgvur
KommunalpoliTiKari Í havn, har hann Eisini hevur sitið sum borgarsTjóri eitt valskeið.
men til gerandis er hann sKúlasTjóri, har hvør dagur bjóðar okkurt nýTT og spEnnandi.