mikudagur 22. desember 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
20
blaðið
Týtt úr enskum eftir
William Barclay:
Eydna Skaale
Flýggj anin
frá ónda
konginum
Ikki øll vóru fegin um, at
Jesusbarnið varð føtt. Ser
liga ein maður var sera ill ur
og harmur, og tað var He
ród es kongur. Hann var ein
gløggur kongur, men hann
var øvundsjúkur og ill gruna
samur mótvegis øllum, sum
kundu hótta hansara trónu.
Tá øvundsjúkan rakti hann,
gjørdist hann óndur og
hjarta leysur, tí hann vildi
ikki, at nakar skuldi taka
kongsdømið frá honum.
So tá teir vísu menninir
komu til hansara fyri at leita
eftir nýfødda konginum,
Jesus barninum, sum teir
hildu máttu vera føtt á
kongsborgini, lat hann, sum
um hann var áhugaður í tí,
teir søgdu. Hann bað teir
endiliga siga sær frá, um
teir funnu kongsbarnið, so
hann eisini kundi tilbiðja
tað. Men í veruleikanum
var hann í øðini og sera
øvundsjúkur. Hann visti, at
barnið var føtt í Betlehem,
og tí gav hann boð um, at
øll dreingjabørn í býnum
skuldu drepast, so at
nýborni kongurin ikki
kundi yvirliva.
Hansara óndskapur elvdi
til stóra sorg í mongum
heimum. Men Jesusbarnið
var trygt og varð ikki dripið,
tí Maria og Jósef flýggjaðu
til Egyptalands, meðan tíð
enn var.
Tá Jósef, Maria og Jesusbarnið vóru
á veg til Egyptalands, sigur søgan,
at tey eitt kvøldið leitaðu sær skjól
í einum helli. Tað var eitt sera kalt
kvøld, og svørurin var hvítur av
frosti.
Ein lítil eiturkoppur sá lítla Jesus
barnið og vildi so fegin hjálpa lítla
barninum at halda hitanum hesa
køldu náttina. Hann hugsaði leingi,
tí hvat kundi hann, sum bert var ein
lítil eiturkoppur, gera? So fann hann
upp á ráð. Tað einasta, hann dugdi,
var at spinna nótir, og hann gjørdi av
at spinna eina nót fyri hellismunnan,
tí nótin kundi kanska verja eitt sind
ur móti kuldanum uttanfyri. Íðin fór
hann til verka, og týðum skeitti hann
yvir á hetta fitta barnið, meðan hann
spann.
Um náttina hoyrdist brádliga
róp í kvirruni. Ljósið av kyndlum
pettaði myrkrið sundur, og brátt
komu nakrir hermenn hjá Heródesi
kongi eftir vegnum framvið
hellinum. Teir vóru sendir út at
leita eftir dreingjabørnum, sum
teir skuldi drepa, so eingin nýggjur
kongur skuldi taka kongsveldið
frá Heródesi kongi. Teir varnaðust
hellið og nærkaðust við skjótum
fetum. Kongurin hevði givið boð
um, at eingin skuldi eirast, og var
nakar farin higar at krógva seg,
skuldu tey finnast. Men tá teir komu
at hellismunnanum sá herovastin
eiturkoppanótina. Frostið hevði
sett seg á hana, so hon var vorðin
hvít og fryst, og hon fylti allan
hellismunnan, sum hann var.
– Hygg, segði herovastin, Her
er ein risastór eiturkoppanót. Hon er
púra heil, og eingin kann vera farin
inn í hellið uttan at oyðileggja nótina.
Latum okkum fara víðari at leita og
takka hesum eiturkoppinum fyri, at
hann spardi okkum nógva dýrabara
tíð. Her kann eingin vera, tað er vist!
So hildu hermenninir leiðina fram.
Lítla familjan og Jesusbarnið vóru
bjargað av einum lítlum eiturkoppi.
Ikki kundi hann gera nógv ímóti
einum heilum liði av hermonnum,
men hann gav tað sindrið, hann
kundi, og spann eina lívbjargandi
nót.
Tí er tað, at vit á jólum pynta við
glitrandi silvurketum um jólatræið.
Tær ímynda frystu eiturkoppanótina,
sum bjargaði Jesusbarninum og
harvið eisini jólunum fyri mongum
árum síðani, eina kalda frostnátt á
strekkinum millum Betlehem og
Egyptaland.
Halgisøgan um
eiturkoppa nótina,
sum bj argaði
jesus barninum