Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 175 · jólini 2010 5 blaðið mynd: Jens Kristian Vang – Vís at tú ert har, men lat tað vera upp til tann syrgjandi at gera av, um tit skulu tosa um tann deyða ella ikki. Onkuntíð hevur man hug til tað og aðrar tíðir ikki, og tann, sum hevur mist, má eisini tora at siga frá, heldur Døgg. – Man skal heldur ikki vera bangin, sigur Alda. - Altso, summi, sum eg kenni, tora ikki at tosa um teirra egnu systkin, tá eg eri har, tí tey eru bangin fyri at særa meg, og at eg skal fara at hugsa um systur mína. Men tað mugu tey altso gjarna. Og tey tora so slett ikki at nevna Lív. Men eg havi einki ímóti at tosa um hana – faktiskt vil eg gjarna tað, og onkuntíð kann eg verða kedd av, at tey ikki vilja tosa um hana, tí tað kann virka sum um, at tey slett ikki interessera seg fyri henni, heldur Alda. – Men tað er ikki lætt, sigur Petur Sigurð. – Eg havi aldrin orkað fyri spurn inginum um, hvussu nógv systkin eg havi, staðfestur hann. - Tí eg veit ikki, hvat eg skal siga. Hann greiður frá, at tá fólk spyrja, og hann sigur, at hann hevur eina systur, sum er deyð, so verða fólk týðiliga illa við, og tað verður ein keðilig støða, har tey hvørki vita, hvat tey skulu siga ella gera. Døgg, Alda og Petur Sigurð gera tí eisini greitt, at man ikki skal ræðast tárini. - Tá man syrgir, so má man gráta viðhvørt. Men tað virkar, sum um fólk ræðast tárini, og tí blíva støðurnar so keðiligar. Tey vilja ikki, at man skal fara at gráta. Men viðhvørt er tað er gott at fáa loyvi til tað, heldur Døgg. – Herfyri var ein ferðsluvanlukka á Skála, greiðir Petur Sigurð frá. -Tá græt eg eisini og varð ræðuliga keddur. Hini spurdu meg hví eg græt, tí eg kendi hann ikki nakað serligt, sum doyði. Men allar tær somu kenslurnar koma framaftur, tá man hoyrir um onn ur, sum hava mist. Og man verður kedd- ur, tí man veit akkurát, hvat tey fara ígjøg um. Tað er tað sama, tá man fer til jarðar ferðir. Tey eru samd um, at fyri at skilja sorg ina, má man hava verið ígjøgnum hana. Torið at tosa um deyðan Døgg heldur, at tíðin beint eftir van- lukkuna var ræðulig. – Beint eftir, at hon var deyð, hataði eg, at øll skuldu tosa um hana í tátíð. Øll søgdu, at hon »var« og »var« og »var« – alt var tátíð, og eg kvaldist av tí. Tí hvørjaferð var tað enn ein stafesting av, at hon var deyð, sigur Døgg og leggur afturat, at tað tók eina tíð at venja seg við tankan um, at systurin ikki kom aftur. Alda er púra samd. – Beint tá Lív var deyð, var tað sum um, at øll vildu snakka um hana allatíðina. Men tá orkaði eg tað ikki sjálv. Tá kláraði eg ikki at fyrihalda meg til tað. Men so var tað, sum um tey gloymdu hana. Og eftir at eg hevði verið í Beranum, vildi eg fegin tosa um hana. Men tá eg var klár, vóru hini komin víðari, sigur Alda. Petur Sigurð minnist, at tað vóru fá, sum tordu at koma yvir til hansara fyrstu tíðina, tá hann kom aftur í skúlan. – Eingin segði nakað við meg, men eg veit, at tey tosaðu aftanfyri ryggin á mær. Nú eri eg komin í nýggjan skúla, og nú tora tey at spyrja um systur mína. Tað er nógv frægari, tí hitt er ikki gott! Tey skulu heldur vera har og royna at troysta ístaðin fyri at rýma. Jólini Hóast sorgin vitjar aftur av og á, so er tað ringast hesa tíðina á árinum. – Tað er verri, tá tað líður ímóti jól- um. Tá hugsi eg um, at tað er keðiligt, at hon ikki er her, sigur Petur Sigurð. Døgg hevði tað ringt fyrstu jólini, men nú er tað blivið frægari. – Mamma plagar at gera nógv burturúr jólunum og gera tað hugnaligt hjá okkum. Eg gleði meg til jóla, men av og á vendist gleðin til sorg og skuffilsi, tá tað aftur rennur framfyri meg, at Unn ikki er her longur, greiðir hon frá. Fyri Aldu er hendan tíðin somuleiðis tann ringasta, tí Lív livdi bara í tríggjar mánaðir, og tað var frá seinast í nov- ember til seinast í februar. Alda var tá 11 ára gomul, og foreldrini máttu vera nógv á sjúkrahúsinum hjá Lív, sum var illa sjúk allatíðina. – Tá hendan tíðin kemur, so er tað serliga tómt, tí hon ikki er her. Men vit tosa nógv um hana, og jólaaftan fara vit altíð út á grøvina hjá henni. Tey eru samd um, at tað altíð fara at vera tóm pláss við borðið, og at tað serliga er eyðsýnt á jólum, tá familjan er í hásæti. Men hóast tað kann vera svárt, so má man royna at hugsa positivt. Og man skal loyva sær sjálvum at gleðast uttan ringa samvitsku, sláa tey fast. AldA Mohr EyðunArdóttir 13 ár úr Havn Mist lítlusystrina, Lív, tá hon var 3 mánaðir, fyri tveimum árum síðani. Hon doyði av sjúku. døgg hAnsdóttir 18 ár úr Havn Mist stórusystrina, Unn, fyri trimum árum síðani, tá hon var 18 ár. Hon doyði í eini ferðsluvanlukku. PEtur sigurð rAsMussEn 13 ár av Skála Mist lítlusystrina, Katrin Elisabet, fyri umleið tveimum árum síðani, tá hon var eitt ára gomul. Hon doyði brádliga, og seinni varð staðfest, at tað var av sjúku. Alda (t.v.), Petur Sigurð og Døgg eru samd um, at jólini altíð vekja minni um systrarnar, sum ikki eru her longur. – Men man skal ikki hava ringa samvitsku av at gleðast allíkavæl, halda tey.