Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175 Sosialurin Nú so mikið verður gjørt burtur úr nøvnum og avrik­ um eitt nú innan okkara ítrótta heim bæði í nútið og í for tíð, datt tað mær í huga, at mað urin, sum meira enn nakar var okkara ítróttaligi høvd ingi í ára tíggir, tykist mest sum burtur gloymdur. 100­ára føðingardagur er van­ ligt høvi til at minnast aftur á merkismenn, og eg fór tí at kaga í bókina “Lærarafólk í Føroyum” at vita, nær Martin Holm varð borin í heim. Jú, 18. desember í fjør var 100­ ár føðingardagurin. Tessvegna nú hesi 1­ára seinkaðu minn­ ingarorð. Tað var beint eftir kríggið, at tað frættist, at Realskúlin hevði fingið nýggjan lærara, sum orð gingu av um hansara læraravirksemi í Danmark – ser liga innan ítrótt. Millum ann að varð sagt, at hansara dreingja lið varð kosið Sælands­meistari í fimleiki. Mítt fyrsta minni um Mart­ in Holm var, at fjøld av ítrótta­ fólki ólavsøkuaftans kvøld – tað mundi vera í 1946 – við hon um á odda gekk inn á Ting­ hús vøllin, har hann helt eggj­ andi røðu ítrótt inum at frama. Minnist, at tann eina av hans­ ara orðingum var: “Okur kunnu ikki framhaldandi bert liva av andaligum deyðagrasi!” Sjálvur gekk eg á prelimin­ er skúla tá, har ítróttur ikki var partur av skúladegnum. Fekk tá onkran av skúlafelagunum at koma við mær at spyrja hendan Martin Holm, um hann ikki kundi hava kvøld­ tímar í fimleiki við okkum úti á VBV. Martin kom spelkin út at práta við okkum. Hann skilti væl okkara ynski, helt gott um okkara hugskot og vildi fegin kunnað hjálpt okk­ um; men umframt sítt starv í Realskúlanum og tímar á Læraraskúlanum hevði hann tvey kvøld um vikuna bæði 1. og 2. manslið hjá Havnar Fim­ leikafelag, so har gjørdist ikki meira. Eg tók tí tað dirvi á meg at melda meg til fimleik í Havnar Fimleikafelag. Hevði tá, 15 ára gamal, ongar royndir í fim­ leikar høll hvørki á gólvi ella við amboðum, men har á 2. liði vóru aðrir í somu støðu, eitt nú tann kendi spælarin í B36 Mortan Mørk, sum var líka so óhjálpin sum eg á máttu, hesti ella plinti. Men Martin stuðlaði okkum til fram hald, og tað at vera við til fim leika framsýning undir hansara eggjandi leiðslu var ein minnilig uppliving. Ikki sóust vit dagliga, men eina stuttmynd í huganum havi eg av hjúnunum Martini og Kirsten Holm: Tey komu so sporty í løriftsskóm og við ryggsekki av Heygnum Mikla og oman til okkum, sum bíðaðu í bili á Velbastaðvegnum áveg­ is í brúdleyp úti í Hesti. Eingin serhending, men har var ein egin frískleiki yvir hes um báð­ um, sum veik frá okk um, sum sótu har so sunnu dags klødd í svartaskóm og yvirfrakka. Jú, Martin og Kirsten bóru nýtt og kveikjandi lív við sær til ungdómin í Havn ­ serliga innan fimleikavirksemið, sum tey lyftu upp á áður ókent stig. Ikki skal nakað takast frá teim, sum undan gingu. Havnar Fimleikafelag eigur søgu, sum gongur aftur móti næst seinasta aldarskifti. Git­ ið var, tá manslið við Sám al Eriki Matras sum lær ara og leiðara vitjaði til fram sýn ingar í Noregi fyri seinna kríggj, og væl minnist eg úr mæl ingin Olivur Dam á fimleika sýning, sum í fleiri ár var før oya­ meistari í fimleiki. Men myndin av teimum ungu hjá Martini: Palla Gre­ gorius sen, Hera Jensen, Hans Jakku Egholm, Egon Mittún, Magnus Jacobsen, Absalon Djur huus og ivaleyst fleiri í flúgv andi flikkflakki hon stend ur í huganum sum nak að ser stakt. Og ikki minni hevði Kirsten at bera sínum ung­ moyggjum. Við sínum vin sæla lyndi og musiska sinni breiddi hon yndi og vælveru um seg ­ ikki minst tá hon sett ist við klaverið og soleiðis gav venj­ ingunum eitt serligt heildar­ flog. Men tað var á lærara­ skúl anum, at vit báðir komu rætti liga at kennast. Fim­ leika tímarnar hevði Mart­ in lagt longu klokkan sjey á morni. Kortini vóru hetta tím ar, vit gleddu okkum til. Fyrstur at klæða seg um var Martin, og vit 8 fylgdu eftir – og so inn í høllina. Gamla fimleikarhøllin kendi ikki til hita meira enn