mikudagur 22. desember 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
22
blaðið
Stóra mongdin av sukri, sum
hoyrir jólunum til er ikki góð
fyri børnini. Og miðalnøgdin av
sukri, sum børn fáa á jólum, 342
sukurmolar, eru fleiri ferðir meiri
enn tilmælini siga.
Nógva søtmetið fær blóðsukrið
hjá børnunum at svinga upp og
niður, og tað elvir til stór skifti
ímillum ein lukkuligan sukurrús
og stóra troyttheit - og harvið
grenj og skeldarí.
Børnini sukur-streyka
Jólini, sum eiga at vera merkt
av friði, gleði og kærleika, enda
fyri mangar barnafamiljur í
konfliktum og ringum lagi. Flestu
kostráðgevar eru á einum máli um,
at alt í verðini ov nógv sukur er
ein av orsøkunum til, at idyllurin
hvørvur. So set eitt sukurmark fyri
børnini, um jólini skulu gerast
hugnalig, ljóðar greiða ráðið.
Tað slepst tó ikki undan
sukrinum í desember mánaði.
Heilt frá fyrsta desember, tá
sjokolátakalendarin freistar við
einum punti av vamlisligari
dicount-sjokolátu, áðrenn fyrsti
tankin um morgunmat yvirhøvur
er hugsaður, og líka inntil seinasti
kransakøkubitin er svølgdur
nýggjársaftan, eru sukur og søtmeti
við til at mynda jólamánaðin og
-hugnan. Jólabakstur, jólakonfekt,
jólaborðhald,
jólahugni
í
skúlum og á stovnum, jólahald í
ítróttarfeløgum og frtíðarítrivum,
umframt jóla kalendarar og
jólamenn, sum bjóða bomm. Hetta
eru bert nakrir av føstu táttunum í
desember, sum vit illa fáa noktað
børnunum.
Men hóast mánaðurin er
fullur av sukri, so vísa kanningar,
at børnini tó fáa nógv størstu
mongdina av sukri jólaaftan,
jóladag og annan jóladag. Heilar
342 sukurmolar tilsamans, sum er
alt, alt ov nógv. Og tí fara børnini
í sukur-streyku og gerast tvør og
ill í sær. Sukrið er kanska ikki
einasta orsøkin, tí serliga jólaaftan
er spenningurin eisini við til at
ávirka børnini, men nógva sukrið
er avgjørt við til at hála alt skeiva
vegin.
Sukur-timburmenn
Børnini rinda dýrt fyri stóru
mongd irnar av sukri, bæði beint
eftir at tað er etið, tá blóðsukrið
koyrir upp og niður og ávirkar
bæði tolið og lagið, men eisini
dagin eftir. Tá hava børnini tað
umleið sum vaksin hava tað,
tá tey hava drukkið. Ov nógv
sukur gevur nevniliga børnunum
timbur menn dagin eftir, og tey
gerast sløv, troytt og í ringum lag
-summi fáa eisini høvuðpínu, og
tey hava ilt við at savna seg um at
gera nakað, sum krevur bindindi.
Tað nyttar einki av umbera við,
at tað bara eru jól einaferð um
árið, og at børnini tí eiga at sleppa
at eta seg um rygg av søtmeti. Í
fyrstu syftur verða børnini sjálvi
stóru tapararnir, og tá tey streyka
gongur tað við vissu út yvir restina
av familjuni eisini.
Njótið við máta
Sjálvandi skulu børnini sleppa at
njóta, at tað eru jól -við øllum sum
hartil hoyrir. Men børnini duga
ikki sjálvi at steðga aftur, og tí er
neyðugt, at tey vaksnu seta mørk.
Jólatíðin eigur at vera hugnalig,
og tað er synd fyri allar partar,
at jólini skulu oyðileggjast av
ov nógvum sukri og óstýriligum
børnum. Tí er týdningarmikið, at
foreldrini finna eitt mark ímillum
nær tað er stutt ligt, og nær tað
gerst ov nógv fyri børnini.
So nógv sukur er í:
1/2 litur av sodavatni = 25 sukurmolar
Ein lógvi av konfekt = 25 sukurmolar
Ein tallerkur av mandlurísi við
kirsuberjasós = 11 sukurmolar
1 stk. av sjokolátu (50 gr) = 10 sukurmolar
5 bomm (15 gr) = 3 sukurmolar
5 keks/smákøkur = 3 sukurmolar
So nógv sukur skulu vit í mesta
lagi hava dagliga:
2-5 ára gomul - 14 sukurmolar
6-9 ára gomul - 21 sukurmolar
10-13 ára gomul - 26 sukurmolar
14-17 ára gomul - 31 sukurmolar
Kvinnur - 26 sukurmolar
Menn - 33 sukurmolar
Kanningin vísir, at børn í miðal fáa
342 sukurmolar teir tríggjar jóladagarnar. Tað er ikki ringt at rokna
út, at tað er nógvar ferðir meiri enn ein lítil barnakroppur klárar.
SUKURSJOKK
– og sjóðheitur grátur
342 sukurmolar. Tað er mið alNøgdiN av sukri, sum BørN fáa Teir tríggjar jóla
dagarnar. ÚrSlitið er, aT børnini fáa SukurSjokk, sum enda við hysTerisk um anføllum,
tárum og skeldaríi. sTórir jóladøgverðar við brúnkaðum eplum og soda vaTni afturvið ,
umframT Tað jólaliga góðgæTi, karamellir, marcipan og Smákøkur, gera, aT jólini ikki
verða merkt av friði og eiNglaBørNum. TvørTurímóTi er maNgaN gráTur og taNNagríSl.
Góð ráð:
✿ minst til at seta frukt á borðið eisini og bjóða
børnunum mandarinir, appelsinir og súrepli.
✿ til jólini hoyra eisini nøtur, mandlur og turkað frukt.
royn og skift nakað av sjokolátuni og søtmetinum um
við nøtur.
✿ tað er eingin orsøk at freista børnini við at hava
søtmeti standandi frammi á øllum borðum allatíðina.
tak tað fram, tá børnini kunnu fáa sær og bein tað
burtur, tá tey hava fingið nóg mikið. lat heldur
fruktina standa frammi.
✿ lat vera við at hava sodavatn afturvið matinum, tí
sodavatn er ein av størstu sukurbumbunum, sum
er. Hav heldur vatn ella mjólk til børnini afturvið
matinum.
✿ Syrg fyri, at tey eta seg mett í ordiligum mati, áðrenn
tit fara at hugna tykkum við søtmeti. Byrja tey at eta
søtt, er skjótt til, at tey ikki orka tann góða matin, og
tað ger bara ilt verri við óstøðugum bloðsukri.