Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. desember 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. desember · Nr. 174 16 Sosialurin Nú arbeitt verður við at leggja seinastu hond á fíggjarlógina, eigur sam­ gongan at taka væl ímóti uppskoti um rationali­ seringar á ovastu politisku rókum frá samgongufelaga úr Fólkaflokkinum. Fólkaflokkurin ligið í buktini Fólkaflokkurin hevur higartil ligið í buktini, tá talan hevur verið um at fremja rationaliseringar á ovastu politisku rókum. Flokkurin hevur ikki viljað hoyrt talan um at lækka talið á aðalráðum úr 9 í 6 í samgonguskeiðnum. Serliga hevur tað verið Uttanríkisráðið hjá Jørgeni, sum flokkurin hevur gøll­ hildið um. Tí hevur verið ógjørligt at loysa nógv umtalaða málið. Pípan fingið annað ljóð Nú tinglimur úr Fólka­ flokkinum í grein á Vága­ portalinum er komin við uppskoti um rationaliser­ ingar á ovastu politisku rókum fyri tveysifraðar milliónaupphæddir, sær út til, at pípan hevur fingið annað ljóð. Sambært uppskotinum skal talið á aðalráðum lækka úr 9 í 6 beinanveg. Eittnú skal Uttanríkisráðið takast av og leggjast undir løgmann, allar vinnur skulu í eitt aðalráð og Almanna­ og Heilsumál skulu leggjast saman. Nýggir, søtir sparitónar frá samgongufelaga úr Fólkaflokkinum, má sigast! Tí talan er um sama uppskot, sum undirritaði og onnur í samgongu hava ført fram við fleiri høvi. Men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Fólkaflokkurin hevur snøkt sagt ikki tikið undir við uppskotinum fyrr enn nú. Smíða meðan jarnið er heitt Løgmaður hevur fyrr í ár boðað frá ætlanum um at lækka talið á løgtings­ monnum, landsstýris­ monnum og aðalráðum. Nú Fólkaflokkurin er hálsaður um og er sinnaður at niður­ leggja Uttanríkisráðið, er lagaliga løtan at fremja frá­ boðaðu ætlanirnar í verki. Tað ræður um at smíða meðan jarnið er heitt! Politiska skipanin eigur at ganga undan Skulu vælferðarskipanir varðveitast í hesum tíðum, samstundis sum játtanar­ karmur skal haldast og landskassaúrslitið betrast, slepst ikki undan sparingum og rationaliseringum í almennu skipanini. Tað eigur tí at vera ein sjálvsagdur lutur, at politik­ arar ganga undan og byrja at spara og rationalisera á ovastu rókum. Søtir sparitónar frá samgongu­ felaga Bjørn Kalsø løgtingsmaður Kjak Gølukenda og óvirðiliga viðferðin av málinum um bústaðir til sinnisveik av­ dúkar eina slíka valdsmis­ nýtslu og inkompetansu ­ bæði politiskt, fyrisitingarliga og fakliga ­ at ábyrgdin av hesum viðurskiftum hjá sinnisveikum skuldi beinan­ vegin verið flutt frá Almanna­ málaráðnum og Nærverki­ num til Heilsumálaráðið og Psykiatriska depilin. Valdsmisnýtsla er eitt sterkt orð at brúka ­ men hvat annað skulu vit kalla tað, tá politiska valdið í hesum føri roynir at gjøgnumtvinga eina avgerð, sum bæði saknar sakligt grundarlag, gongur beinleiðis ímóti fakligu kompetansuni á økinum, og er í mótstríð við áhugamálini hjá teimum, sum málið snýr seg um. Hvøss viðmerking frá Psykiatriska Deplinum Í blaðsamrøðu mikudagin kunnu vit lesa greiða og sjáldsama hvassa viðmerking um málið frá hægstu fakligu kompetansuni á økinum, nevnliga Tórmóði Stórá, leiðara á Psykiatriska Deplinum. Fyri tað fyrsta staðfestir hann, at ”lækna­ fakligi serkunnleikin er ikki eftirspurdur”, og fyri tað næsta kolldømir hann ætlanina hjá landsstýris­ kvinnuni at strika byggingina av bústøðunum í Havn og flyta tað til heimbygdina hjá landsstýriskvinnuni sum ósakliga og skeiva: ”Læknafakliga er ongin ivi um, at tað einasta rætta er at halda fast um ætlanina at byggja íbúðirnar í Havn.” Galdandi lóg um nýskapandi sambýli í Havn verður sett til viks Eftir galdandi verklagslóg skuldu byggjast 16 íbúðir í einum nýskapandi sambýli við Heygsvegin í Havn. Undirritaði legði uppskotið fram sum landsstýrismaður á økinum (løgtingsmál nr. 166, 2007), og lógin varð einmælt samtykt í løgtinginum 5. mai 2008. Hetta snúði seg um 1. byggistig við 10 plássum. 