Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. desember 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. desember · Nr. 174 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Longu undan kappingini í Klaksvík var greitt, at kvinnurnar hjá SÍ og menninir hjá ÍF høvdu tryggjað sær atgongd til steypafinalurnar, sum verða spældar í Havn leygardagin 19. februar. SÍ-kvinnurnar, tí tær vóru oddalið eftir fyrsta triðing av landskappingini, og ÍF-menninir, tí teir vóru oddalið eftir tveir teir fyrstu fimtingarnar av kappingini. Harumframt høvdu bæði kvinn- urnar og menninir hjá Mjølnir tryggjað sær í minsta lagi ein møguleika fyri at spæla dyst um at sleppa í steypafinalurnar, tí tey bæði liðini vunnu FK-kappingina, sum Fleyr skipaði fyri fyrr í heyst. Vunnu tey aftur hesa ferð, vóru tey beinleiðis í finaluni, og annars skuldu tey spæla ein dyst ímóti vinn arunum hesa ferð. Tað skuldi tó vísa seg, at klaks- víkingar ikki vóru í meira enn av- markaðum jólahýri, tí hóast blíð- skapurin var tann vanligi, so bleiv ikki meira givið enn neyðugt, tá dystirnir vóru á skránni, og tí fóru hini liðini tómhent avstað aftur, eitt fyri og annað eftir. Mjølnir vann hjá kvinnum og monnum í bæði Eik- liguni og 1. deild, meðan Ternan A vann 2. deild hjá kvinnum og SÍ 2. deild hjá monnum. Innleiðandi dystirnir í Bank Nordik-kappingini, sum kappingin hjá Mjølnir nú eitur, vóru leygar- dagin, og í Eik-liguni vóru so final- urnar á skránni í gjár. Í báðum førum var talan um góða, gamla klassikaran í flogbólti, tí mót støðu- liðini vóru í báðum førum Mjølnir og Fleyr. Mjølnir hevði munin Í finaluni hjá kvinnunum var Mjølnir omaná so at siga allan dyst- in og vann eisini 3-1. Størsti glottin hjá Fleyr var ímóti endanum á øðr- um setti, tá tað eydnaðist at berja seg uppaftur, eftir at Mjølnir var á odda 23-19, tí Fleyr kom sterkt aftur og vann settið 27-25. Men henda góða gongdin helt bara ikki fram í restini av dystinum, so Mjølnir vann lættliga tey bæði síðstu settini og dystin. Mjølnir var væl betri fyri tað mesta, fekk nógv uppaftur og vísti avgerandi styrki í álopinum, so tað ongantíð eydnaðist Fleyr at koma inn í dystin av álvara. Tí gjørdist henda finalan ikki so spennandi, sum væntast kundi, og settúrslitini vóru 25-17, 25-27, 25-14 og 25-17. Mansfinalan endaði við 3-0 sigri til Mjølnir, ið eisini hevði uppi - borið sigurin. Men hóast menninir hjá Fleyr ikki tóku nakað sett, vóru teir í løtum nær við, og dysturin vigaði fyri tað nógva aftur og fram og kundi farið bæði ein og annan veg. Kortini hevði Mjølnir munin og spældi til tíðir sera væl. Blokk- urin riggaði væl, servurnar sótu fyri tað nógva, sum tær skuldu, og í álopinum vóru klaks víking- arnir meira avgjørdir enn havnar- menninir, ið heldur ikki vóru líka óførir at fáa bóltarnar uppaftur av gólvinum. Her gjørdust settúrslitini tí 25-21, 25-22 og 25-18 til Mjølnir. Nýtt og gott gamalt Sostatt er nú greitt, at steypafinalan hjá kvinnum verður millum SÍ og Mjølnir, ið ongantíð fyrr hava spælt steypafinalu ímóti hvørjumøðrum, tí samstundis sum hetta er annað árið á rað, at SÍ er í finaluni, er hetta eisini bara aðru ferð tilsamans, at SÍ røkkur so langt. Mjølnir, sum ikki hevur ver- ið í finaluni síðani 2007, hev ur tó drúgvar finaluroyndir sum felag, tí hetta er fimtu ferð, at klaks víks- kvinnur eru í steypafinaluni. Hjá monnunum verður tað triðju ferð, at steypafinalan er millum ÍF og Mjølnir. Í 2007 vann Mjølnir 3-0 á ÍF, sum hinvegin í 2001 vann 3-0 á Mjølnir, so báðir partar eiga »revansju« til góðar. Mjølnir er í