Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175 Sosialurin Jólablaðið Tá tey fra Landsverki ringdu til McKay’in ein morgunin í farnu viku, var hann á veg á Gjáarvegin. Her skuldi hann hyggja, hvussu har sá út, nú bæði kavi og nógvur vindur gjørdu um seg. Hóast hetta einsliga, krevjandi og ofta enntá vandamikla starv, er lagið gott á Williami. Henda morgunin visti hann eisini eina gleðiliga jólasøgu at siga frá: Heilsan Tað var mánadagin í farnu viku, at boðað var til hugnakvøld við Gjógv. Fyriskipararnir ringdu til Willi­ am og bjóðaðu honum við, men lá tað ikki fyri at luttaka. Tá ið McKay morgunin eftir er til arbeiðis við brúnna um Streymin, steðgar ein bilur í nánd av honum. Ein dama, berandi eina stóra jólakurv við øllum góðum í, kemur úr bilinum. Kurvin er til William McKay, sum verður púra bilsin og ikki minst rørdur. Í kurvini var eisini ein jólaheilsan til kava­ ruddaran: "Vit her norðuri vilja bara takka tær fyri stóra arbeiðið, ið tú so trú­ fastur hevur røkt. Ein góður kava­ ruddari er gull verdur. Vit ynskja tær eina bjarta framtíð og mong góð ár aftrat. Gleðilig jól." Meðan onnur liggja heitt undir dýnuni kl. 05 um morgunin, eru McKay og aðrir kavagravarar hjá Landsverki longu úti í kuldanum og grava kava. Og teir gera sítt arbeiðið væl. Tað vita fólk flest, og tað vita millum onnur eisini tey, ið hava borið Williami McKay hesa hugna­ ligu jólaheilsan. snorri@sosialurin.fo 38 Ein góður kava­ ruddari er gull verdur JÓLAHEILSAN William McKay hevur grivið kava til Gjáar og har á leiðini í samfull 30 ár. Nógvir ringir kavadagar hava verið hesi árini, og eins og í 1980 er McKay altíð uppá fartin TØKK Tað eru kanska ikki mong sum siga tað við kavaruddararnar hjá Landsverki. Men fólkið við Gjógv ynskti at siga Willian McKay tøkk fyri trúfast arbeiði at halda veg teirra opnan fyri ferðslu um veturin Mynd: landverk.fo GULL VERDUR – Vit her norðuri vilja bara takka tær fyri stóra arbeiðið, ið tú so trúfastur hevur røkt. Ein góður kavaruddari er gull verdur, verður víst á í brævinum »Meðan onnur liggja heitt undir dýnuni kl. 05 um morgunin, eru McKay og aðrir kavagravarar hjá Landsverki longu úti í kuldanum og grava kava«