mánadagur 20. desember 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 20. desember · Nr. 174
Sosialurin
Heystardagar eru gjøgnumskygdir
og málaðir á gyltu skógargrund …
Heystardagar brosa til alla verðina.
Sum tað er gott at sovna uttan ynskir,
mett av blómunum og móð av grønskuni,
við vínleyvsins reyða kransi við høvdaløgini …
Heystardagur hevur onga langtan longur,
hansara fingrar eru óvikandi kaldir,
í dreyminum sær hann allastaðni,
at hvítar flykrur dala støðugt …
(Edith Södergran/Ebba Hentze týddi)
So løgið – Fyri nøkrum árum síðan misti eg mina barndóms
vin konu, og nú fór ungdómsvinkona mín Ingunn frá okk
um.
Fyrst, eg hitti Ingunn Winther Olsen, segði tað PLING! Vit
vóru á bylgjulongd umgangandi! Hóast vit als ikki líktust
ella kanska júst tí, so funnu vit hvørja aðra og fylgdust alla
studentartíðina og nógv ár niðri aftaná.
Vit líktust als ikki: Ingunn var lítil og hevði bikasvart hár,
henni dámdi yvirhøvur ikki sama tónleik sum eg, vit vóru
ikki politiskt samdar, men tað var als ongin forðing fyri
vinskapi. Ingunn var ein verðinsdama, og eg helt hana vera
so spennandi, tí sjálv helt eg meg vera eitt reint bygdafrell.
Fyrst og fremst var hon ikki líka stórur ræðuskítur sum
eg, og so hevði hon guddommiligan humor. Onkursvegna
tyktist tað, sum vestmenningar høvdu ein øðrvísi humor enn
aðrar føroyingar, og Ingunn var onki undantak. Gálgaskemt –
kanska, men harragud vit mangan høvdu tað stuttligt.
Tíðin uppi í Hoydølum fer altíð at standa sum stuttligasta
og mest spennandi tíðin av ungdómslívinum, tað var, sum
vit riðu á seinastu bylgjuni av studentaruppreistrinum
– ov ungar, sum vit vóru, til rættiliga at hava verið uppi í
nøkrum, men vit høvdu hvør úr okkara heraðshorni fylgt
við í tí, sum fór fram, og høvdu slept mongum av teimum
avoldaðu hugsanunum, sum høvdu plágað ungdóm í tíðini
frammanundan. Hetta var eisini hangandi alt lívið – politskt
medvit, ans fyri tí, at øll ikki vóru eins, og virðing fyri tí –
frælsishungurin, kvinnustríðið – alt hetta hevði og hevur enn
týdning.
Tá eg hyggi at studentarbílætinum frá 1973, síggi eg, at vit
báðar, og nøkur fá onnur, onga húgvu høvdu á høvdinum, men
vit mundu vera uppi í teimum seinastu í hesum óskyldiga
mót mælinum. Haldi heldur ikki, at nakar var í føroyskum
klæðum, møguliga onkur øgiliga íðin tjóðveldismaður ella
bóndasonur, men so var eisini alt.
Vit munnu øll minnast tíðina í Hoydølum, serliga frí korter
ini, og tá vit gjørdu Vitan, í Klubbadansi, klikuna úti í Rebæk
Søpark, øll vit, sum høvdu okkara gongd í Føroyahúsinum
í Store Kongensgade, úti í Lallarock, til 1. mai dagshaldini í
Fælledparkini og ikki at gloyma inni á Skarv.
Tað vóru onnur ting, sum høvdu týdning tá – og tá tú ert
ung, er so mangt, sum er lívsneyðugt at leggja dent á – um tað
var rætt ella skeivt, tað kundi tú seta teg at eftirrationalisera
um, tá tú nærkaðist eldri árum. Men Ingunn fekk so ikki tey
seinastu árini við – og tað er øgiligt sakn hjá okkum, sum vóru
góð við hana.
Lívið tá snúði seg um at kjakast um politiska støðutakan,
at fáa so nógv upplivilsi sum til bar, tað veri seg við mótsatta
kyninum og ymsum at krydda tilveruna eyka við. Alt var við
til at mynda okkum sum persónar – kvinnur, ið tordu at liva
eitt sindur øðrvísi, enn kvinnur høvdu gjørt fyrr. Tað hekk við
alt lívið, hetta at tora at gera okkurt annað og ikki taka alt fyri
givið og gera alt tað sama, sum formøður okkara høvdu gjørt.
Andstygdina fyri afturhaldinum og avoldaðum hugsanum,
sum setti fólk í avmarkaðar básar, hava vit borið við okkum
alt lívið. Vit plagdu at skemta við á Facebook, at vit máttu
ikki báðar fara av landinum í senn, tí onnur mátti vera eftir
at ansa eftir samfelagnum, so afturhaldið og trúarfanatikarar
ikki fingu fult tamarhald á øllum.
Sjálvandi var ikki alt ein dansur á rósum, Ingunn fekk
sín part av lívsins beisku royndum, men tað fáa vit helst øll
í meiri og minni mun. Men hon hevði stíl, dugdi við fólki, var
avhildin av mongum.
Ingunn var mín soulmate. Hon læt altíð armarnar upp,
tá tú hevði brúk fyri tí, og soleiðis fari eg altíð at minnast
hana.
Ingunn fekk eina vakra jarðarferð. Inga Poulsen Dam
dugdi væl at lýsa fyri okkum, hvør Ingunn var, tað var eg
í øllum førum takksom fyri. Langt var at ganga niðan á
Follendi at jarða Ingunn, í allari sorgini mátti eg smílast við
meg sjálva, tí kenni eg hana rætt, hevði hon hildið tað verið
sera skemti ligt, at vit fingu henda langa túrin niðan við henni
til sein asta hvíldar staðin.
Men tá eg fór oman aftur runnu orðini hjá Rufus Wain
wright fram fyri meg:
Then along the bending path away
I smiled in knowing I'd be back one day.
(In The Graveyard)
Marna
Ingunn in memoriam