mikudagur 22. desember 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
Sosialurin
Ársinsjólahandil
49
Stoksoyravegur 2 • 700 Klaksvík • Tel. +298 773000
Fax +298 457254 • berglon@berglon.fo
www.berglon.fo
www.balslev.fo
Vit hava stórt úrval av
Helly Hansen klæðum
Helly Hansen Leon Jakki
Kr. 799,-
Vegurin Langi
tel 34 50 00
balslev@balslev.fo
18
Í tíggju ár hava konan, eg og so
seinastu trý jólini eisini dóttir
okkara, annaðhvørt hildið jól niðri
í Danmark ella heima í Føroyum,
antin hjá verforeldrum mínum
í Havn ella hjá foreldrunum í
Saltangará. Øll jólini, uttan mun
til stað, hava verið stak hugnalig.
Soleiðis skal tað vera.
Jólini 2009 hildu vit trý so í
Holstebro. Vit minnast øll kavan.
Tað var kalt og nógvur kavi, so
tað var sera hugnaligt at stákast
heima jólaaftansdag við at steikja
fleskasteik, brúnka eplir (sum eg
stóð fyri, og haldi eg sjálvur, at
tey eydnaðust bara heilt væl, men
tað er bara mín meining), og gera
rísingreyt, meðan jólafløgan hjá
Carolu spældi í bakgrundini.
Í ár halda vit so endiliga jól
aftur í Føroyum sum herbúgvandi
føroyingar. Nú verða tey kortini
hildin nakað øðrvísi, men vit eru
sera spent uppá at síggja, hvussu
vit framyvir kunnu gera jólini
hugnalig. Carola, gás, dunna og/ella
fleskasteik og brúnkað eplir verða í
øllum førum tað sama.
Jólini
eru
fyri
okkum
minningartíðin um Jesu føðing,
men eru eisini ein tíð, har vit royna
at seta ferðina niður og brúka tíð
saman við hvørjum øðrum, við at
minnast til, hvat Gud vil okkara
tilveru og vil okkum at vera til fyri
hvønn annan... og so er tað sjálvandi
eisini maturin.
Gleðilig jól, øll somul.
Jól hjá Derhardi presti
SAMANHALD
- Jólini eru fyri okkum
minningartíðin um Jesu føðing,
men eru eisini ein tíð, har vit
royna at seta ferðina niður og
brúka tíð saman við hvørjum
øðrum, sigur Derhard Jógvansson,
sóknarprestur í Havn
Hvít jól og alt, sum tú
annars kann ynskja tær
Tað góða ráðið ger munin
SMS, tel. 314 888
Hvít jól og alt, sum tú annars kann ynskja tær
8
Vit vilja ynskja øllum
okkara viðskiftafólki eini
gleðilig jól og eitt
eydnuberandi nýggjár