Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173 Sosialurin Ársinsjólahandil Skivan er heitið á tveimum handl­ um, einum við Landavegin 77 í Havn og hin á Bakkavegi 41 í Vestmanna. Tað er Hanne­Mi á Brúgv, sum eigur og rekur báðar handlarnar. Handilin í Havn hevur hon havt síðan 2006 og tann í Vestmanna síðan 2008. Hvønn dag hava handlarnir ný­ bakað morgunbreyð og hava opið frá kl. 7 – 23 allar dagar í vikuni. Handilin í Havn selur allan bakstur frá Mylnuni, meðan handilin í Vestmanna selur rugbreyð frá Valdemar í Sørvági umframt stórt úrvæl av bake off vørum. Skivan selur umframt bakstur allar gerandisvørur og hevur eitt breitt úrvæl av góðgæti og leski­ drykkum. Til tann søta góman hevur Skivan stórt úrvæl av góðum køkum. Í Havn hevur Skivan bæði heitar og kaldar skundverðar m.a. frá Williams Catering í SMS. Í jólamánaðinum verður serliga nógv gjørt burturúr t.d. jólabollum, piparnøtum og rísalamande, sigur Hanne­Mi á Brúgv, sum bjóðar øll­ um vælkomnum í Skivuna í Havn og í Vestmanna. 12 Skivan í Havn og Vestmanna