mánadagur 20. desember 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. desember · Nr. 174
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Nú fer Bogi Løkin sama veg.
ÍF boðar frá á sínari heimasíðu,
at landsliðsleikarin hevur skrivað
sáttmála við felagið í Fuglafirði.
Miðvallarin hevur fingið sína
uppaling í NSÍ, og hann hevur eisini
fingið seg royndan í Frem. Løkin
hevur spælt 10 dystir fyri danska
felagið.
Bogi Løkin er 22 ára gamal, og
hann hevur, sambært faroesoccer.
com, spælt 128 dystir fyri NSÍ og
skotið 24 mál.
Hann er skrásettur fyri 16 lands
dystir og eitt mál fyri Føroyar.
uni@sosialurin.fo
Heðin Stenberg til HB
Føroyameistarnir kunngjørdu um vikuskiftið, at Heðin
Stenberg er knýttur at hópinum. HB og AB, har 21 ára gamli
málverjin er uppvaksin, hava skrivað leigusáttmála, sum bindir
Stenberg at HB í 2011. Hann skal ætlandi loysa Símun Rógva
Hansen, sum hevur skift til B71, av. Heðin Stenberg hevur verið
nógv darvaður av skaðum seinasta árið. Hann vann sær plássið
millum stengurnar hjá AB í 2008 og hevur, sambært faroesoccer.
com, spælt 73 dystir fyri barndómsfelagið.
Mynd: hb.fo
Nakað
av »fiffið«
frá fótbólti
kann eisini
brúkast í
hondbólti,
og eitt sind
ur av skili
hevur man
hóast alt
eisini fyri
hondbólti
Trygvi MorTensen,
venJari HJá TJaldrinUM
Tað er
eingin ivi
um, at hetta
er mítt
besta úrslit
nakrantíð
Mads glæsner,
sviMJari
»Tað vísti seg skjótt, at Heðin Stenberg var ein málmaður sum vit fingu 'gott eyga á'. Heðin
hevur hóast sín unga aldur, verður knýttur at besta liðnum hjá AB síðani 2007. Vit í pf. Havnar
Fótbólti eru sera spentir uppá at síggja Heðin í HB, og væntað vit eina javna og harða kapping um
málmansplássið á besta liðnum.«
www.hb.fo
“Samanumtikið hava kyndilskvinnur flestu dystirnar í ár staðið seg sera væl, men eru dagarnir
slakir og tendringin ikki heilt í topp, so er munur at síggja ímóti liðum sum t.d. Neistanum og
Tjaldrinum, serliga tí hesi lið hava stórskjúttar at skjóta flestu málini.”
www.kyndil.fo
»Sum útgangspunkt er tað væl altíð at fegnast um, at Pál yvirhøvur er í finaluni. Vit síggja jú
hvussu londini stríddist um at fáa fólk í finaluna, summi tí at onnur vóru har av órøttum, og onnur
til at halda sín innanfyri allíkavæl. Finalupláss er ikki krav til at kunna vinna heiðursmerki, men tó
ein týðandi fyrimunur.«
www.svimjing.com
Miðlarnir
skriva...
Bogi Løkin
fer sama
veg
Fótbóltur Feðgarnir Abraham Løkin,
venjari, og Karl Løkin, leikari, fóru
til ÍF undan kappingarbyrjan í ár
Ólavur Larsen, ÍF formaður, og landsliðsleikarin Bogi Løkin, sum nú,
eins og beiggin Karl og pápin Abraham, eisinii skal umboða ÍF
Inter Milan hevur vunnið fyrsta
steypið undir leiðslu av Rafael
Benitez.
Italiumenninir vunnu lætt á
TP Mazembe úr Kongo í finaluni
í Club World Cup.
Úrslitið var 30. Samuel Eto'o
legði upp til fyrsta málið, sum
Goran Pandev skoraði. Eto'o
økti um leiðsluna, og Joseph
Biabiany skeyt sein asta málið.
Kongolesiska liðið vann heilt
óvæntað á brasilianska Inter
nacio nal í hálvfinaluni, men tað
var lítið veiggj í teimum í final
uni.
Inter fekk tvey mál tíðliga í
dystinum, og tað var ongantíð
ivi um, at Benitez fór at vinna
sítt fyrsta steyp sum venjari hjá
Inter.
uni@sosialurin.fo
Inter er heims
meistari