Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. desember 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. desember · Nr. 174 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Høvið var upplagt. Steve Kean, sum fyribils stendur á odda fyri liðnum hjá Blackburn, fekk seg royndan fyri fyrstu ferð, tá West Ham vitjaði á Ewood Park. Tað var væntað, at Blackburn fór at greiða sína skyldu. Úrslitið var hinvegin eitt vón­ brot. Botnliðið fekk stig. – Vit eru sera vónbrotnir. Vit komu á odda, og tað var líkt til, at vit skuldu vinna greitt. Vit vinna ikki eitt stig í dag, men vit tapa tvey stig, sigur Steve Kean, sambært ensk um miðlum. Úrslitið var 1­1. Ryan Nelsen legði heimaliðið á odda, tá fimm minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Gael Givet javnaði, tá tólv min­ uttir restaðu í. – Nei, úrslitið er ikki nøktandi, sigur Steve Kean. Uppiborið meira Avram Grant fekk sítt gjøgnumbrot sum venjari, tá hann tók við sum venjari hjá Chelsea í 2007. Felagið segði samstarvið við José Mourinho upp, tá boð vóru eftir venjaranum úr Ísreal. Grant og Chelsea taptu Champions League fyri Manchester United, og stutt aftaná var greitt, at hann helt ikki fram. Grant hevur síðan staðið á odda fyri Portsmouth og West Ham, men úrslitini hava verið lítið nøktandi. Hann og West Ham eru á botn­ plássinum í Premier League. Tað er serliga tí, at hann iðrar seg um bara at fáa eitt stig hesaferð. – Vit spældu okkum fram til eina rúgvu av møguleikum. Eg eri serliga errin av stríðsviljanum hesaferð. Vit hava fleiri trupulleikar við skaðum og øðrum, og tað var lítið sum bendi á, at vit skuldu fáa stig. Vit vóru hinvegin betri enn Blackburn, sigur Grant, sambært enskum miðlum. Uttan Allardyce Tað kom óvart á, at Sam Allardyce varð uppsagdur sum venjari hjá Blackburn í farnu viku. Hann hevði frálíkt úrslit at vísa á, tá leiðslan brádliga gav honum fótin. Allardyce vísir á, at hann vann Blackburn úr botnstríðnum í fjør. – Tað breyt í bæði borð, tá eg tók við starvinum, og nú hevur liðið vunnið sær fastalegu í mið bólk­ inum á stigatalvuni. Vit tóku fleiri neyðug tøk, men minnið er oftast stutt í fótbólti, greiddi hann frá í vikuni. Venjaraskiftið hjá Blackburn riggaði ikki í fyrstu syftu, hóast uppgávan, sambært stigatalvuni, kundi ikki vera lættari. Uni Holm Johannesen Tað er stutta svarið hjá Alan Shearer um gitingarnar, at hann setir seg í venjarasessin hjá Blackburn í næstum. Alan Shearer stóð seg væl, tá Blackburn vann enska meist araheitið í 1995. Framherjin hevði skotið 112 í 138 dystum fyri felagið, tá hann skifti til Newcastle í 1996. Hann hevur verið nevndur sum avloysari, men hann vísir møguleikanum aftur. Shearer var fyribils venjari hjá Newcastle, sum flutti niður úr Premier League í 2009. Martin O’Neil, Stuart Pearce og Martin Jol eru eisini nevndir sum komandi venjarar hjá Blackburn. Shearer sigur nei Fótbóltur – Nei, eg loysi ikki Allardyce av Alan Shearer Kean er vónbrotin Fótbóltur Eitt stig á heimavølli móti botnliðnum var als ikki nøktandi hjá Blackburn, sum segði venjaran upp í farnu viku. Fyribils venjarin er vónbrotin av úrslitinum Fyribils avloysarin í venjarasessinum hjá Blacburn, Steve Kean Tápuligt venjaraskifti Ryan Nelsen, liðskipari hjá Black­ burn, er týðiliga misnøgdur við avgerðina hjá leiðsluna at siga Sam Allardyce farvæl. Nýggju indisku eigararnir mettu ikki, at Allardyce hóskaði inn í framtíðarætlanirnar. Ryan Nelsen skilir ikki niður­ støðuna. – Atfinnigarnar koma frá monn um, sum ongantíð hava spælt undir Allardyce, sum ongan tíð hava verið venjarar ella sum ongantíð hava spælt í Premier League. Allardyce er ein venj ari í heimsklassa, sigur Nelsen við Daily Mail. Hann er serliga óður um, at eigararnir tóku eina slíka avgerð, uttan at ein avloysari var til reiðar. uni@sosialurin.fo Blackburn og West Ham samdust um stigini á Ewood Park leygardagin Flestu dystirnir í Premier League vóru útsettir vegna kava um vikuskiftið. Bara tveir dystir vóru av­ greiddir. Tað vóru dystirnir millum Sunderland og Bolton, og Blackburn og West Ham. Sunderland vann 1­0 á Boltin. Danny Welbeck stóð fyri málinum. Kavin argaði Sum á flestu støðum í Onglandi, var eisini Emirates Stadion hjá Arsenal í London undir í kava