Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 175 · jólini 2010 12 blaðið Samrøða Uni Arge Lítið og onki rumbul hevði verið á Lands sjúkra húsinum leingi, ongantíð hoyrd ist stjórin tosa við stórum stav­ um, og fleiri høvdu tí fingið ta kenslu, at nakað so sjáldsamt sum frið ur valdaði á landsins størsta arbeiðs­ plássi. Men týsdagin 24. august í ár vistu fjølmiðlarnir at siga, at lands­ stýris maðurin við heilsumálum, Aksel V. Johannesen, hevði mist álitið á Allani Skaalum sum sjúkrahússtjóra. Hann skuldi ikki hava havt hegni at stýra útreiðslunum. Allan Skaalum var púra ósamdur, men sum støðan var, helt hann ikki, at tað loysti seg at stríðast ímóti yvirmaktini, og valdi at gera eina fráfaringaravtalu við Heilsu málaráðið og fara úr sessinum. Enn einaferð var rok á Lands­ sjúkra húsinum. Aftur settu fjøl miðl­ ar n ir luppin á hetta so klandursrakta arbeiðsplássið við teimum mongu fak­ bólkunum, og skjótt staðfestu fleiri teirra, at Allan Skaalum var sett ur frá av órøttum. Aktiónin minti mest um eina gardering hjá landsstýrismanninum, ið ikki vildi koma í trupulleikar, nú Landssjúkrahúsið hevði søkt um eyka­ játtan til heilivág, ið Allan Skaalum væl frammanundan hevði gjørt vart við fór at hava meirútreiðslur við sær. Meirútreiðslurnar stóðust av óvænt­ aðum umstøðum. Raksturin annars var góður. Og í 2009 hevði Lands sjúkra­ húsið á fyrsta sinni í mong ár megn að at hildið játtanina. Allan Skaalum var seinnapartin fríggja dagin 20. august farin heim í teirri trúgv, at hann framvegis var stjóri á Landssjúkrahúsinum, tá hann aft ur skuldi til arbeiðis. Fyrst skuldi hann kortini í feriu saman við konuni. Tey gleddu seg hetta kvøldið at fara til Turka lands dagin eftir, men so ringdi aðal stjórin í Heilsumálaráðnum og ljóðaði ógvuliga álvarsligur á máli­ num. Allan Skaalum helt, at onkur var deyður. ­ Eg grunaði als ikki, at eg skuldi úr starvi num, og eg trúði tí ikki. Eg var púra paff, tí eg helt, at tað, vit høvdu gjøgnum ført á Landssjúkrahúsinum, var gott. Hetta átti bara at styrkt lands stýrismannin. Í teirri løtuni, eg fekk boðini, skuldi eg taka støðu til fleiri viðurskifti, eg ikki hevði yvirlit yvir júst tá. Eg var á veg í feriu, og hvussu skuldi eg fáa sagt við familju na, at eg skuldi halda uppat í starvinum? Hvussu skuldi eg fáa gjørt neyðugu fráfaringaravtaluna, tá eg skuldi avstað dagin eftir? Eg helt, at grundgevingin var sera tunn, men eg valdi so at senda boð eftir advoka ti beinanvegin og gera eina av talu, har eg fekk staðfest, at eg var ósamd ur, sigur Allan Skaalum.   Byrjaði við einum braki Her endaðu so tey fýra árini hjá hon­ um á Landssjúkrahúsinum. Hann var komin í sessin í 2006, tá Poul Geert Hansen, ið var maðurin, ið gav honum óvæntaðu boðini um veg is telefonina, var farin úr stjóra sessi num á Landssjúkrahúsinum í aðalstjórasessin í Almanna­ og Heilsu mála ráð num, sum ráðið tá æt. Frammanundan var Allan Skaal um vinnukundaráðgevi á vinnu­ lívs deildini í Føroya Banka. Har hevði hann tætt samband við nøk ur av størstu reiðaríunum og fiski vinnu virkju num í landinum. Eftir fimm ár í bankanum helt hann, at stundin var komin at royna okkurt nýtt, og helst vildi hann hava eina avbjóðing í leiðandi starvi. ­ Tá stjórastarvið á Lands sjúkra­ húsi num varð lýst leyst, hugsaði eg als ikki beinanvegin, at tað var rætta starvið fyri meg. Eg kendi ikki Lands­ sjúkrahúsið bara fyri tað góða, tí oftast hoyrdist jú í fjølmiðlunum um starvs­ fólkaósemjur, ótíðarhóskandi høl ir og strammar fíggjarkarmar. Eftir at hava hugsað eitt sindur um tað, helt eg kortini, at eg kanska kundi gera mun, so eg søkti og fekk starvið. Mín kunnleiki til Landssjúkrahúsið var sera avmarkaður, so tað fyrsta, eg mátti gera, var at seta meg inní, hvussu leiðslan var skipað, hvørji aktuell mál lógu og bíðaðu, og hvussu hús ið annars virkaði, greiðir Allan Skaal um frá. Innlæringartíðin byrjaði tó við ein­ um braki. Tað fyrsta málið, hann varð settur at fáa enda á, var, hvussu føði­ deildin á Landssjúkrahúsinum skuldi skipast. Stríðið um hetta hevði ver ið drúgt frammanundan. Longu fyrstu vikuna skuldi ein avgerð takast í málinum, og tað var so skjótt, so var eld ur í koluni. Ljósmøðurnar gjørdu ikki mætari enn, at tær allar søgdu upp. Upp sagn irnar vórðu handaðar nýggja stjóra num sama dag, sum hann skuldi vera við til fyrsta jólaborðhaldið á Lands sjúkrahúsinum. Tað var vorðið sum elddópur at fáa, heldur hann enn. Stríð ið stóð við í eina tíð, men í dag held ur Allan Skaalum, at hann hóast hesa ósemjuna hevði góð viðurskifti við føðideildina øll árini. Stevnumið settu kósina Eftir buldrasliga elddópin kundi hann Hann Hevði verið stjóri á LAndssjúkrAhúsinUm í knøpp fýra ár, tá Hann fríggjAdAgin 20. AUgUst í ár var farin til Hús og dagin eftir skuldi UttAnLAnds At hALdA frí við konuni. BrádLigA ringdi telefonin. tað var AðALstjórin í heiLsUmáLAráðnUm, sum segði, at landsstýrismaðurin Hevði mist áLitið á honUm. Hann skilti onki. Hvussu skuldi Hann sigA tAð við fAmiLjUnA? Hví skuldi Hann úr stArvi, tá landssjúkraHúsið í 2009 fyri fyrstu ferð í eitt mannaminni hevði hiLdið játtAninA? Her greiðir ALLAn skAALUm frá síni tíð sum stjóri í BrennidepLinUm á landssjúkraHúsinum Gjørdist bilsin av at verða settur frá