mánadagur 20. desember 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 20. desember · Nr. 174
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Thorir Hergeirsson vann sín størsta
heiður sum hondbóltsvenjari í
gjár.
Liðið, hann hevur havt ábyrgd
ina av síðan apríl í fjør, vann ev
ropa meistaraheitið.
Íslendingurin hevur verið partur
av venjaratoyminum hjá norska
landsliðnum seinastu 10 árini. Í
fjør loysti hann Marit Breivik sum
høvuðsvenjari.
Hann hevur áður staðið á odda
fyri Eleverum Håndball, Gjerpen
Håndball og Nærbø IL.
Flutti tíðliga
Thorir Hergeirsson flutti til Noreg
í 1986. Tá fór hann undir lestur á
Norges Idrettshøgskole.
Hann hevur síðan tikið við fleiri
avbjóðingum í norskum hondbólti.
Hann situr nú á ovastu rók.
Noreg vann finaluna á Svøríki
um evropameistaraheitið 2520.
Hálv leiksstøðan var 1110 til Noreg.
Byrjaðu væl
Noregi byrjaði væl. Liðið var á odda
42, men so var lítið veiggj í álops
spælinum eina løtu. Átta min uttir
seinni komu favorittarnir aftur á
máltalvuna.
– Tað var ein torførur dystur.
Svøríki spældi væl og við toli. Vit
tveittu nógvar bóltar burtur, men
úrslitið kemur, um tú heldur fram
at stríðast, sigur Thorir Hergeirsson
við norska TV2.
Tað mest fantastiskta er, sam
bært venjaranum, at liðið hevur
vunnið sær luttøku til evropa meist
araheitið, heimsmeistara heitið og
OL.
– Tað gevur okkum arbeiðsfrið,
heldur Hergeirsson.
Noreg setti ferðina upp í seinna
hálvleik og fekk einu løtuna heili
seks mál upp í slag. Svøríki, sum
óvæntað hevði vunnið seg í final
una, hótti ongantíð sigurin.
Marit Mal Frafjord er eisini
fegin.
– Vit framdu fleiri óneyðug mis
tøk og noyddist tí at stríðast, sigur
hon við TV2.
Álitið
Stutt aftaná, at Marit Breivik takk
aði fyri seg, kunngjørdi norska
hond bóltssambandið, at Hergreis
son tók við.
Tað var eingin ivi um, at hann var
rætti avloysarin, var niðurstøðan.
– Hann fær ábyrgdina av heims
ins besta kvinnuliga hondbóltsliði.
Tað er ein stór avbjóðing at vinna
við einum liði, sum hevur vunnið
eina rúgvu frammanundan. Vit
eru hinvegin sannførd um, at hann
hevur neyðugu eginleikarnar, segði
Arne S. Modahl, tá tað var greitt, at
Hergeirsson tók við.
Tað vísti seg, at Modahl og hinir
valdu rætt.
Íslendingurin hevur nú vunnið
kvinnurnar úr Noregi upp á ev ro
peiska tindin.
uni@sosialurin.fo
Íslendenski
gullvenjarin
Hondbóltur Thorir Hergeirsson stendur við ábyrgdini
av norska landsliðnum, sum vann evropameistaraheitið
í gjár. Íslendingurin hevur búð í Noregi í 24 ár
Íslendski gullvenjarin hjá norsku landsliðskvinnunum, Thorir Hergeirsson
Jan Pytlick
Norsku landslisðkvinnurnar í jólahýri eftir evropeiska gullsigurin
Uni Holm Johannesen
Tað var nøktandi at lata 16 mál
fara ígjøgnum móti Rumenia,
men Danmark fekk bara 15 mál,
og tað er ov vánaligt, heldur
Pytlick.
Hann var so rasandi sum
sjáldan fyrr og rópti eftir leik
arunum aftaná dystin.
Úrslitið hevur við sær, at
Danmark, umframt ikki at vinna
bronsuheiðursmerki,
missir
bein leiðis kvalifiseringina til
heims meistaraskapið í Brasilia
næsta ár.
– Vit vóru als ikki til reið
ar. Vit hava staðið okkum væl
í kappingini, men tapið oyði
leggur eina rúgvu. Eg eri sera
vón brotin. Vit hava arbeitt
mið víst, og so pissa leikararnir
so langt við síðurnar í dag. Tað
eru fleiri leikarar, sum skulu
heim at hugsa, um tær vilja
vera við á landsliðnum ella
ikki. Um tær ikki kunnu spæla
við fullari megi, so mugu onnur
framat, sigur Pytlick við BT.
Danmark skal heldur spæla
tveir altellaeinki dystir móti
Póllandi fyri at vinna seg til
HMendaspælið.
Pytlick
hevur
sagt,
at
hann vil vinna gull undir OL í
London í 2012. Ní er hann ikki
vísir í, um tað er eitt realistiskt
mál.
– Tað kann væl vera, at eg
noyð ist til hús at hyggja okk
ara mál ígjøgnum, um vit ikki
kunnu spæla betri enn hetta.
Vit eru fimm til sjey mál aftan
fyri Noregi í løtuni, og tað er
fleiri onnur lið, sum standa seg
væl, sigur Pytlick.
Pytlick
er rasandi
Hondbóltur Jan Pytlick, venjari
hjá Danmark, er rasandi inn á
leikararnar eftir bronsudystin, sum
donsku kvinnurnar taptu við út
av lagi vánaligum álopsspæli
Per Johansson, svenskur lands
liðsvenjari, er vónbrotin av, at
Svøríki tapti finaluna.
Tað var lítið væntað av
svenska landsliðnum undan
kapp ingini. Tað hevur verið
sum eitt ævintýr, men Noreg
kopp aði kvinnunum úr Svøríki
á seinasta leikdegnum.
Per Johansson sigur, at
Svøríki skal vera errið av sínum
avrikum.
– Tað er ótrúliga harmiligt,
at vit tapa seinasta dystin, men
vit skulu erpa okkum av úrs
litinum. Vit hava flutt okkum
nógv fet rætta vegin, sigur Per
Johansson, landsliðsvenjari.
uni@sosialurin.fo
Vit eru errin