Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. desember 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. desember · Nr. 174 6 Sosialurin Stjórin í Rúsini, Elsa Maria Olsen, staðfestir, at rúsdrekkalógin er ein heilsu lóg. Tí mælir hon til, at av lops kravið til Rúsuna verð ur avtikið, tí tað eggj ar til, at hon má legg ja seg eftir at selja sum mest. Hinvegin heldur hon, at tað, sum landskassin skal hava í kassan av rús drekka søluni, eigur at verða løgd í sjálv av­ gjøld ini. Tað er ein góður máti at stýra nýtsluni, tí eitt av lops krav leggur upp til, at vit mugu leggja okk um eftir at selja sum mest, sigur hon. Annars hevur Rús an nógvar stórar av bjóð­ ing ar næsta ár. Tað er, at tey hava verið noydd at spart nógv fyri at røk ka avlopskravinum. At Rús­ an í fjør noyddist at fly­ ta úr hølunum fyri sop­ pa vøkstur, førdi eisi ni stórar útreiðslur við sær. Av tí sama eru nóg v­ ar ábøtur og end ur nýgg­ ing ar útsettar. ­ At fremja tær ábøt ur nar og gera tær endurnýggingar, verða tær størstu av bjóð ing­ ar nar næsta ár, tí tær verða neyðugar at gera, sig ur Elsa Maria Olsen. Nú eitt kvøldið hoyrdu vit í Kringvarpinum, at fólk keypa akkurát tað sama hendan jóla mán­ aðin, sum tey plagdu at keypa upp undir jól. Handlarnir í Havn lata væl at jólasøluni og sostatt hava krep pa og húsagangir í vinnu lívi­ num ikki ávirkað hugin hjá føroyingum at keypa hvørj um øðrum ­og sær sjálv um­ jólagávur. Men tað er í øllum før um eitt undantak og tað er Rúsan, tí hesar seinas tu vikurnar er søl­ an í Rúsuni rapað niður. Fyrstu vika í des em­ ber í ár fall sølan 33,3% aftur ímóti somu viku í fjør Aðru viku í desember í ár fall sølan 15,2% aftur ímóti í somu viku í fjør. Hesa vikuna er sølan eisi ni munandi minni enn somu tíð í fjør. Tilsamans vísa tølini, at frá 1. til 15. desember í ár, er sølan 24,3% minni enn hon var í sama tíðar skeiði í fjør. Verður alt árið tikið und ir einum, er sølan vaks in eitt sindur, men hend an síðst mánaðin er hon altso rapað í botn. Sum tað sæst í hin­ ari greinini, heldur stjór in í Rúsuni, Elsa Maria Olsen, at tað eru húsa gan gir nir í Eik og Fiskavirking, sum tey rættiliga merkja í Rúsu­ ni. Áki Bertholdsen ­ Óvissan valdar! Tað er tann stutta viðmerkingin hjá Elsu Mariu Olsen, stjóra í Rúsuni, tá ið vit spyrja hana, um hon klárar at halda lógina í ár. Løgtingið hevur samtykt, at í ár skal Rúsan hava eitt avlop upp á 16,848 milliónir krónur. Men seinasta mánaðin hevur sølan hjá Rúsuni ikki verið sum væntað og fyri at tryggja sær, at kunna halda lógina, ætlaði Rúsan at lata deild upp í SMS og í Sundalagnum og at fara undir at selja víngløs og annað, sum hoyrir til rýsdrekkanýtslu. Men hendan ætlanin varð torpederað í samgonguni og tí hava vit spurt stjóran, um tað nú fer at hepnast henni at halda tær treytir, sum Løgtingið hevur álagt henni. Men tað er ein spurningur, sum Elsa Maria Olsen als ikki kann svara upp á í løtuni. Hon staðfestir, at sølan hevur verið rættiliga undarlig í ár. Men serliga nú í jólamánaðinum ber heilt av. ­ Eg má viðganga, at støðan er eitt sindur løgin og tann stutta niðurstøðan