tann, sum stóðst av mannakroppum, og á vetri var tað ofta so, at gler kundi liggja út á gólvið av frystum lekum frá vindeygum. Men ikki bilti. Stillaðir upp í rað varð farið til gongu runt í høllini, og eg minnist, hvussu serliga Tummas N. Djurhuus við sínum viðkvæma sinni gjørd ist herða breiður og steig ram liga i gólv ið stimbraður av Martinsa orð ing um. Eisini uttandura helt hann okkum til – út í Sandagerði at svimja, tá summarið nærk­ aðist, og niðan í Gundadal til frummítrótt –, fekk okkum eisini onkuntíð seinnapartar at koma har niðan at bøta um umstøðurnar við at grava og steinseta. Jú, vit upplivdu nógv og lærdu nógv hesar tímar nar hjá Martini. Og hóast fim leikar­ hallir ikki vóru vanligar úti um landið tá, mundu tað vera fleiri av okkum fyrrverandi læraraskúlanæmingum hjá Mart ini, sum onkursvegna gjørdu gagn av íbirtanini frá hon um. Hjá mær lá fyri at gera okkurt í Avhald hús­ in um í Haldórsvík, sum ein góð veðurs dag endaði við framsýning niðri á havn ar­ lagnum. Men væl meira fekk Sigurd Peter sen í Sandavági burturúr. Lødd ur undir ang­ ar av íblástri frá trí menn­ ing in um Mart ini fór hann, kom in aftur í heim bygd ina sum ungur lærari í 1952, bein­ anvegin undir ítróttaligt frí­ tíðar virksemi ­ á vetri við fim leiki í Losjuhúsinum og summarhálvárið við bæði bólt spæli og frummítrótt á Vallaroyruni, og harumframt mundi tað vera hann, sum fekk pápan Petur Elias at smíða fyrstu kappróðrarbátarnar Sandavágsbátin og gomlu Ørnina. Nú nevndi eg róður. Á lær­ araskúlanum høvdu vit eisini uppliving í so máta: Um hetta mundið, fyrst í 50­árunum, átti Havnar Róðrarfelag tvey 10­mannafør. Fekk tá í samráð við Einar Kallsberg, sum tá var næmingafelagsformaður á Studentaskúlanum, í lag kapp­ róður millum báðar skúlarnar. Teir vunnu; men aftaná mann­ aðu vit okkum aftur við 5 røðarum frá hvørjum skúla og bjóðaðu Havnar Róðrar­ felag av. Hugaligt var tað tað tá at leggja frá landi við teim­ um báðum Martini Holm, Før oya ítróttarhøvdingi, og Thom as Nygaard, rektara stu­ dentaskúlans, sitandi á toftu­ bekki. Men enn hugaligari var tað at leggja at landi aftur eftir at hava smurt havnarmenn av. Burtur úr hesum sigri kom tiltak, sum førdi til nýtt 10­mannafar, ið fekk navnið “Studenturin”, av tí at teir, sum eftir okkum komu á lærara­ skúl anum, ikki høvdu áhuga fyri róðri. Men vit aðrir høvdu tó hug at royna hendan bát, og í 1955 høvdu vit mannað hann til kappróðurs á ólavsøku við Martini Holm – tá 46 ára gamal ­ aftur sitandi á toftibekki. Hugi enn sjónina, tá start­ dóm arin rópti:”Klárir!”, og eg hesa mína fyrstu kappóðrar­ løtu skoytandi yvir á hinar bátarnar sá allar framstavnar á rað yvireftir. Jú, starturin var óførur, vit ruku framum; men, ólukkutíð fyri Martin og okkum allar, nú brotnar áraskeytin hjá honum, tó tí­ verri bert so at ein flís verður sitandi eftir, so hann mátti rógva við einari hond yvir og einari undir á árini, og hetta kostaði okkum sigurin – vit blivu nr. 2! At eg kom til at taka mær 1½ ár til útbúgvingar á ítrótta ­ há skúla komst eisini av til­ eggj an frá Martini. Rektarin har á skúlanum í Oslo visti um Martin Holm, hevði sæð før­ isku fimleikaframsýningina á Lingiaduni í Stockholm í 1949, har Martin m.a. hevði eina skrá við sermerktum dámi av føriskum dansi. Um hana segði Harald Wergeland, at hon var “meget bra” – við áherðslu á “meget”, sum á norskum veru­ liga merkir “sera”. Í praktikktímum í Real­ skúlanum vitjaðu vit lærara­ lesandi eisini tímar hjá Mart­ ini í øðrum greinum enn ítrótti. Í søgutímum var hann ikki turrisligur, men setti hend ing ar spennandi upp, so søgan gav næmingunum eina uppl iving til betur at kunna minn ast. Mær er eisini greitt frá, at í bíbliusøgutímum læt hann næmingar ikki bara reksa upp uttanat sama fyri­ setn ing hvør eftir annan, sum vanligt var, men setti saman við næmingunum søgu gongd ­ ina og innihaldið skjótt og greitt upp, og síðan las hann fyri