fríggjadagur 17. desember 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173
Sosialurin
Jólablaðið
Hetta er mín
jólasangur
Súsanna Kristiansen:
Hin vænasta rósan
- Tann fyrsti jólasálmurin eg hugsi um er "Hin vænasta rósan
er funnin", sigur Súsanna Kristiansen, ið er ættað av Nesi í
Eysturoynni, men í løtuni er búsitandi í Danmark.
Hendan sálmin hava vit sungið í gospelkórinum VOX, og hann
fekk ein serligan týdning fyri meg. Bæði lagið og orðini eru sera
góð. Innihaldið er eisini sera væl hóskandi til jólahátíðina, hvar
vit gleðast um "rósuna" sum kom í hendan heim.
Tað eru nógvar góðar myndir í sálminum, sum kunnu
siga okkum nakað í okkara støðu. Sálmurin inniheldur bæði
gleðiboðskapin um Jesus, sum kom úr hvassastu tornum, og um
lívið hjá menniskjum her á jørð, har tornarnar stinga og aga.
Rósan ímyndar tað góða: Jesus, uppreisnina, frelsuna, friðin,
vónina og gleðina. Tornarnar ímynda okkara stríð, mótgongd,
synd og Jesu føðing undir trongum umstøðum, líðing og deyða.
Til seinast vinnur tað góða á tí ónda, eins og rósan rann úr teim
hvassastu tornum.
Serliga bønin í 7. versið sigur mær nógv:
"Mín Jesus, tú veri í vali
mær rósa og dýrgripur sæli!
Tær eitrandi lystir tú oyðir,
til kross tín meg blídliga leiðir."
- Sangurin endar so pent við regluni: "eg rósuna altíð vil eiga",
sigur Súsanna Kristiansen.
Hin vænasta rósan er funnin,
á hvassastu tornum útrunnin.
Vár Jesus, tann rósan, hon gróði,
hvar fólk fast í syndini svóvu.
2. Frá heiður vár spiltist hin fríði
Guðs bílæt at bera til prýði,
lá verøld í villu og oyði,
í synd vit tá øll burtur doyðu.
3. Guð rósuna læt tá fram spíra
at reinska og bøta vár' dýra
í syndini sekaða gróður,
so aftur hann verða kann góður.
4. Øll verøld seg eigur at frøa
og lovsálmar mangar at kvøða;
men stutt er tann kunnleiki
nomin,
at rósan til jarðar er komin.
5. Tit harðvunnu tistlar og dáar,
hví halda tit tykkum so háar?
Hví standa tit altíð so reystir
í spillandi stórlæti festir?
6. O, leitið at eyðmjúkum støðum,
for Jesusi grátið á knøum!
Tá fáa tit Jesus í talu;
tí rósurnar vaksa í dali.
7. Mín Jesus, tú veri í vali
mær rósa og dýrgripur sæli!
Tær eitrandi lystir tú oyðir,
til kross tín meg blídliga leiðir.
8. Lat verøld meg háða og aga,
lat tornarnar stinga og naga,
lat lakið tey yvir meg breiða,
eg rósuna altíð vil eiga.
Brorson 1732/Ókendur týðari
Hin vænasta rósan
Rósan
– Rósan ímyndar tað góða: Jesus,
uppreisnina, frelsuna, friðin, vónina
og gleðina, sigur Súsanna Kristiansen
Gávubúðin Summardáin í Klaksvík
er ein handil á tremur við jólapynti
og jólagávuhugskotum.
Tað er Jórun Lützen, sum eigur
og rekur gávubúðina Summardáina
í Nólsoyar Pálsgøtu, har veruliga
nógv er at fáa. Jórun sigur, at hon
hevur lagt seg eftir at hava jólapynt
og gávur sum ikki fáast í øðrum
handlum í landinum. Til dømis eru
einglarnir og trøllini nakað heilt
serligt.
Jórun sigur, at tey gera t.d. bu-
kettir, kransar og jóladekoratiónir
eins og tey hava koppar, skálir,
tallerkar, vasar og nógv ymsikt
ann að.
Á jólum skal tað verða hugna-
ligt, og tað merkja tey, sum koma
inn til okkum. Tað er ein upp-
living at koma inn í handilin, ið
hev ur alt sum hoyrir jólapynti
og jóla gávum til. Handilin liggur
væl fyri mitt í býnum við góðum
parkeringsviðurskiftum
á
kai-
øki n um. So tey sum ynskja sær
nakað heilt serligt ella at geva eina
serliga gávu á jólum eru vælkomin í
Summardáan, sigur Jórun Lützen.
Trøll og einglar í
Summardáanum