mikudagur 22. desember 2010síða 41
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
Sosialurin
Hey góði pápi, nú fyllir tú
aftur og hesaferð fyllur tú
65 ár. Ja tíðin flýgur avstað,
eg verið noyddur at skriva
nøkur orð á tínum runda
degi, og tað veit eg at tú
verður glaður fyri.
Pápi vaks upp á Tvøroyri
og er sonur Hjørdis Mørk
úr Tórshavn og Martin Berg
ættaður úr Sandvík. At pápi
er føddur í Tórshavn tollaks
messudag 1945, er tað kanska
ikki so nógv fólk, sum vita
um. Men hann búði bert í
Havn í 1 ár, tá ið hann flutti
suður til Tvøroyri at búgva
saman við Hjørdis ommuni
og Martin abba. Har búði
hann saman við foreldrunum
og systkinunum hjá sær
ávika vist
Hanus,
Hanna,
Essuni og Eyvør.
Pápi flutti seinni suður
til Vágs at búgva bert 15 ára
gamal, og har hevur pápi
búleikast síðani, saman við
okkum øllum.
Tað sum tók serliga hart
upp á pápa var, tá ið systr ar
nar hjá honum Rini og Hanna
doyðu av krabbameini. Rini
var bara 36 ár, tá ið hon doyði,
og Hanna doyði fyri nøkrum
árum síðani. Pápi misti eisini
mammu sína Hjørdis av
krabbameini í 1999.
Pápi er ikki ein persónur,
sum tosar so nógv um
slekt, men hann fortelur
oftani frá, hvussu gott tað
var at koma til Sandvíkar
sum smádrongur at vitja
familjuna har. Hann tekur
oftani til, at hansara familja
er familjan hjá mammu og
vit børn, tað kemur ivaleyst
av, at hann hevur búð næstan
alt sítt lív í Vági og følir seg
sum vágbing, hóast røturnar
er aðrastaðni frá.
Pápi giftist annars við
mammu okkara Ingibjørg
Ryggs hamar hin 2. januar
1965, sum er dóttir Jens og
Alvildu Ryggshamar í Vági.
Um hetta mundið búðu
tey úti í Toftalíð saman við
langommuni Julionnu. Bert
tríggjar mánaðir eftir vígsl
una, t.v.s. 2. apríl 1965, brendi
heim teirra í grund.
Tey mistu alt, sum høvdu
fingið í brúðargávu, men til
Guds undur sluppu tey øll frá
tí við lívinum. Í 1968 bygdu
tey sær egið hús á Vallarajørð
í Vági.
Men væl hevur gingist hjá
tykkum, hóast tit mistu alt
úti í Toftalíð í Vági, og okur
8 systkin sum eru Jens, Anja,
Levi, Eyðhild, Heidi, Mortan,
Rini og Sonni hava nógv at
takka tykkum báðum fyri,
hóast tað hevur mangan
verið strævið hjá tykkum
báðum. Men okur 8 børnini
og øll abba, ommubørnini,
minnast bert á góðar løtur
inni á barnaheiminum hjá
okkum. Hetta fáa nú tey
fyrstu langabbabørn og lang
ommubørnini eisini stóra
gleði av og tað er at vera
takksamur fyri.
Pápi fór til sjós bert 13 ára
gamal (fylti 14 umborð). Pápi
varð sjómaður heilt fram til
miðskeiðis í sjeytiárinum.
Umframt at hava koyrt
lastbil og arbeitt á Suðurfisk
í fleiri ár. So hevur pápi havt
seyð og seyðahald í Hovi.
Hetta var eitt stórt íkast til
okkum øll gjøgnum árini, tí
tað vóru nógvir munnar at
metta.
Samfelagsviðurskifti hava
altíð havt hansara áhuga,
hann hevur m.a. sitið í 23
ár í Vágs Býráð frá 1985 til
31.12.2008.
Heilsan hja pápa er farin
at bila eitt sindur tey seinastu
árini, men hann er komin væl
frá tí nú og var fyri kortum
verið við mammu í Danmark,
har hann stuðlaði henni væl
og virðiliga, tá ið mamma
skuldi leggjast undir skurð í
Ríkissjúkrahúsinum.
Pápi hevur tað sum sagt
nógv frægari nú og gongur
3 til 4 túrar rundan um tað
vakra vatnið í Vági og gleðir
seg sum eitt barn til næsta
túr har hittir hann nógv
fólk, sum eisini geva sær
stundir til eitt prát.
Pápi er ikki ein persónur
sum tosar so nógv um
slekt, men hann fortelur
oft ani frá hvussu gott tað
var at koma til Sandvíkar
sum smádrongur, at vitja
familjuna har. Serliga tosar
hann um Ingibjørg systir
Martin abban og hennara
hjartarúm, tá ið hann var
smádrongur.
