Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175 Sosialurin Kjak Jógvan Sundstein Í “gomlum” døgum høvdu vit eitt landsstýri við 3-4 lim- um, einum høvuðsstjóra og nøkrum fulltrúum, sum varð- aðu av teim ymisku málsøkju- num. Hetta riggaði hampu- liga væl í mong ár. Men einki stendur í stað, og umsitingin vaks sum fráleið burtur frá hesi skipan. Seinri fingu vit deildir, og tá kollegiala skipanin varð avtikin fingu vit tey ymisku aðalráðini. Tað kann vera ymiskt, sum núverandi skipan er umhildin. Hon hevur nakrar fyrimunir, men eisini ávísar veikleikar. Her skal ikki vera farið í smálutir við tí, men eg skal bert nevna, at ein av størstu veikleikunum við skipanini er, at ráðini ofta verða skipað og umskipað eftir, hvat ið er politiskt “opportunt”. Vit hava til dømis í dag níggju ráð, tí landsstýrissessir skuldu javnast út við 3 aðalráðum til hvønn av nøkulunda eins stóru landsstýrisflokkunum. Hetta hevur so aftur við sær, at atlitini til at fáa mest effektivu umsitingina ikki altíð koma í fremstu røð. Hetta hevur so aftur við sær óneyðuga dýrking, sum stendst av eini “antirationali- sering” sum fylgja av tilvild- arligum umleggingum. Tað er helst politiskt ómøguligt at koma ígjøgnum við nýskipanum á hesum øki miðskeiðis í einum valskeiði ella landsstýrisskeiði. Tað endar bert í klandri um, hvørji ráð skulu umleggjast ella leggjast saman og harvið eisini hvørjir persónar skulu víkja. Nú líður tó aftur móti løgtingsvali, og sum tað ljóðar frá politiska um- hvørvinum, eru ikki útlit fyri serliga nógvum skila- góðum loysnum restina av valskeiðinum. Tað skuldi tí veri upplagt, at sitandi landsstýri setti sær fyri at brúka einar tveir mánaðar at gjøgnumhugsa lands- umsitingina og harvið eisini talið av aðalráðum, og hvat tey einstøku ráðini skulu fevna um. Hetta skal gerast bæði við atliti til, hvørji øki nátúrliga hoyra saman, og hvat ið arbeiðsliga er mest rationelt. Hetta eigur at vera gjørt í samráð við allar flokkar á tingi, og tá hesir báðir mánaðarnir eru farnir og funnið er fram til nýggja skilagóða skipan, sum semja er um, eigur løgtingsval at verða útskrivað. Helst eina ferð fyrrapartin í apríl 2011. Kanska virkar tað eitt sind- ur provokerandi og er helst eisini bláoygt, tí virkandi politikarar lurta sjáldan eftir øðrum, men kortini kundi eg hugsa mær at komi við einum uppskoti um, hvussu ein føst ramma fyri landsstýrisráðini kann síggja út. Karmurin skal vera so mikið fastur, at hann ikki uttan víðari kann broytast, og harvið kemur eisini talið av landsstýrislim- um at liggja fast. Uppskotið hjá mær sær soleiðis út: Landsstýrisfyrisitingin skal skipast í 6 aðalráð: Løgmannsráðið, Fíggjarmálaráðið, Vinnu-, uttanríkis- og búskaparráðið, Heilsu- og almannaráðið, Innlendismálaráðið, Menta- og útbúgvingarráðið, Ad. 1. Løgmannsráðið. Málsøkið hjá løgmanni er í veruleikanum bert eitt, og tað er Landsstýrisleiðsla og –eftirlit. Ad.2. Fíggjarmálaráðið. Málsøkini eru í høvuðsheitum: Landsins fíggjarviðurskifti, herundir alt viðv. fíggjarlógini, Skattaviðurskifti, Avgjøld, Almenn lønarmál, Ad.3 Vinnu-, uttanríkis og búskaparráðið. Málsøkini eru í høvuðsheitum: Fiski-og