næmingunum úr “Feðg­ um á ferð”, fyri soleiðis at geva tímunum eitt breið ari mentanarligt innihald. Hans­ ara áhugi fyri tí musiska kom eisini til sjóndar í tí, at sangur var fastur táttur hvønn undirvísingartíma. Vert er her eisini at skoyta uppí, at tá Mikkjal á Ryggi var deyð ur á Bróst sjúkra húsin um í Hoy­ dølum, fekk Martin Holm næmingar í Real skúlanum at henta blomstur og stroya tey á vegin, har børan við skaldinum mikla skuldi koyrast oman á skipið. Rættiliga í samskifti við Martin Holm kom eg sett ur í starv í 1967 á Føroya Lærara­ skúla, har hann tá var rektari. Í stuttum er her at siga, at har Martin skipaði fyri, var skil í. Hann hevði greiði á øllum, sum fyrifórst á skúlanum, og eyð kent var tað, at komst tú inn á skrivstovu hansara eftir loknan arbeiðsdag við almiklum umsitingararbeiði, var pappírsknívurin tó tað ein asta, tú sást á hansara skriv stovuborði – alt annað var rudd að burtur og fingið á sítt pláss. Um enn Martin kundi vera í so strangur og náðileysur, tá tað ráddi um skil og eftirlit, vísti hann tó áhuga og væl vild, um stig vórðu tikin til uttan­ umtiltøk á skúlanum. Soleiðis var hann fegin um, at vit fingu í lag føriskan dans við góðum stuðli uttanífrá, var sjálvur við á okkara dansiferðum út til Nólsoyar og suður til Sumb­ iar, og var stórtøkin vert ur, tá nólsingar komu á vitjanar­ ferð. Sjálvur tók hann eisini stig til útferðir. Ein var ferð­ in norður til Kunoyar við slupp ini West fard Ho. Góð­ veðurs dagur var, og vit vóru nøkur, sum gingu heilt niðan á skarðið. Minnist, at tað harmaði hann, at hann ikki slapp við til fjals, tí hann var bundin av blískapi niðri í bygd ini. Væl dámdi honum at ganga undan á slíkum ferð­ um, og á ferð úti í Hesti tókti mær, at bragdarhugurin, sum enn spældi í hansara sinni, kundi verið honum at deyða­ meini: Við havnarlagið har úti er høgur jaðari laðaður av malar gróti upp undir veg oman fyri. Fann hann tá uppá – 59 ára gamal ­, at hann, fyri eygunum á øllum sínum lærara skúlafylgi, skuldi ganga upp hesa høgu grótlaðing við hondunum aftan bak. Tankin kylir mær enn kroppinum um, at glapp fótur hansara av ein­ um av hesum rundu steinum, tá hann var komin upp í hæddina, so fór hann i sor. Men upp kom hann í øllum góð um, tað lætnaði okkum øll­ um fyri brósti, og errin mundi hvalbingurin sjálvur vera um bragdið. Men nú er ikki at gloyma, tá vit aftur mannaðu til kapp­ róðurs á læraraskúlanum. Høvdu lænt 10­mannafarið “Fugl firð ing”, og hóast hann var í tyngra lagi, hildu vit tað at verið hugaligt at fingið rekt aran til róðurs. Glaður tók hann við, og tað var ikki við mýk indum, at hann koyrdi á okkum á Havnar vág. Minn ist einaferð vit komu skúm andi inn fram við bryggju kant­ inum í Vágsbotni, at gamli Rubbek talaði at, tá vit lógu tivandi útfyri. Á Norð oya­ stevnu hitaðu vit væl upp inn an start, og so varð skotið. Jú, Fuglfirðingur legði seg beinan vegin á odda, og tað bara longdist ímillum.”Okur hava heilan flotan aftan fyri okkum!” rópti róðursmaðurin fróður. Men komnir inn móti Klakki – vit lógu vestastir – var tað eins og báturin meira og meira steðgaði á, meðan serliga teir eystaru tóku seg fram, og komnir á mál hildu vit okkum vera aftastir. Kortini vóru vit nr. 2; men harmiligt var, at sjóvarfallið, sum eg havi skilt á klaksvíkingum, ivaleyst spældi okkum tað puss, at tað rak inn við norðara landið, með an vit fingu streymin ímóti fram við Bumshamri, tí væl høvdu vit unnað Martini at fing ið hetta uppiborna punk tumið við á hansara ítrótta liga virkis­ skeið. Hetta omanfyri var nú bara eitt heldur orðmikið ítriv um Martin Holm, soleiðis sum eg kendi hann. Hansara leiklut sum forseti ÍSFs, sum sera virkin blaðstjóri á “Ítróttatíðindum”, sum polit­ ik ari, har hann eitt skifti var for maður í fíggjarnevnd løg ­ ting sins, og onnur avrik eftir hann verða onnur at lýsa i størri persón søgu lig um sam­ an hangi. Ólavur Hátún Martin Holm, sum eg minnist hann