Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. desember 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 20. desember · Nr. 174 Sosialurin Áki Bertholdsen Húsini, sum Fíggjar mála ráð­ ið er í, er upprunaliga bygt til ein náttklubba og har eru um­ støðurnar ikki nøktandi. Tað staðfestir Fíggj ar mála­ ráðið sjálvt, sum nú er kom ið við eini frágreiðing um nógv umrødda málið, sum tók seg upp beint fyri viku skiftið um ætlanina at brúka 900.000 krónur til eina út hurð. Men ráðið sigur, at so ein­ falt er málið ikki, tí hurðin er bara ein lítil partur av máli­ num. Talan er tvørtur ímóti um at umbyggja alt inn gongdar­ økið, sum fevnir um dur, høvuðs gongd og móttøku. ­ Nógv umrødda úthurðin er ikki bara ein úthurð, tí talan er um ein heilan dur við glas­ veggi, og karrusellhurð, sum er ein triðingur av sam laða prísinum, ella 300.000 krón ur. Ótíðarhóskandi Inngongdin til Fíggj ar mála­ ráð ið er skjótt 25 ára gomul og varð upprunaliga ætlað til ein náttklubba. Talan er um eina ótíðar­ hós k andi inngongd og mót­ tøku, sum hvørki loysir tær funk tión ir, sum eitt Fíggj ar­ mála ráð eigur at hava, ella gev ur teimum, sum arbeiða í móttøkuni nøktandi arbeiðs­ viðu r skifti, sigur Fíggja r­ málaráðið. Men nú er ein varðandi loysn á veg og tað er ein loysn, sum er funksjonell og sum gevur teimum, sum arbeiða í móttøkuni góð ar­ beiðsviðurskifti. ­ Talan er um at umbyggja eitt øki sum svarar til 120 fer metr ar, sum svarar til eini min ni sethús. Fyri nøkrum árum síðani varð gamla móttøkan tikin burt ur, men arbeiðið varð ongan tíð gjørt liðugt. Í hesum sambandi hev­ ur tað víst seg, at kuldi og gjóstur bleiv ein størri tru­ pul leiki enn væntað. Ein annar trupulleiki er, at tað ber ikki til at hava nóg neyvt eftirlit við hvør kemur inn í Fíggjarmálaráðið. Alt í einum Tí varð mett, at vera rætt­ ast at loysa øll viður skifti í einum, men skal Fíggj ar­ mála ráðið fram hald andi hava eina opna móttøku, má trupulleikin við trekki loys­ ast. ­ Eitt er, at tú kanst ikki bjóða starvsfólkum at arbeiða í trekki, men tað er eisini ein spurningur um Arbeiðseftirlitið hevði góð­ kend móttøkuna sum fast arbeiðs pláss. Samstundis vísa royndir aðra staðni, at besta loysn ing ímóti trekki, er ein karrusell­ hurð, tí hon hevur tann fyri­ mun, at hon er altíð tøtt mót­ vegis trekki. ­ Av royndum vita vit eisi­ ni, at haldgóðar loysnir altíð loysa seg í longdini, tí so er ikki neyðugt at koma aftur­ um aftur og hálvar loysnir eru altíð tær dýrastu,. ­ Ein móttøka er eisini andlitið hjá Fíggj ar mála ráð­ num. Tann gamla mót tøk an hevur ongantíð verið ein virðilig loysn og Fíggj ar mála­ ráðið hevur ongantíð havt eina tignarliga og virðiliga høvuðs inngongd, sigur Fíggjar mála ráðið. Andstøðan vil nú hava Løg­ ting ið at samtykkja, at Jóan­ nes Eidesgaard ikki skal fáa pengar til eina nýgg ja út hurð og nýggj an dur og mót tøku til Fíggj ar mál a­ ráðið. Sum Sosialurin hetta viku skiftið skrivar, hev­ ur Lands stýris mað ur in søkt Løgtingið um 900.000 krónur til eina nýgg ja “karrusel­hurð” til Fíggjar­ mála ráðið. Løgtingið samtykti tað hós dag in, men tað skal til við gerð ar einaferð afturat fyri at verða endaliga av­ greitt. Men umboð fyri and­ støðu na halda, at hetta er óboð ið. Tey vísa á, at Jóannes Eides gaard hevur ført fram, at tað er neyðugt at gera grund leggjandi broytingar av høvuðsinngongdini til Fíggjar málaráðið. ­ Tað er sera ábært við høvuðs inn gongdina til Fíggjar málaráðið, og er tí neyðugt við nýggjari hurða­ skipan. Broytingin hev­ ur eisini sum endamál at økja um trygdina, soleiðis at tað verður gjørligt at stýra atgongdini til húsið, so einhvør ikki ótarnaður kann koma inn í húsið. ­ Føroyar hava mikið ann að at brúka almenna fæ ið til í hesum døgum, enn eina nýggja úthurð til fíggjarmálaráðharran fyri slaka millión krónur. Tí skjóta tey fimm løg tings­ fólk ini, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk, Kári á Rógvi, Karsten Hansen og Bill Justinussen upp at strika játtanina. Úthurðin er bara ein lítil partur ÚTHURÐ Tað hevur elvt til kjak, at Fíggjarmálaráðið hevur biðið Løgtingið um 900.000 krónur til eina úthurð. Men nú sigur ráðið í eini frágreiðing, at hurðin er bara ein lítil partur av eini størri umbygging Úthurð til viðgerðar í Løgtinginum Haldgóðar loysnir loysa seg altíð í longdini, tí hálvar loysnir eru altíð tær dýrastu, staðfestir Fíggjarmálaráðið og úthurðin er bara ein lítil partur av málinum ÚTHURÐin Fíggjarmálaráðið hevur ongantíð havt eina tignarliga og virðiliga høvuðsinngongd Tú kanst ikki bjóða fólki at arbeiða í trekki Haldgóðar loysnir loysa seg altíð best