sjóvinna, Alivinna, Ídnaður, Landbúnaður, Handil, Ferðavinna, Arbeiðsmarknaðuir, Uttanríkistænasta, herundir samráðingar við onnur lond, Samfelagsbúskapur, Peningastovnar, Partafelags- og roknskaparviðurskifti v.m. Ad.4. Heilsu- og almannaráðið. Málsøkini eru í høvuðsheitum: Heilsu-, sjúkrahús- og læknaviðurskifti v.m., Almannahjálp, bústaðir v.m., Eldrarøkt, Almennar pensiónir, Barnarøkt, familjuviðurskifti v.m., Ad.5. Innlendismálaráðið. Málsøkini eru í høvuðsheitum: Lógar- og politimál, Kommunuviðurskifti, Samferðslumál og samskifti, Umhvørvismál, Innflytaramál, Ráevni, Fyrireiking og fremjan av yvirtøkum, Ad.6. Menta- og útbúgvingarráðið. Málsøkini eru í høvuðsheitum: Fólkaskúlin og grundútbúgvingar, Hægri útbúgvingar, Mentunnarmál , Kirkju- og trúarmál, Hesin listin er ikki fullfíggj- aður, men fatar um flestu øki. Í øllum førum er hetta eitt íkast til orðaskifti. Ein umlegging sum hendan kemur eisini at hava við sær ymiskar flytingar av fólki og størv skulu umflokkast. Kanska eisini onkrar upp- sagnir. Men samstundis eisini rationaliseringar og betri nyttu av arbeiðsmegini og nakrar sparingar. Hvussu mong landsstýrisráð eiga at vera? Í seinastuni hevur verið nakað av orðaskifti um talið av landsstýrisráðum. Hetta hevur týdning í samband við fíggjarlógarviðgerð og í heila tikið, tá ið ræður um skilagóða nýtslu av almennum peningi. Men størri týdning hevur tað í samband við skilagóða politiska og administrativa stýring av landinum Tað er ikki við mjúkleika, mín persónur og mín flokkur verða viðfarin í samband við at fleiri av okkara landsmonnum seta sítt álit á Sambandsflokkin í eini veljarakanning. Ákærur sum, at eg sum løgmaður havi sum endamál at skapa ótryggleika í Føroyum, soleiðis at okkara flokkur kann gerast størri, og at verri vit stýra, sterkari gerst okkara flokkur. Tað vil siga, at eftir tínum logikki, so skal eg sum for- maður floksins satsa upp á 1% til næstu veljarakanning, tí so eru Føroyar væl stýrdar. Heilt erliga Høgni, lat okkum nú uppføra okkum sum vaksin ábyrgdarfólk! Tað er júst í hesum tíðum, vit hava brúk fyri konstruktiviteti og positivum hugburði móti dagsins risastóru avbjóðingum. Góði Høgni! Eg siti í einum sessi, sum til tíðir gevur ómetaliga nógv at hugsa um og sum krevur eina mentala styrki, sum er í góðum standi. Tú átti at roynt hetta starv í eina tíð, tí tá vænti eg ikki, at tú hevði ført teg fram, soleiðis sum tú gert í hesum døgum. Eg havi brúkt alla mína positivu orku, og eg meini alla, at geva vón og at skapa ein positivan anda bæði saman við teimum, sum eg arbeiði við dagliga og saman við mínum lands- monnum annars. Eg havi eina turkatrúgv uppá, at vit koma gjøgnum hesa krepp- una enn sterkari, sjálvt um brotasjógvarnir ikki hava trotið. Tað er eingin gandaloysn fyri okkara samfelag, bert hart og stríggið arbeiði. Góði Høgni! Um tú metir, at tú røkir tínar skyldur sum andstøðuleiðari við at seta meg í ringt ljós, so er tað ikki rætti mátin. Eitt afghanskt orðatak sigur: “Hvørja ferð vit peika eftir øðrum við fremstafingri, venda tríggir fingrar móti okkum sjálvum”. Við bestu heilsan og persónligari virðing fyri tínari søk, sum eg eri ósamdur í. Kaj Leo Holm Johannesen formaður Sambandsfloksins Góði Høgni Hoydal