má vera, at óvissan valdar enn, sigur stjórin í Rúsuni Sølan farin í botn Elsa Maria Olsen sigur, at alla ta fyrstu tíðina í ár hevur sølan verið størri enn í fjør. Men í heyst fór sølan at minka, serliga í november minkaði sølan nú nógv. Men tríggjar teir síðstu dagarnar í november vaks sølan aftur munandi. Rúsustjórin heldur, at ein orsøk kann vera at fólk hava stúrt fyri verkfalli og tískil hava hamstrað øl, vín og brennivín. Men hesi seinastu tríggir dagarnir í november ”bjargaðu” søluni hendan mánaðin. So so koma vit til desember og hann hevur milt sagt verið svikaligur higartil, tí sølan hjá Rúsuni er rapað i botn. Desember er annars tann mánaðin, har Rúsan plagar at selja mest. Serliga teir tríggir seinastu dagarnir upp undir jól og teir tríggir seinast udagarnir upp undir nýggjárið, hava verið teir dagar í árinum, har Rúsan hevur selt nógv mest. Teir síðstu dagarnar upp undir jól í fjør seldi Rúsan fyri 6,5 millión. Men skulu vit hyggja eftir gongdini higartil í ár og samanbera við í desember í fjør, er rættiliga stórur munur. Tað er ein munur, sum fólk kunnu fegnast um ella harmast um, alt eftir um tey halda, at føroyingar skulu drekka minni ella um tey halda, at Rúsan skal halda lógina um at hava eitt ávíst avlop. Veruleikin er, at higartil fram til hálvan desember í ár, er sølan hjá Rúsuni heili 24,3% minni enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør. Við brestin Hvat tað er tekin um, er ómetaliga tórført at siga, heldur Elsa Maria Olsen. Ein orsøk kann vera, at fólk hamstraðu teir síðstu dagarnar í november, tí tey stúrdu fyri verkfalli og av tí sama er sølan minkað tilsvarandi fyrst í desember. Men hon heldur ikki, at hetta er øll forkláringin, verri enn so, tí sølan er minkað nógv meiri enn so. Tvørtur ímóti ásannar hon, at Rúsan er eitt tað besta konjunktur­barometrið í landinum. ­ Vit eru nokk tað besta barometri fyri, hvussu gongdin er í samfelagnum, tí vit merkja tað frá degi til dags, tá ið tað gongur aftur á hond í samfelagnum og tá ið tað gongur fram á. Hon vísir á, at Eik gav skarvin yvir í heyst og nú í november fór Fiskavirking eisini av knóranum og kastaði 800 fólk út í arbeiðsloysi. Rúsdrekka er kanska tað allarfyrsta, fólk halda upp at at brúka pengar upp á keypa, tá ið tað gongur aftur á. ­ Tá ið Eik gav skarvin yvir, sást tað alt fyri eitt aftur í søluni hjá Rúsuni og húsagangurin hjá Fiskavirking merktiskt eisini beinanvegin. Elsa Marika Olsen sigur, at slíkir skelkir ávirka ikki bara keypsmynstrið hjá teimum ávísu fólkunum, sum verða rakt. ­ Tað elvir til ringvirkningar allastaðni runt umkring, tí tá ið slíkt hendir, verða øll ávirkað av tí og fara at ansa betri eftir pengunum. ­ Í so máta síggi eg eina gongd í samfelagnum, sum eg eri eitt sindur hørm um at síggja, leggur hon afturat. Rúsan:Sølan minkað 24,3% MINNI RÚSDREKKA Hetta sær eitt sindur løgið út, heldur stjórin í Rúsuni Jólasølan svíkur í Rúsuni Heldur av gjald enn avlops krav Í løtuni er ómøguligt at siga nakað sum helst Tá ið Eik gav skarvin yvir og Fiskavirking fór á húsagang, sást tað alt fyri eitt aftur í sølutølunum hjá Rúsuni