steypa finaluni hjá monnum fyri átt andu ferð og ÍF fyri sjeyndu ferð. Hilmar Jan Hansen Á oyggjaleikunum í Álandi fyri hálvumøðrum ári síðani eydnaðist flogbóltskvinnunum at endurvinna trúnuna og fáa gullið við sær heimaftur, með- an menninir ikki megnaðu at betra seg, men máttu taka til takk ar við einum fimtaplássi. Um eitt hálvt ár eru so aftur oyggjaleikir á skránni, og hesa verður tað á Isle of Wight, at landsliðini í flogbólti saman við øðrum ítróttarfólkunum í fleiri greinum skulu royna at endurtaka føroyska bragdið frá leikunum í Álandi, tá Føroyar endaðu ovastar samanlagt við flest gullheiðursmerkjum. Ikki minst skal ein innsatsur gerast hjá flogbóltsmonnunum, og hesa ferð verður tað Romica Øster, ið sum landsliðsvenjari hevur ábyrgdina av avrikinum. Hann er longu farin í gongd, og leygardagin sendi hann 19 flogbóltsspælarum boð um, at teir eru úttiknir til ein brutto- landsliðshóp. Ein venjing verður longu í Hoy víkshøllini í morgin seinna partin, og so eru tvær á skránni á Eiði mikukvøldið 29. des emb er og sunnukvøldið 2. januar. Við øðrum orðum vita hesir menninir nú, at teir heldur mugu ansa sær, tá dunna og alt møgu ligt annað gott kemur á borðið jólaaftan, tí teir mugu vera til reiðar at gera vart við seg, so landsliðsvenjarin eisini hugsar um teir, tá endaligi hóp- urin seinni skal takast út. Tveir útisetar Umframt 17 spælarar úr før- oysku kappingini, eru eis ini tveir útisetar tiknir út. Teir eru Johan Petur á Stong um, ið dagliga gevur libero-spæl- ar anum á danska landsliðnum harða kapping, og Gunnar Jørgensen, sum gjørdist ársins stjørnu skot í 2006, tá hann spældi við Mjølnir. Bæði Johan Petur og Gunnar spæla í bestu donsku deildini við felagnum Aalborg HIK. Bruttohópurin, sum Romica Øster hevur tikið út, sær ann ars soleiðis út: Niels Erik Anderson (SÍ), Thorvald Danielsen (Mjølnir), Bartal Eliasen (ÍF), Bjarki Enni (Fleyr), Rói Hentze (Fleyr), Bárður Jacobsen (ÍF), Hans Fróði Jensen (Fleyr), Jón Joensen (SÍ), Gunnar Jørgensen (Aalborg HIK), Bjarni Larsen (ÍF), Bogi Midjord (Fleyr), Jón Nielsen (SÍ), Jan Ingi Ole-Jacobsen (SÍ), Suni Juul Pedersen (Fleyr), Arthur Djurhuus Poulsen (TB), Brian Poulsen (ÍF), Johan Petur á Stongum (Aalborg HIK), Bárður Venned (Mjølnir) og Rúni Weihe (ÍF). hilmarjan@sosialurin.fo Mjølnir fór við øllum Flogbóltur Væl lá fyri bæði kvinnum og monnum hjá Mjølnir, tá felagið sjálvt hýsti Bank Nordik-kappingini í Klaksvík um vikuskiftið. Mjølnir streyk avstað við báðum plássunum í steypafinalunum og vann haraftrat fýra av seks kappingum Spælandi venjarin hjá Mjølnir, Boban Ilic, gevur sínum monnum góð ráð millum tvey av settunum í dystinum ímóti Fleyr í gjár. Bæði menninir og kvinnurnar hjá Mjølnir vunnu Bank Nordik- kappingarnar fyri liðini í Eik-liguni og hava tí vunnið seg í steypafinalurnar í februar Mynd: Jóannes Poulsen MJØlNIr og MJØlNIr 19 mans tiknir út Flogbóltur Nýggi landsliðsvenjarin í mansflogbólti, Romica Øster, hevur tikið 19 mans út til landsliðsvenjingar um jólini Romica Øster, sum er nýggjur landsliðsvenjari hjá flogbóltsmonnunum, ið skulu á oyggjaleikirnar á Isle of Wight komandi summar, hevur tikið 19 mans út til ein fyribils bruttohóp Mynd: Hilmar Jan Hansen NÝggJur VENJArI Vinnarar Bank Nordik kappingin 2010 Kvinnur Menn Eik-ligan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .Mjølnir . . . . . . . Mjølnir 1. dEild . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .Mjølnir A . . . . . . . Mjølnir 2. dEild . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ternan A . . . . . . . . . . . .SÍ