mánadagur 20. desember 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 20. desember 2010 · Nr. 174
Sosialurin
Jólablaðið
Vit hava røttu jólagávuna til øll
sum ganga, renna og íðka annan
ítrótt, sigur Jakob Dam, dagligur
leiðari í Thomas Dam Intersport
í miðbýnum í Havn, sum hevur
deildir á Glyvrum og í Klaksvík.
Thomas Dam Intersport hev ur
tríggjar handlar fullar av jóla gávu
hugskotum. Handilin í miðbýnum í
Havn er í somu húsum sum Thomas
Dam byrjaði at handla í av fyrstan
tíð.
Thomas Dam byrjaði sítt hand
ilsvirksemi í 1946. Fyrsti handilin
var í Niels Finsensgøtu 5, har seldi
hann glas, postalín og amboð. Seinni
flutti glas og postalínsdeildin til
Niels Fin sensgøtu 10, og Niels Fin
sensgøta 5 bleiv amboðshandil
burturav.
Síðst í 60unum byrjaði am
boðs handilin eisini at selja fót
bóltsgaggur og annað til ítróttar
fólk. Tá so amboðsdeildin í 1977
flutti í egnan handilsbygning í
Jónas Broncksgøtu, bleiv handilin í
miðbýnum gjørdur um til ítrótt ar
handil við Thomas Hanus Dam sum
stjóra. Í 1986 keypir Thom as Hanus
Dam handilin, sum skiftir navn til
Thomas Dam Ítróttur.
Í dag er Jakob Dam dagligur
leiðari í fyritøkuni Thomas Dam
Intersport, sum umboðar merkir
sum t.d. Puma, Adidas, Hummel og
Nike og selur alla úgerð til ítróttar
fólk.
Jakob Dam, sum kemur frá "mr
harris" í Lyngby í Danmark, sigur,
at hann leggur serligan dent á at
hava væl útbúgvin starvsfólk og
góða tænastu til kundan og ynskir
øllum vælkomnum í handlarnar hjá
Thomas Dam Intersport.
Sangurin “Mary did you know”
er vorðin mær serliga góður tey
seinastu árini, sigur Elsa Østergaard,
sum er búsitandi í Hoyvík.
Kanska er tað tí at ein sjálv er
vorðin so heppin at hava fingið
tvey deilig børn, eg veit ikki. Tó
so, hesin sangur sum kanska er
heldur øðrvísi enn aðrir jólasangir,
við tað at hann vendir sær til Mariu,
móður Jesu lýsir væl tað barn sum
jólini jú handla um.
Hesin Jesus sum føddist jólanátt,
vaks upp, spældi sum barn, gjørdist
tannáringur og síðani vaksin, eins
og nógv av okkum. Óivað hevur
mamma hansara gjørt sær tankar
um, hvat lívið fór at bjóða soninum;
tað gera foreldur jú.
Vit leggja ætlanir og til tíðir droyma
vit dreymar, antin fyri ella vónandi
við børnunum, um hvat ið framtíðin
hevur at bjóða. Soleiðis hevur
mamma Jesu óivað eisini gjørt.
Men hóast hon alla tíðina visti, at
sonur hennara var nakað serstakt,
so hevur hon tó neyvan ímyndað
sær alt tað, ið hann fór at gera ella
tað hann skuldi ígjøgnum.
Eg ímyndi mær, og vóni, at míni egnu
børn fáa eina góða og spennandi
framtíð. Eg ynski teimum bæði
avbjóðingar, spenning og succes
í lívinum, og framum alt ynski eg
teimum eitt friðsælt lív saman við
barninum ið føddist jólanátt.
Míni børn eru mær longu til stóra
gleði hvønn dag, men barnið ið
føddist jólanátt er okkum øllum
til óavmarkaða gleði og frið. Gott
hevði verið, um vit høvdu hesa
gleðina og henda friðin við okkum
allar dagar á árinum, og ikki bert tá
jólini standa fyri durum.
Hetta er mín jólasangur
Elsa Østergaard: Mary did you know
Mary did you know that your baby boy will one day walk on water?
Mary did you know that your baby boy will save our sons and daughters?
Did you know that your baby boy has come to make you new?
This child that you've delivered, will soon deliver you.
Mary did you know that your baby boy will give sight to a blind man?
Mary did you know that your baby boy will calm a storm with his hand?
Did you know that your baby boy has walked where angels trod?
And when you kiss your little baby, you have kissed the face of God.
The blind will see, the deaf will hear and the dead will live again.
The lame will leap, the dumb will speak, the praises of the lamb.
Mary did you know that your baby boy is Lord of all creation?
Mary did you know that your baby boy will one day rule the nations?
Did you know that your baby boy is heaven's perfect Lamb?
This sleeping child you're holding is the great I am.
Mary did you know
ÓAVMARKAÐ GLEÐI
– Míni børn eru mær longu til stóra
gleði hvønn dag, men barnið ið føddist
jólanátt er okkum øllum til óavmarkaða
gleði og frið, sigur Elsa Østergaard
Handlar fullir av
jólagávuhugskotum