Eg havi oftani spurt pápa
um familjuna og um Mørk
slektina hjá honum, men
hann hevur ikki givið mær
eitt greitt svar enn, men
svarið sum hann altíð hevur
givið mær er, at røturnar eru
úr Sandvík, Hvalba, Tvøroyri,
Hovi og í Havn.
Men, hann tekur oftani til
orðanna og sigur, at hansara
familja eru vit børnini og
familjan hjá mammu, tað
kemur ivaleyst av, at hann
hevur búð næstan alt sítt lív í
Vági og følir seg sum vágbing,
hóast røturnar er aðrastaðni
frá.
Eg vil tí enda hesa føð
ingar dagsheilsu
til
pápa
mín við at koma nakað inn á
Mørk ættina hjá okkum. Sum
eg havi gjørt mær stundir um
at leita fram.
Olduromma
mín
var
Elsupa Fredrikka Justinus
datter og oldurabbin var
Lud vík Thomas (Tummas á
Brekku) Thomassen seinni
Breck mann, bæði úr Havn.
Um eg ikki fari skeivur, so
var Ludvík oldurabbi mín
fyrsti føroyski politisturin í
Føroyum.
Dóttir teirra var lang
omma mín Magdalena Sofía
Breckmann Mørk, sum gift
ust við langabbanum hjá
mær Mortan Mørk sum var
ættaður úr Sandvík, mær er
fortalt at tey búði á Jónas
Broncksgøta í Havn.
Tíverri
fyri
familjuna
og serliga fyri tey 8 børnini
hjá Mortan og Magdalenu
Mørk, doyði Magdalena lang
omma av ungum aldri av
tuberklum. Hetta var sjálv
andi ein sorgarleikur fyri alla
familjuna og serliga fyri tey 8
børnini sum vóru:
Christenca Mørk, Helena
Mørk, Esther Mørk, Hjørdis
Irene Mørk (omman mín),
Morten Meinhard Mørk, Ingi
bjørg Mørk, Olga Solvej
Mørk og Lillian Mørk.
Seinni flutti Mortan Mørk,
langabbi sum var reiðari til
Vestamanna at búgva. Hann
doyði í 1949.
Tað er bert Olga og Lillian
sum eru á lívið í dag. Olga býr
í Hirtshals og tað frættis at
hon spælir framvegis brigde
og er við til kappingar, hóast
hon gongur ímóti teimun 90
árum. Hin systurin Lillian
býr í Íslandi.
Eisini eru nakrar søgur
um Mørk sum eftirnavn.
Mørk familjan koma frá Nesi
í Hvalba og upprunaliga var
eftirnavnið Mortensen og
áðrenn tað, var tað Mortans
son.
Ein søga er eisini um ein
av okkara forfedrum sum
var so myrkhærdur og tá ið
hann skuldi doypast, og tí
spurdi presturin í Hvalba
foreldrini at dronginum, hví
ikki bara doypti hann Mørk
til eftirnavn og søgan sigur,
at hetta er ein orsøk til Mørk
eftirnavnið er komið.
Hinvegin vóru eisini sera
nógvar í familjur í Suðuroym
sum frammanundan høvdu
eftirnavnið Mortensen, so
kanska var tað tí tey skiftu
eftirnavn til frá Mortensen
til Mørk.
Tey flestu av Mørk ættini
eru av Nesi í Hvalba og
tey flestu av teimum flutti
til Mørkini í Sandvík at
búgva. Onkur vil vera við,
at staðarnavnið á Mørkini
kemst
av
eftirnavninum
Mørk, tí tey búsettist á Mørk
ini í Sandvík.
At enda kann eg nevna at
pápi til Mortan Mørk lang
abba var Morten Mortensen
Mørk úr Sandvík, og hann
var giftur við Olevine Helene
Midjord sum var ættað úr
Hovi.
So pápi og mamma, ein má
siga at ættin er sera stór hjá
okkum og hetta var bara eitt
lítið brot úr ættarsøguni hjá
okkum til frama fyri pápa á
hansara 65 ára føðingardegi
tollaksmessudag.
Eg vil hervið ynskja tær
hjartaliga tillukku við 65ára
føðingardegnum og Guds
signing í framtíðina hjá tykk
um báðum.
Gleðilig jól og gott nýggj
ár.
Hoyvík hin 21.12.2010
Levi Mørk
Føðingardagsheilsan til pápa mín
Eyðfinn Mørk í Vági
á 65 ára degnum tollaksmessudag 23.12.2010