17 mió. vóru settar av til endamálið. Síðani skuldi haldast fram við teim næstu 6 plássunum í 2. byggistigi. Við uppskotinum fylgdi útgreinað byggiskrá, m.a. við fakligari lýsing av tørvinum hjá tí serliga brúkarabólkinum, sum vóru tey 20 sinnisveiku, ið vóru liðugt viðgjørdir sjúklingar, men í 20­30­40 ár vóru strandaði á Psykiatriska Deplinum, tí ongir bústaðir vóru til teirra serliga tørv. Hesi fólkini vóru tey, sum nýggja sambýlið í Havn skuldi byggjast til. Í byggiskránni var sjálvsagt eisini ein útgreinað byggiteknisk skrá og tekning. Bygginevnd varð eisini sett, m.a. umboðandi Deildina fyri sinnisveik í Nærverkinum, Psykiatriska Depilin og felagið fyri sinnisveik, Sinnisbata. Samgongufelagir hvørki eftirspurdir ella kunnaðir Landsstýriskvinnan letur nú hesa lógina fara úr gildið nýggjársaftan, tí hon knapp­ liga hevur funnið uppá, at í staðin fyri at fylgja teirri fakligu og politisku avgerðini, sum í 2008 varð tikin í fullari semju millum allar partar, vil hon gjøgnumtrumfa eitt persónligt projekt í heimbygdini Sandavági – ein ætlan, sum hon ikki hevur spurt nakran um. Hon hevur ikki spurt fakliga serkunnleikan á økinum. Og hon hevur ikki nevnt málið við einum orðið yvir fyri løgtinginum, tíansheldur sínum samgongufeløgum! Vit hava lisið og hoyrt um hetta mál í fjølmiðlunum – onki annað. Landsstýriskvinnan hev­ ur ikki kunnað ella spurt okkum í Javnaðarflokkinum um sína politisku solo í hesum máli. Eg kann siga uppá forhond, at vit fara heldur ikki at taka undir við tí – tí avgerðin er ósaklig og skeiv. Er fakliga kompe­ tansan ikki tikin við økisdepilin í Vági? Av viðmerkingunum hjá Tórmóði Stórá tykist, sum um fakliga kompetansan á Psykiatriska Deplinum heldur ikki er við í fyri­ reikingini av Økisdeplinum fyri sinnisveik, sum nú verður bygdur í Vági. Um so er, er tað órógvandi, tá hugsað verður um, at hesin økisdepilin er tann fyrsti av sínum slag í Føroyum, har tvey fak­ økið innan psykiatriina verða samansjóðað, nevn­ liga økispsykiatriin og sosialpsykiatriin, og tí má fyrireikast sera gjølla. Tað er so sjálvsagt, at júst psykiatri­ ski sakkunnleikin er høvuðs­ partur í fyrireikingini. Tí faí eg meg ikki at trúgva, at Almannamálaráðið og Nærverkið, ið standa fyri málinum, ikki ætla at taka tey við í fyrireikingina, sum fakliga varða av hesum viðurskiftum. Ábyrgdin av psykiatriini eigur at savnast Eftir stríð millum táverandi landsstýrismenninar í familju­ og heilsumálum og í almannamálum í 2002­03 varð í 2004 gjørt av at skipa ábyrgdina av bústaðar­ og virknistilboðum til sinnisveik undir Deild fyri sinnisveik undir Nærverkinum. Nú er nógv sum bendir á, at henda avgerð eigur at endurskoðast, soleiðis at øll viðurskifti hjá sinnisveikum koma undir eitt og sama ábyrgdarøki, nevnliga Psykiatriska Depilin. Tað vil siga, at sosial­ psykiatriin verður flutt frá Nærverkinum og Almanna­ málaráðnum til Psykiatriski Depilin og Heilsumálaráðið. Tað hevði verið ein betri trygd fyri fakligu kompetansuna í hesum og øðrum málum viðvíkjandi sinnisveikum, og tað ivist eg heldur ikki í, at tey sinnisveiku og teirra avvarandi høvdu kent seg tryggari við. Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Sinnisveik offur fyri politiskari valdsmisnýtslu og inkompetansu?